týsdagur 11. juni 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2019 · Nr. 66
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SØRVÁGUR FYRIREIKAR
SEG TIL FÓLKAVØKSTUR
Í fyrstu syfti verður grivið út fyri
18 grundstykkjum á Middagsvarða,
men her eru møguleikar fyri enn
fleiri grundstykkjum, um tað
vísir seg, at tørvur verður á tí
Vilmund Jacobsen
- Vit hava seinnu árini havt ein støðugan – tó ikki
ógvusligan – vøkstur í fólkatalinum, og eg haldi, at
tað eru góðar ábendingar um, at fólk gjarna vilja
búgva í Sørvági.
Tað sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eimé
Jacobsen.
Umframt Sørvág, fevnir kommunan eisini um Bø,
Gásadal og Mykines, men tað er serliga í Sørvági, at
fólk ynskja at seta búgv.
- Nøkur børn eru í Bø, og nøkur eru eisini í Gásadali,
men tað er serliga í Sørvági, at eftirspurningur er
eftir grundstykkjum.
Borgarstjórin vísir á, at í november í fjør fór fólka
talið í kommununi fyri fyrstu ferð upp um 1200, men
í uppgerð hjá Hagstovu Føroya hin 1. apríl í ár, búðu
1194 fólk í Sørvágs kommunu.
Hyggja vit eftir tíðarskeiðnum frá 1. apríl í 2018 til
1. apríl í 2019 vaks fólkatalið í kommununi hetta árið
við 20, sum er ein vøkstur yvir eitt ár á 1,7 prosent.
Eimé Jacobsen vísir á, at fram til hin 1. mars í ár
hevði kommunan ein vøkstur yvir seinasta árið á 2,6
prosent, men líkt er til, at vøksturin síðan er mink
aður nakað.
- Men, hóast vit duttu niður um aftur tey 1200
fólkini við samanteljingini hin 1. apríl í ár, so veit eg,
at talið seinni er komið upp aftur, soleiðis at vit aftur
eru farin um tey 1200, sigur hon.
Borgarstjórin heldur, at ein orsøk til, at fólk vilja
búgva í Sørvági, er, at umhvørvið her er so sera
vakurt.
- Náttúran í okkara kommunu, bæði í Mykinesi,
Bø, Gásadali og ikki minst út eftir Sørvágsfirði er so
fantastiska vøkur, og ikki minst sólsetur her um
okkara leiðir er heilt framúr, sigur Eimé Jacobsen.
Nýggj útstykking
Sørvágs kommuna er eisini farin at fyrireika seg til
enn størri fólkavøkstur, og soleiðis er kommunan nú
í holt við eina útstykking á Middagsvarða, tey rópa.
Her verður í fyrstu syfti grivið út fyri 18 grund
stykkjum, og ætlanin er, at hetta arbeiðið skal verða
liðugt seinni í heyst.
Borgarstjórin vísir á, at støddin á hvørjum grund
stykki á Middagsvarða verður umleið 700 fermetrar,
og søluprísurin verður 150 krónur fyri hvønn
fermetur, soleiðis at prísurin á hvørjum grundstykki
verður umleið 105.000 krónur.
- Tað er Kristian Olsen, entreprenørur, sum fremur
útgrevsturin fyri kommununa, og her fer kommunan
eisini at syrgja fyri vegi og íbindingum, men tey, sum
fara at byggja, taka sær sjálvi av planering.
Eimé Jacobsen vísir á, at tað eru nú nøkur ár síðan,
at Sørvágs kommuna útstykkjaði seinast, og hon
heldur, at tey eru heldur sein á sjóvarfallinum, tí í løt
uni eru smáir møguleikar til nýbygging í Sørvági.
- Síðan útgrevsturin byrjaði í fyrru hálvu av mai,
hava fólk vent sær til kommununa við fyrispurn
ingum, og tað er gleðiligt. Umframt tey 18 grund
stykkini, vit nú fáa á Middagsvarða, hava vit eisini
møguleika at grava út fyri umleið 12 grundstykkjum
aftrat.
Hon sigur, at meðan útgrevsturin, sum nú er í
gongd, verður framdur, verður tað áhugin fyri hesum
grundstykkjunum, sum verður avgerandi fyri, nær
farið verður at grava út fyri teimum næstu.
- Hvussu fram verður farið, fara vit í kommununi
at taka støðu til, leggur hon aftrat.
Country & Bluesfestivalur
Bryggjan 17 • 380 Sørvágur • Faroe Islands • www.vestmek.fo
- Síðan útgrevsturin byrjaði í fyrru hálvu av mai, hava fólk vent sær til kommununa við
fyrispurningum, og tað er gleðiligt, sigur borgarstjórin, Aimé Jacobsen