Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 234 - 7. desember 2004 UTTAN ÚR HEIMI Flýggja til Brasil Løgreglan í Brasil hevur úr at gera við at halda eygað við mafialimum, sum flýggja úr Italia, har løgreglan støðugt er í hølunum á teimum. Tey 20 seinastu árini er tað vorðið alt meiri vanligt, at brotsmenn í fleiri londum flýggja til Brasil. Teirra fyrimynd er bretski tokrænarin Ronald Biggs, sum flýddi til Brasil aftan á tað stóra pengaránið í einum toki í Onglandi í 1963. Hann búði í Dio de Janeiro í meiri enn 30 ár, til hann í 2001 gjørdi av at fara aftur til Bretlands, har hann hevur sitið í fongsli síðani. Brasilska løgreglan sigur, at nógvir limir í italsku mafiuni flýggja til Brasil, men tað hendir eisini meiri enn so, at brotsmenn úr Russlandi, Fraklandi, Japan og Nigeria flýggja hagar. Nógvir verða tiknir, og í dag sita umleið 70 italskir brotsmenn í brasilskum fongslum. Tað er altjóða løgreglusamstarvið Interpol, sum ger, at nógvir av teimum flýddu verða tiknir. Teir flestu enda í brasilskum fongslum, men summir verða útflýggjaðir landinum, haðani teir flýddu. Russar gjalda skuld Tann stóra framgongdin í russiska búskapinum hevur nú havt við sær, at russiska stjórnin hevur sagt seg vera til reiðar at gjalda alla sína skuld eftir trimum árum. Tey fyrstu avdrøgini verða goldin longu í januar, og sum skilst ætla russar at gjalda einar 55 milliardir krónur næsta ár. Av hesum fara einar næstan 30 milli- ardir í týska ríkiskassan, og tað kemur teirri illa trongdu týsku stjórnini sera væl við, skrivar DPA. Arbeiðsloysið í Týsklandi er metstórt, tí nú eru meiri enn fýra milliónir týskarar arbeiðsleysir, og stjórin hev- ur gjørt av, at fólk, sum missa arbeiði, skulu fáa al- mannahjálp, tá tey hava verið arbeiðsleys í eitt ár. Her kosta teir russisku pengarnir væl við. 19 lond eiga pengar til góðar hjá Russlandi, men russiska stjórnin væntar at fáa avsláttur, eftir sum hon er sinnað at rinda skuldina eftir so stuttari tíð. Upprunafólkið bjargast Í Avstralia hava teir politisku myndugleikarnir at skipa fyri fleiri tiltøkum, sum skulu bjarga upprunafólkinum, aborginarunum. Nógvir aborginarar liva undir sera trongum korum. Arbeiðsloysið teirra millum er ovurstórt, og rúsdrekka- misnýtsla er ein stórur trupulleiki. Men nú ætlar stjórn- in at gera nakað fyri at bøta um støðuna. Sunnudagin segði John Howard, forsætisráðharri, at politikararnir eru noyddir at seta ein part av manarættindunum til viks fyri at hjálpa upprunafólkinum. Eitt nú ætlar stjórnin at seta upprunafólkinum krøv fyri at lata teim- um almannaveitingar, samstundis sum umhugsað verð- ur at banna allari rúsdrekkasølu teirra millum. Viðurskiftini ímillum upprunafólkið og tey hvítu eru vorðin spent, eftir at ein upprunamaður doyði, meðan hann var í varðhaldi hjá løgregluni í síðstu viku. Til- burðurin fekk øði í upprunafólk, sum settu eld á eina løgreglustøð í North Queensland, skrivar Reuters. Skulu undir Venezia Hóast italski býurin Venezia er kendur sum "tann søkk- andi býurin", ætlar býráðið har at gera eina undir- grundarbreyt undir býnum. Tað eru kortini ikki øll, sum eru so fegin um ætlanina hjá býráðnum. Tey stúra fyri, at arbeiðið at gera undir- grundarbreytina fer at elva til ristingar, sum undir- grundin ikki tolir, og tey vænta eisini, at tann nýggja breytin fer at oyðileggja ein part av teirri kendu býarmyndini. Tann nýggja undirgrundarbreytin verður átta kilo- metrar long og skal binda tann gamla býarpartin saman við Marco Polo-floghavnini. Gongur arbeiðið væl, er ætlanin at leingja breytina einar 13 kilometrar