týsdagur 11. juni 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Veljarin tók loysingina av skrá
Á fólkatingsvalinum gav veljarin politisku skipanini greið boð: Løgtingsvalið skal
snúgva seg um lívið og korini hjá fólki. Tað skal ikki snúgva seg um loysing
Sjúrður Skaale
Valstríð gevur politikarum eitt serligt
høvi til at tosa við fólk, ein annars ikki
tosar við. Tey góðtaka, at ein júst hesar
dagar setir seg í samband við tey til eitt
stutt prát.
Tað góða er, at samskiftið ikki er ein
vegis. Hesir dagarnir eru eisini eitt gott
høvi hjá fólki at siga politikarum hvussu
tey síggja upp á tingini. Hvat tey halda
vera gott og hvat tey halda kann gerast
betur.
Í júst farna valstríði tosaði eg við
sera nógv fólk. Og tað gjørdist mær
greitt, at tað í orðaskiftinum er eitt,
sum veruliga hevur loypt ótta á nógv
fólk. Tað er Tjóðveldisins bombastiska
fráboðan um, at tað skal loysast í næsta
valskeiði.
Veljarin veit
Tað er ikki løgið, at fólk eru stúrin, tá
ein samgonguflokkur boðar frá hesum.
Skulu Føroyar loysa áðrenn fýra ár
eru farin, er tað jú ein kollvelting. Tað
er at tveita landið út í stóra óvissu. Og
tey, sum eru veikast, eru fullgreið um,
hvør fer at rinda prísin.
Fólk eru ikki býtt. Tey vita, at tað
kostar at yvirtaka løgreglu, verjumál,
rættarskipan, uttanríkismál, banka
kervi, valuta og alt hitt. Tey vita, at
blokkurin hevur týdning. Tey vita, at
tað kostar at missa teir møguleikar,
føroyingar í dag hava sum partur av
ríkisfelagsskapinum.
Tey vita eisini, at skal kósin setast
móti loysing innan fýra ár, so verður
politiskt borgarakríggj í landinum. Øll
orka fer til stríðið millum loysing og
samband, og tað, sum hevur týdning
fyri gerandisdagin hjá fólki, verður lagt
til viks.
Fólk vita eisini, at fyri tað, um vit
fara úr ríkisfelagsskapinum, kunnu vit
ikki standa einsamøll. Vit mugu inn í
onkran annan felagsskap. Og tað er
ikki vist, at vit fáa eins nógv veruligt
sjálvræði, sum vit hava nú, nakra aðra
staðni.
“Eg ræðist Tjóðveldi”, var ein vend
ing, sum eg hoyrdi aftur og aftur upp
undir valið. Og setningurin, sum kom
aftaná, gav bæði mær og øðrum høvuð
brýggj: “Javnaðarflokkurin er í parti
við Tjóðveldinum. Tí velji eg ikki tykk
um aftur. Eg fari yvir til Sambandið”.
Nei til A
Logikkurin hjá fólki er púra greiður og
ringur at vísa aftur:
Javnaðarflokkurin hevur sagt, at
munurin millum politisku kósirnar hjá
Fólka- og Javnaðarflokkinum er so
stórur, at ein samgonga millum hesar
flokkar ikki ber til.
Grundin til hesa fráboðan er, at vit
halda, at vallyfti skulu takast í álvara.
Tá Fólkaflokkurin lovar, at fiski
vinnunýskipanin skal rullast aftur, so
taka vit tað fyri fult. Fólkaflokkurin
hevur eisini sjálvur boðað frá, at meg
inparturin av øllum tilfeingisgjøldum
skulu strikast, og at ein avtøka av t.d.
uppboðssøluni verður ein treyt frá
teirra síðu. Tað kunnu vit ikki vera við
til. Og tí sigur Fólkaflokkurin í veru
leikanum tað sama sum vit: Ein sam
gonga millum A og C ber ikki til.
