týsdagur 11. juni 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2019 · Nr. 66
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Tað rennur kalt niður eftir
rygginum á flestu føroyingum,
tá tosað verður um eitt heiður
ligt tap. Hugtakið hevur mang
an verið brúkt til at fjala útyvir
minni góð avrik, har munurin á
máltalvuni ikki hevur verið so
stórur.
Síðani vit byrjaðu upp á
Nations League í fjør, hevur
talan ikki verið um heiðurligt
tap, men hesa ferð passar illa
lýdda hugtakið til avrikið hjá
føroyska liðnum.
Vit hava fýra til fimm stórar
málmøguleikar
í
dystinum,
men enda við at tapa 2-0. Av
gerandi løtan kemur eitt korter
fyri tíð. Norra er á odda 1-0,
men tað er føroyska liðið, sum
hevur tamarhald á dystinum
og leggur trýst á.
Árni Frederiksberg skjýtur
hornaspark innfyri, har Od
mar Færø fær høvdið á. Bólt
urin brestur í stongina og út í
spæl. Klæmint A. Olsen verður
hálaður og sleppur ikki framat
bóltinum, meðan Rógvi Bald
vinsson akkurát ikki fær stóru
tá á bóltin.
Løtu seinni skorar Norra til
2-0 og luftin fer úr føroysku
ballónini.
Góð føroysk byrjan
Lars Olsen ger tvær broytingar
á føroyska liðnum í mun til
dystin móti Spania. Rógvi Bald
vinsson kemur inn fyri Heina
Vatnsdal á miðjuni, meðan
René Shaki Joensen kemur
inn á vinstra vong fyri Árna
Frederiksberg.
Norðmenn gera eisini tvær
broytingar. Ein teirra er, at
Bjørn Johnsen úr AZ Alkmaar í
Hollandi kemur inn fyri áleyp
aran úr Bournmouth í Premier
League, Joshua King.
Teitur M. Gestsson er nakað
óheppin
í
dystinum
móti
Spania, men hesa ferð fær hann
eina góða byrjan. Tvær ferðir er
hann í fullari longd, har norskir
miðlar enntá samanbera einu
bjargingina við tiltiknu bjarg
ingina hjá Gordon Banks, sála.
Tað gerst tíðliga greitt, at
norska liðið ikki hevur somu
eginleikarnar sum Spania á
bóltinum. Gamaní hava teir
bóltin meir og í løtum megna
teir at trýsta okkum, men vit
klára at svara aftur.
Vit eru nærmast at skora, tá
Gilli Rólantsson kemur tvíspor
andi framvið í høgru og leggur
innfyri til Klæmint A. Olsen.
Rituvíkingurin er hægstur mill
um tríggjar norðmenn, men tí
verri stútar hann bóltin beint
framvið.
Tað er málleyst í hálvleiki
num og vónin um stig livir.
Fimm dýrir minuttir
Í skiftirúminum hjá føroyska
landsliðnum verður avtalað, at
okkara skulu leggja nógv fyri
teir fyrstu minuttirnar eftir
hálvleik. Føroyska liðið megnar
ikki at standa ímóti,
tá norskur miðvallari
sleppur at leggja bóltin
beint í høvdið á næstan
tveir metrar høga Bjørn
Johnsen, ið stútar bóltin í
málið.
-Vit skulu vera klárir upp á,
at teir leggja trýst á, men vit
blíva trýstir ov langt aftur. Tá
kemur innleggið so langt inn,
at tað blívur torført at verja
fyri. Vit skuldu nokk bara havt
yvirlivað teir tíggju minutt
irnar, sigur Atli Gregersen, ið
heldur at føroyska liðið reisti
seg væl.
Størsta møguleikan fáa vit
tá eitt korter er eftir. Hesa
løtuna hevur føroyska liðið
verið omaná og leggur trýst á
norsku verjuna.
