týsdagur 11. juni 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Country & Bluesfestivalur
- Sørvágs Country
& Bluesfestivalur er
eitt frálíkt tiltak við
góðum stemningi,
og serliga hugnaligt
hevur tiltakið verið
undanfarin ár, tá tað
fellur á gott veður,
sigur borgarstjórin,
sum er við á hvørjum
festivali í Sørvági
Vilmund Jacobsen
Tað er vanligt, at kommunur
skipa fyri í minsta lagi einum
árligum ruddingardegi, og nú
Sørvágs Country & Bluesfesti
valur verður teir næstu dagar
nar við hæddarpunkti leygar
dagin komandi, skipaði Sørvágs
kommuna eisini fyri rudding
ardegi seinasta leygardag.
Í Sørvági hevur nógv verið
gjørt við fríðking gjøgnum
fleiri ár, og her eru eitt nú
snøggar laðingar gjørdar, sum
pynta um í umhvørvinum.
Hugnaligt fríøki
Eitt økið, sum kommunan hev
ur arbeitt við í nøkur ár, er
økið tey rópa á Stakka. Her
hevur kommunan fyri nøkrum
árum síðan gjørt eitt hugnaligt
spælipláss, og nú eru tey í holt
við hina helvtina av økinum,
og her er ætlanin, at tað mesta
skal verða klárt til stóra festi
valin seinni í vikuni.
Aimé Jacobsen, borgarstjóri
í Sørvágs kommunu, sigur, at
ein permanentur pallur fyri
nøkrum árum síðan er stoypt
ur á Stakka, og her verður nú
hugnaligt øki gjørt niðan fyri
pallin.
- Í seinastuni hevur verið
arbeitt við at leggja flísar á
henda partin av økinum, sum
nú verður sera nossligt. Í stað
in fyri at ganga á sandi ella
smágróti, verður økið nú flísa
lagt, og gingið verður eftir ein
ari gøtu niðan á spæliplássið.
Borgarstjórin vísir á, at
hetta arbeiðið nú er komið væl
áleiðis, men tað er ikki vist, at
alt verður endaliga liðugt til
festivalin. - Men, her verður í
øllum førum komið so mikið
langt, at økið kann brúkast,
leggur hon aftrat.
Aimé Jacobsen vísir á, at
beint oman fyri spæliplássið
eru almennu wc’ini hjá Sør
vágs kommunu.
Altíð á festivali
Sørvágs
Country-og
Blues
festivalur er vorðin eitt stórt
og afturvendandi tiltak í Sør
vági, og sum borgarstjóri er
Aimé Jacobsen ikki sørt errin
av, at Sørvágur á hvørjum ári
kann bjóða øllum føroyingum
til eitt so stórt, fjølbroytt og
hugnaligt tiltak.
- Hetta er eitt frálíkt tiltak
við góðum stemningi, og ser
liga hugnaligt hevur tiltakið
verið undanfarin ár, tá tað fell
ur á gott veður.
Borgarstjórin vísir á, at hon
er við á hvørjum festivali í Sør
vági, og henni dámar sera væl
tann hugnaliga stemning, sum
er hesar dagar.
- Hetta er eitt tiltak til allar
aldursbólkar, og bæði miku
kvøld og hóskvøld klokkan 18
verða vælumtókt eldratiltøk í
fimleikarhøllini, eins og barna
tiltøk verða bæði fríggjadagin
og leygardagin.
Borgarstjórin vísir á, at tón
leikurin sjálvsagt fyllir nógv,
og her verða alskyns konsertir
við kendum og minni kendum
nøvnum bæði fríggjakvøldið
og leygarkvøldið.
Eisini Vestanstevna
Men,
Sørvágs
Country-og
Bluesfestivalur
verður
ikki
einasta stóra stevnutiltak í
Sørvági í summar.
- Vit eiga eisini Vestan
stevnuna í ár, sum nú skiftir
millum bygdirnar Sandavág,
Miðvág og Sørvág, soleiðis at
stevnan triðja hvørt ár er í
Sørvági.
Aimé Jacobsen fegnast um
øll tey mongu, sum standa aft
an fyri hesi tiltøk og eru við til
at gera tey møgulig.
- Vit hjálpa til sum best, og
okkara leiklutur er í fyrsta lagi
at skapa karmarnar um hesi
tiltøk, sigur borgarstjórin, sum
vegna kommununa bjóðar øll
um vælkomnum á Sørvágs
Country-& Bluesfestival og
seinni eisini á Vestanstevnu.
GERA ØKIÐ Á STAKKA
KLÁRT TIL FESTIVALIN
Arbeiðið at leggja flísar á Stakka er komið væl áleiðis, men tað er ikki vist, at alt økið verður endaliga liðugt til
festivalin. - Men, her verður í øllum førum komið so mikið langt, at økið kann brúkast, sigur borgarstjórin
Borgarstjórin fegnast um øll tey mongu, sum eru við til at gera
stevnutiltøkini í Sørvági møgulig. - Vit hjálpa til sum best, og okkara
leiklutur er í fyrsta lagi at skapa karmarnar, sigur Aimé Jacobsen