At rulla broytingarnar í hjúnar
bandslógini aftur kunnu vit heldur ikki
vera við til. Og at hækka almennu út
reiðslurnar og minka inntøkurnar so
nógv, sum Fólkaflokkurin lovar at gera,
ber als ikki til fíggjarliga. Botnurin
rýkur undan landskassanum. Vit kunnu
ikki gera tað.
Tí siga vit nei til Fólkaflokkin.
Eitt val er sum ein handil. Fólk mugu
fáa á leið tað fyri atkvøðuna, sum
mann lovar teimum. Tað ber ikki til at
selja fólki mjólk og so geva teimum
bensin.
Tí kunnu hvørki A ella C við trúvirði
siga, at ein samgonga millum flokkar
nar ber til.
Alt hetta skiltu tey flestu av teimum,
sum eg tosaði við í døgunum upp undir
fólkatingsvalið.
Men so kom spurningurin: “Hvussu
við Tjóðveldinum? Tey hava tit ikki av
skrivað – og tey ætla at loysa í næsta
valskeiði!”
Eg svaraði, at tað fór Javnaðarflokk
urin ikki at ganga við til – men tað var
ikki so lætt. Tí treytin fyri, at Javnað
arflokkurin aftur kann fara í samstarv
við Tjóðveldi er sjálvandi, at floksins
fráboðaða kollvelting verður tikin av
skránni. Og hon er enn á skrá. At vit
skulu loysa í næsta valskeiði er fram
vegis Tjóðveldisins almenni politikkur.
Tá tað snýr seg um loysing-samband
er í tí í løtuni minni munur millum C og
A enn millum C og E. Kortini hava vit
útilokað A – men ikki E...
Tað er einki at siga til, at nógvir av
okkara veljarum eru ørkymlaðir.
Sjálvræði, men ikki loysing
Lat meg gera heilt greitt: Javnaðar
flokkurin vil fegin víðka føroyska
sjálvræðið. Tað hevur altíð verið kósin.
Javnaðarflokkurin hevur verið við til
nógvar yvirtøkur, sum hava gagnað
Føroyum. Í roynd og veru hevur Javn
aðarflokkurin verið við til fleiri yvir
tøkur enn Tjóðveldi. Men vit síggja ikki
felagsskap og sjálvræði sum mótsetn
ingar.
Og at kasta samfelagið út í ta kaos,
sum ein loysingar-kollvelting hevði
havt við sær, kunnu vit sjálvandi ikki.
Alt tosið um loysingina byrjaði, tá
báðir stóru samgonguflokkarnir høvdu
landsfund 6. apríl í ár. Tann dagin boð
aði Tjóðveldi frá, at tað skal loysast í
næsta valskeiði.
Í yvirlýsing segði flokkurin, at “Tjóð
veldi fer tí til løgtingsval við kravi um,
at loysingin nú skal fremjast í verki.”
Tjóðveldi visti, at hetta kundi Javn
aðarflokkurin aldrin ganga við til. Tí
var fráboðanin í veruleikanum ein
uppsøgn av verandi samgongu eftir
næsta val.
Tað sæst týðuliga, um ein hyggur at
tí, Aksel V. Johannesen boðaði frá á
landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum
sama dag. Hann segði soleiðis:
“Vit vilja hava búskaparligt sjálv
bjargni, tí øll ynskja vit at klára okkum
sjálvi. Men lat tað vera greitt: vit fara
ongantíð at seta vælferðina hjá føroy
ingum í váða á sjálvbjargniskósini.
Hetta kunnu tit líta á. Vit vilja byggja
einar Føroyar, sum eru so tryggar, so
ríkar og so frælsar, sum til ber. Men vit
offra ikki eitt av hesum málum fyri eitt
annað.”
Javnaðarflokkurin vil fegin halda
fram at samstarva við Tjóðveldi eftir
komandi løgtingsval. Tí hava vit livað í
vónini um, at Tjóðveldi fór at rætta
kósina.