Árni Frederiksberg skjýtur
hornaspark innfyri. Odmar
Færø rennur rættstundis við
fremru stong og fær høvdið
á. Bólturin brestur í stongina
og út í spæl. Klæmint A. Olsen
verður hálaður og sleppur ikki
framat bóltinum, meðan Rógvi
Baldvinsson akkurát ikki fær
stórutá á bóltin.
-Eg haldi eg eigi eitt stórt
brotsspark, tá Odmar skallar
á stongina. Eg eri klárur at
seta fótin á bóltin, men verið
hálaður
afturav.
Hetta
er
munurin ímillum at verða ein
glaður timburmaður og at vera
yrkisspælari sigur Klæmint A.
Olsen um brendu møguleikar
nar í dystinum.
Norra
sløkkir vónina
Føroyska liðið tykist missa
luftina eitt sindur eftir trý
falda málmøguleikan. Júst
sum Lars Olsen er í holt við at
seta Heina Vantadal inn í álopið
at órógva, fáa vit mønustingin.
Aftur er tað Bjørn Johnsen,
ið sleppur at stúta móti før
oyska málinum. Teitur M.
Gestsson,
sum
samanlagt
spældi ein góðan landsdyst, er
líka við at bjarga, men bólturin
fer undir kroppin og í mál. Eftir
at hava hildið føroyska liðnum
í dystinum, so má málverjin hjá
HB taka hatta málið á seg.
Norskt rós
Luftin fer úr føroysku ballónini
seinastu minuttirnar. Eftir 84
spennandi minuttir er vónin
hjá
føroysku
spælarunum
brostin. Lars Olsen velur eina
heldur øðrvísi útskifting, tá
hann sendir verjukenda Heina
Vatnsdal í álopið.
-Eg havi sæð hann spælt í
álopinum fyri Fremad Amager,
tá teir hava verið aftanfyri, men
málið til 2-0 broytir alt, sigur
Lars Olsen og leggur afturat:
-Vit høvdu fleiri møguleikar
enn mótstøðuliðið, men sum
so mangan megnaðu vit ikki at
vinna úrtøku. Úti á vøllinum
var okkara avrik á hædd við
teirra. Soleiðis var tað eisini
í løtum ímóti Spania, og tað
fegnast vit um. Fyrstu fimm
minuttirnar eftir steðgin sóu
vit troyttir út, og tað kostaði
mál
og
sigurin,
staðfestir
føroyski venjarin Lars Olsen.
-Eg havi stóra virðing fyri
arbeiðnum, sum Lars Olsen
hevur gjørt í Føroyum. Liðið hjá
honum er væl skipað í verju, og
í kvøld spældu Føroyar seg til
fleiri málmøguleikar. Føroyar
kundu havt javnað til 1-1, men
tá ið vit taka allan dystin sum
eina heild, so haldi eg, at vit
vóru betri og høvdu sigurin
uppibornan,
sigur
norski
venjarin Lars Lagerbäck.
Føroyar
hevur
nú
tapt
allir fýra dystirnar í EM-
Undankappingini, men hesi
bæði tapini móti Spania og
Norra kunnu vit liva við.
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Føroyar – Norra 0-2:
EIN BEISKUR BITI
-Hetta er ein beiskur biti. Vit vístu norðmonnum,
at vit væl megna at vera við, og vit eru
ógvuliga harmir. Vit vildu fegnir, og vit høvdu
møguleikarnar, men vit megnaðu ikki at fáa
úrtøku úr mongu møguleikarnar, sum vit høvdu,
sigur liðformaðurin hjá føroyingum Atli Gregersen.
Føroyar landsliðið stendur eftir við ongum á máltalvuni,
men hesa ferð er framgongd at hóma í enn einum
sokallaðum heiðurligum tapi. Bæði føroyskar og norskar
røddir eru á einum máli um, at Føroyar høvdu uppiborið
betri, men altjóða fótbóltur er eirindaleysur
HETTA ER EITT
HEIÐURLIGT TAP