seinni. Mett verður, at breytin fer at kosta umleið 2,5 milliardir krónur, og pengarnir skulu fáast til vega frá tí almenna og frá privatum íleggjarum. Ætlar tú tær til Frak- lands við bili í summ- ar, er tað kanska eitt hugskot at royna heimsins hægstu brúgv SAMFERÐSLA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var kanska ikki so løg- ið, at fronsku vegamyndug- leikarnir gjørdu av at taka av einum tilboði frá einum ávísum byggifelag, tá tann seinasti teinurin av motor- vegnum ímillum París og miðjarðarhavsbýin Beziers skuldi gerast. Her skuldi ein ovurstór brúgv gerast, og myndugleikarnir valdu av taka av tilboðnum frá fyritøkuni Eiffage, sum á sinni bygdi Eiffeltornið í París. Talan er eisini um eitt veruligt stórarbeiði. Nýggja brúgvin er 2460 metrar long, og betongsúl- urnar undir henni eru ímill- um 77 og 246 metrar høgar. Sjálvt dekkið, sum er 32 metrar breitt, er úr stáli. Byggifelagið hevur brúkt 127.000 rúmmetrar av betong, 19.000 tons av herdum stáli og 5.000 tons av kaðalstáli til brúnna. Kostnaðurin liggur nakað oman fyri tvær milliardir krónur. Tann 14. desember skal Jacqurs Chiraq, forseti, klippa snórin til brúnna, sum síðani verður latin upp fyri ferðslu. Men tey, sum ætla sær at brúka brúnna, mugu ikki líða av hæddar- ræðslu. Har brúgvin er hægst, er hon 342 metrar oman fyri lendið í neðra ella 18 metrar hægri enn Eiffeltornið, og tá er flagg- stongin ovast á torninum tikin við. Tann 41 ára gamli ísraelski njósnarin Azzam Azzam varð um vikuskiftið latin leysur úr einum eg- yptiskum fongsli í býti við seks egypt- iskar studentar NJÓSNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað var ein ovurfegin Az- zam Azzam, sum kom til Jerusalem sunnudagin, har hann løtu seinni hitti Ariel Sharon, forsætisráðharra. – Túsund takk, harra for- sætisráðharri. Eg veit ikki, hvussu eg skal takka tyg- um, men eg visti, at bleiv eg ikki latin leysur, meðan tygum vóru forsætisráð- harri, fór eg ongantíð at sleppa úr fongslinum, segði Azzam Azzam. Sharon greiddi tíðinda- fólki frá, at tá hann gjørdist forsætisráðharri, setti hann sær fyri at fáa Azzam Az- zam heimaftur, og at nú var hann endiliga komin á mál. Egyptiska trygdartænast- an tók Azzam Azzam í nov- ember í 1996. Hann var tá stjóri á einari klædnaverk- smiðju í Egyptalandi, men egyptisku myndugleikarnir ákærdu hann fyri njósning. Árið eftir kom hann fyri ein serligan trygdardómstól, sum dømdi hann 15 ára fongsul. Herfyri ljóðaði, at egypt- ar vóru sinnaðir at lata Az- zam Azzam leysan, um ísraelsku myndugleikarnir vildu ganga við til at lata palestinska leiðaran Mar- wan Barghouthi leysan. Einki spurdist burtur úr hesum, og Azzam Azzam varð ístaðin latin leysur í býti við seks egyptiskar studentar, sum hava sitið í fongsli í Ísrael, eftir at teir høvdu sníkt seg um markið. Ísraelsmenn vildu vera við, at studentarnir høvdu ætl- anir um at ræna ísraelskar hermenn, men sjálvir hava menninir greitt frá, at teir ætlaðu at finna sær arbeiði í Ísrael. Ísraelsku myndugleikar- nir hava ongantíð viljað váttað, at Azzam Azzam njósnaðist í Egyptalandi. Í 1979 var Egyptaland var tað fyrsta arabiska landið, sum skrivaði undir friðar- sáttmála við Ísrael, men tann harðrenda ísraelska framferðin ímóti palestin- unum gjørdi, at Egyptaland tók sín sendiharra úr Ísrael fyri fýra árum síðani. Í seinastuni hava tekin kort- ini verið um linna ímillum tey bæði londini. Heimsins hægsta brúgv Ísraelskur njósnari latin leysur – Eg veit ikki, hvussu eg skal takka tygum, harra forsætisráðharri, segði Azzam Azzam, tá hann sunnudagin hitti Ariel Sharon