Tað er ikki hent enn.
Men so kom fólkatingsvalið. Tjóð
veldisins nýggi politikkur bleiv lagdur
fyri fólk – og svarið var púra greitt: Nei
takk! Nakra kollvelting vilja føroyingar
ikki hava.
B og C vunnu valið. Men A hevði
stóra framgongd og stendur væl brynj
aður til løgtingsvalið.
Einasti tapari var Tjóðveldi.
Broytið kós
Sum forkláring fyri tapið hava summi
tjóðveldisfólk víst til eina kapprenning
í Klaksvík. Onnur til eitt bræv frá Piu
Kjærsgaard. Og uppaftur onnur til
fiskivinnunýskipanina.
Eg trúgvi ikki, at nakað av hesum er
rætt.
Orsøkin til tapið var, at floksins krav
um loysing her og nú hevur loypt veru
ligan ótta á fólk. Eisini nógvar tjóð
veldisveljarar.
Vónandi ásannar flokkurin, at tað
ikki ber til at loysa ímóti fólksins vilja.
Vónandi sær hann, at einasta úrslit av
loysingartosinum er, at Sambandið,
sum jú livir jú av óttanum fyri loysing
ini, bólgnar upp. Júst sum tað hendi á
fólkatingsvalinum mikudagin.
Gongur Tjóðveldi ikki í seg sjálvt og
broytir kós fram til løgtingsvalið,
henda trý ting við vissu: Verandi sam
gonga kann ikki halda fram. Sambandið
fær eina rúgvu av atkvøðum. Og Tjóð
veldi minkar og endar í andstøðu. Eing
in flokkur fer at ganga krøvunum um
loysing á møti.
Vekjarin ringdi 5. juni
Tjóðveldi avgerð sjálvandi fult og heilt,
hvørja leið tey vilja halda.
Men tað, ein flokkur sigur og ger,
ávirkar aðrar flokkar. Eingin vinnur
reinan meiriluta. Alt snýr seg um at
finna felagsnevnarar. Og tí er tað okk
ara skylda at siga, hvønn týdning Tjóð
veldisins kós hevur fyri okkum.
Við Tjóðveldinum eru farnu árini
framdir fleiri reformar, sum okkara
samfelag hevur bíðað eftir í áratíggju.
Tað hevði eingin onnur samgonga
klárað. At tað enntá er framt av eini
minnilutasamgongu, er eitt bragd.
Sjálvandi hevur verið ónøgd í sam
starvinum. Frá báðum síðum. Tjóðveldi
hevur – stundum av røttum – verið
ónøgt við Javnaðarflokkin. Og øvugt.
Sjálvur haldi eg til dømis, at handfar
ingin av Novo-málinum var ein kata
strofa. Og eg kann ikki tola nationalist
iska snakkið um, at tey, sum vilja hava
loysing, eru meira tjóðskaparlig enn
onnur.
Men felagsnevnararnir hava verið
nógvir, og mangt gott er gjørt. Tí vóna
mong javnaðarfólk, at samstarvið kann
halda fram.
Men tað kann tað ikki, um kravið er
loysing.
Tí má mann vóna, at fólkatingsvalið
var ein vekjari. At úrslitið fær Tjóðveldi
at skilja, at veljarin 5. juni gjørdi púra
greitt, at loysingin skal takast av skrá.
Valið vísti, at tað, fólk vilja hava, er
politikkur, sum snýr seg um teirra
gerandisdag. Um sosialmál. Um um
hvørvi. Um vinnulív. Um fiskivinnu.
Um lívið og korini hjá fólki.
Vissuliga skulu yvirtøkur fremjast,
so hvørt vit megna tað.
Men kollvelting verður eingin. Ið
hvussu er ikki saman við Javnaðar
flokkinum.
TÍÐARGREIN