Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Ári Rúnason Betri deildin hevur stundum tókst óstøðug í ár. Eitt gott dømi um hetta eru skálamenn, ið eftir ein 2-0 sigur ímóti HB, nú hava tapt sjey dystir á rað. Eitt hart tíðarskeið við nógvum dyst­um ímóti teimum fimm fremstu liðunum helt fram tá ið oddaliðið sjálvt, KÍ, kom á vitjan á Skála. Veðrið var av tí fagrasta, tá ið liðini fóru í gongd á Skála, og hetta var ein góður møgu­ leiki fyri at síggja ein góðan dyst ímillum tvey góð lið. Lið­ ini nýttu tað fyrstu lítlu løtu­ na at læra hvønn annan at kenna. KÍ stóðu í vælkenda 4-4-2 blokkinum og bíðaði eftir ein­um mistaki. Skála royndi at spæla tann flótandi fótbóltin, ið eydnaðist so væl fyrr í ár, og vóru teir mest á bóltinum ta fyrstu løtuna. Skála hevði kortini ov lítið at bjóða uppá framman fyri málinum, og manglandi tol setti sín dám á. Í staðin fekk KÍ hol á eftir at níggju minuttir vóru leiktir, tá ið Patrikk Johannessen bringaði bólt­in niður og langaði hann trygt í netið. Málið kom eftir at miðleikararnir hjá Skála ikki vóru nóg skjótir í vend­ing­ unum og góvu KÍ møgu­leik­an at fara í mótálop. KÍ-leikararnir takkaðu fyri at sleppa í sína yndis­støðu og so var 1-0 til odda­liðið. Skála fall tó ikki í fátt eftir fyrsta málið, og vísti heilt hampi­ligt álopsspæl ta næstu løtuna. Skála royndi, men tað bar ikki til at bróta KÍ niður hendan dagin. KÍ kundi bíða eftir enn einum mistaki, og tað kom aftaná 38 minuttir. Skála tveitti bóltin burtur á miðjum vølli, og KÍ-maskinan revs­aði aftur eirindaleyst. Við góð­um og skjótum flytingum var Jóannes Bjartalíð spældur ígjøg­num og hann takkaði fyri við at seta bóltin hart og flatt í handaru síðu uttan møgu­leika fyri Karsten Hansen í Skála­ málinum Ruðuleikin til fyrimun fyri KÍ Tað var ikki júst undirhald, ið ser­merkti seinna hálvleik. Men ein orsøk var til tess. KÍ vildi hava dystin júst har ið hann fór og tað líktist meir 3-0 enn nøkr­ um øðrum úrsliti. Hesin hálv­ leik­urin prógvaði eina góðsku í KÍ, hóast spælið ikki var hitt fagr­asta. Hetta er tað sum eyð­ kenn­ir eitt meistaralið, tað at man dugir at stýra dystinum har ið man vil, um tað so er við ella uttan bólti. Hjá Skála tóktist tað eins og har vantaði ein leikari, ið rættliga tók fatur í dystinum og stýrdi spælinum. Skálamiðjan hevði trupult við at fáa bóltin niður á vøllin, og tað eydnaðist ikki at brúka breiddina á vølli­ num til sín fyrimun, hóast KÍ stóð heldur smalt á vøllinum. Stundum tóktist Skála­ miðjan at vera undirmannað, tí KÍ dugdi væl at skapa yvirtal á miðju­ni, soleiðis at Skálamenn stóðu tveir ímóti trimum á miðj­um vølli. Hetta var enn eitt boð um at KÍ hevði dyst­ in und­ir tam­ ar­haldi og tað endaði eisini 2-0 til KÍ uttan stórvegis hóva­sták í seinna hálvleiki. Ørkimlaðir skálamenn Líka so so góðir sum Klaks­vík­ ingar vóru, líka so lætt gjørdi Skála tað fyri teir fríggja­ kvøldið. Tað sást at KÍ-hópurin er væl samanspældur og tað tykist sum hópurin veit hvat hann dugir. Tað er ein risa­fyri­ munir at hava, í mun til Skála til dømis, ið áður hevur víst stóra styrki í mótálopum, men nú heldur vil byggja seint upp. KÍ veit hinvegin hvussu liðið skal spæla og duga sera væl, tá ið sloppið verður í mót­álop. Í løtuni spælir KÍ við tamar­haldi­ num, ið eyðkennir eitt oddalið, og um mótstøðan hjá KÍ held­ur fram upp í hendurnar á klaks­ vík­ing­um, er lætt at hugsa sær, at KÍ verður verandi á ovastu rók við kappingarenda ari@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Skála-KÍ 0-2 (0-2) KÍ STYRKIR SEG Sum stigatalvan vísur er helst ikki heilt av leið at nevna KÍ fyri sterkasta lið í Før­oyum í løtuni, og okkurt bendir á at oddaliðið verður enn sterkari eftir summar­steðgin, tí liðið styrkir seg við tveim­um og kanska trimum leikarum. Talan er um norska Magnus Stammestrø og fyrr­verandi KÍ leikararan Semir Hadzibulic. Magn­us Stammestrø er 27 ára gamal, og kemur úr Norra. Magnus Stamme­ strø er miðvallari og spælir við Ran­ heim TF, ið liggja á einum tíggjunda plássi í bestu norsku deildini. Tað eydnaðist heldur ikki skálamonnum hesaferð at venda gongdina ímóti ovaru liðunum. KÍ var ov sterk mótstøða, og við eyðkenninum av einum oddaliði, stýrdi KÍ dystinum júst hagar, ið klaksvíkingar vildu hava hann ODDALIÐIÐ STÝRDI ALLAN VEGIN