Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Á onkran hátt er kynkur komin í sam­ starv­ið millum Javnaðarflokkin og Tjóð­ veldi. Í øllum førum, um almenni pol­i­tikk­ ur Javn­aðarfloksins er tann, sum Sjúrð­ur Skaale, fólkatingsmaður, legði fyri dagin her í blað­num mik­u­dag­in. Tey vóru kanska mong, sum undr­að­ ust á val­lyftini hjá Tjóðveldi upp undir fólk­a­tings­valið um, at hetta fór at verða tað sein­asta fólkatingsvalið, tí Før­oyar fara at taka loysing í komandi val­skeið­ið. Skuldi hesi boðini frá Tjóð­veldi tak­ast fyri fult, so stendur loysingin fyri dur­um – og skuldi sitandi samgonga hild­ið fram aftan á val­ið, so verður tað Aks­el V. Johannesen, løg­mað­ur, sum fer at standa á odda fyri loys­ing millum Dan­mark og Føroyar. Tað sampakkar sum vera man illa við, at júst Aksel V. Jo­hann­sen hevur lagt dent á, at Javn­að­ar­flokkurin er ein sam­rík­is­ flokk­ur. Eftir fullveldiseuforiina um ald­ar­skifti, so visti heldur ikki Javn­að­ar­flokk­ur­in reið­i­liga, hvørjum beini hann skuldi standa á fullveldismálinum. Tá alt em­ bæt­i­s­verkið hjá landsstýrinum reikaði land­ið runt í koti at sannføra fólk um, at tey skuldu atkvøða fyri loysing, tá flut­tist mangt á fullveldisleið. Eisini Javn­að­ar­flokk­ur­in tókt­ist hella full­veld­is­veg­in. Men alt broyttist, tá An­ finn Kalls­berg sló nevan í borðið og steðg­ aði all­ari full­veld­is­til­gongdini við at av­ lýsa fólka­at­k­vøðuna, sum vera skuldi hin 26. mai í 2001. Fólkaflokkurin hevur í verki slept full­ veld­is­mál­i­num og tos­ar um ríkja­fel­ags­ skap. Greið­ir full­veld­is­flokk­ar eru tí Tjóð­ veldi, Fram­sókn og út­gávan hjá Zak­ar­i­as Wang av Sjálvstýri, sum vit sóu til fólk­a­ tings­valið. Tilsamans hava hesir flokk­ar í dag 11 tingfólk. Tí skal meira enn eitt undir til, um hes­ ir flokk­ar skulu vinna meiriluta á tingi. Tí er lyft­ið um loysing eisini hareftir. At Tjóðveldi vil hava loysing hava vit vit­að í meira enn 70 ár. Men verður tað eitt krav til næstu samgongu, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, so fer tað helst at dragna millum Tjóðveldi og Javn­að­ar­ flokk­in. Og tá Tjóðveldi gongur aftur, og Sam­bands­flokk­urin gongur fram, so kunnu hesi krøvini frá Tjóðveldi føra til eina heima­stýrissamgongu millum Sam­ bands­flokk­in og Javnaðarflokkin – eins­a­ møll­um ella við hjálp frá einum av teim­ um smáu flokkunum. Fer loysingin at forkoma samgonguni? 14. JUNI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Í dag, fríggjadagin, klokkan 17 verður ein sjáld­som sýning og framløga í Ribarhúsi. Ark­i­tek­tarnir Niels Midjord, Jákup Pauli Jo­ hann­e­sen, Eyðun Eliasen og Rúni Abra­ham­ sen fara at hava eina framløgu og frásøgn um okk­urt verk, sum teir hava teknað. Tekn­ingarnar, sum hoyra til hesi verk, verða til skjals á vegginum, meðan sagt verð­ur frá. Tekn­ing­ ar­nar verða hang­ andi á vegg­i­num til 23. juni. Sjáldsom sýning í Ribarhúsi FÝRA ARKITEKTAR Les eisini blaðið á telefonini Bjargingarbrøgd í Svínoy Siðsøga síða 26-27 Upptakt: Spæla um nógvar pengar Ítr síða 22-25 Nú fara brøðurnir at tosa um av­taluna. Yngri beiggin fekk eitt kanón úr­slit á fólka­tings­ val­i­num, men av­tal­an var, at hann skal ikki stilla upp til løg­ tings­valið eisini – Nú fara vit at tosa um avtaluna vit hava gjørt. Tað sigur Joen Magnus Rasmussen, løg­tings­limur fyri Fólkaflokkin. Yngri beiggi hansara, Uni Rasmussen í Gøtu, stillaði upp til Fólkatingsvalið - og hann tók øll á bóli, tí hann fekk eitt satt kan­ónval. Hann fekk nevniliga nógv flestar at­ kvøð­ur av øllum listanum hjá Fólka­flokk­i­ num. Hann fekk 827 atkvøður, og tað eru 80 at­kvøð­ur fleiri enn næsti maður á lista­ num, sum var Jørgen Niclasen, floks­for­ mað­ur. Men støðan er tann, at áðrenn fólka­ tings­val­ið boðaðu teir báðir beiggjarnir frá, at teir høvdu gjørt eina avtalu sínamillum, og tann avtalan var, at Uni skuldi bara stilla upp til fólkatingsvalið og Joen Magn­ us skuldi bara stilla upp til løgtingsvalið. Men tá hevði neyvan nakar væntað, at hann skuldi fáa so nógvar atkvøður, men kortini hevur Uni boðað frá, at avtalan stendur við, og at hann fer ikki at stilla upp til løg­tings­valið eisini. Hinvegin letur Joen Magnus hurðina standa upp á glopp. Hann sigur, at hann hevði vænt­að, at Uni fór at fáa eitt gott val, men tað skuldi kortini valdast. – Hevði Fólkaflokkurin staðið sterkari í Havn, hevði hann verið fólkatingsmaður í dag, stað­festir Joen Magnus. Og nú sigur hann, at teir báðir beiggj­ar­ nir fara at tosa saman um avtaluna, teir hava gjørt um at stilla upp til vørt sítt val. Joen Magnus Rasmussen sigur, at hann hev­ur verið burturstaddur og at teir báðir ikki hava havt høvi til at tosa saman um støð­una enn, men at tað fara teir at gera. Hann sigur, at útgangsstøðið er, at av­ tal­an sjálvsagt stendur við, men at tað góða val­úrs­litið hjá Una setir støðuna kanska í eitt sindur øðrvísi ljós, og tað mugu teir báð­ir tosa saman um. – Tað góða úrslitið hjá Una talar sjálv­ sagt fyri at hann skal stilla upp til Løg­ tings­valið, men hinvegin hava vit eina av­ talu og nú fara vit at tosa um tað, leggur hann afturat. Uni ella Joen Magnus á ting Í blaðnum... Uni Rasmussen var toppskorari hjá Fólka­flokk­inum til fólkatingsvalið við 827 a­t­kvøður. Á løgtingsvalinum seinast fekk Jo­en Magnus 278 atkvøður