týsdagur 18. juni 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 19. juni 2019 · Nr. 69
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
At rokniarkið er lagaligt man alt
tunnilskjakið, sum nú er uppi í tíð
ini, vera besta dømið um.
Kjakið um nýggjar tunlar norður
um Fjall á Borðoynni hevur valla
lagt seg, so er alt á gosi um, at nú
skal tunnil gerast til Suðuroyar.
Av stórum týdningi hevur tað
fyri onkran, at kjakið veruliga fær
fest seg áðrenn løgtingsvalið kom
andi.
Eyðsæð er, at samfelagsliga er
tað gagnligt, at so nógvar oyggjar og
øki í landinum verða knýtt saman
sum gjørligt. Tað verður fantastiskt,
tá koyrandi verður undir Tangafirði
millum Hvítanes, Strendur og Rók
ina.
Men tað verður ikki bara stutt
ligt, tí við vilja hava politikararnir
súltað trupulleikan við vegunum,
sum skulu svølgja allari øktu ferðsl
uni, sum verður.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin
á økinum, Henrik, Old dugdi ikki at
síggja trupulleikan og spurdi bara,
hvaðani allir bilarnir skulu koma.
Vit síggja skilið í havnargøtum í
hesum døgum. Tað er at kalla ikki
framkomandi í gøtunum seinna
partar, tá øll ferðslan skal út úr bý
num norðureftir. Tað verður í øllum
førum hvaðna verri, tá koyrandi
verður gjøgnum tunnilin.
Politiska ætlanin er tó púra
greið. Vit skulu hava hesar tunlar,
og sjálvt um politikararnir vita av
trupulleikanum við innkomuvegu
num bóðu megin við, so bíða teir
kortini, tí pengar eru ikki til tað.
Men málið verður pressað ígjøgnum
politisku skipanina kortini.
Soleiðis varð eisini gjørt við Við
areiðistunlinum, sum var trýstur
fram um tunlarnar norður um fjall,
tí ein týðandi politikari á Viðareiði
var bangin fyri, at um tunlarnir
norður um Fjall komu fyrst, so kom
Viðareiðistunnilin ikki. Helst hevði
hann rætt í tí. Men fyri tey sum
hava muga livað við vánaligu tunl
unum norður um Fjall var eingin
bati.
Áðrenn teir veruliga eru farnir
í holtur við Sandoyartunnilin, so
fegnast vit longu um Suðuroyar
tunnilin. Fólk á útoyggj sum Skúgv
oy firtnast, at teirra oygg ikki eisini
fær ein tunnil – og tað er sambært
borgarstjóranum í Skúgvoy prógv
fyri, at politikararnir hava avgjørt
at avfólka útoyggjarnar.
Valla er tað so. Politikarar loypa
eisini her upp um garðin, har hann
er lægstur. Ein slíkur tunnilin kost
ar 120 milliónir krónur fyri hvønn
kimometur – og hvør torir at tosa
um kanska 4-600 milliónir fyri
kunna koyra til Skúgvoyar og út í
Hest.
Kanska teir skuldi gjørt tvær
rundkoyringar klárar til ráðini eru
til tess. Men størstan týdning av
øllum hevur tað, at vit øll somul sláa
kalt vatn í blóðið og telja pengarnar.
Hóast roknistykkið sær pent
út – loysir seg at telja pengarnar
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
MARKLEYSA TUNNILSTRONGDIN
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Bjarni
Djurholm
Herfyri frættist, at tunnils
grótið úr Sandoyartunnlinum
skal tyrvast onkrastaðni nær
hendis tunnilsmunnanum við
Gomlurætt.
Orsøkin - eingin veit, hvat
hundraðtúsundir rúmmetrar
av gróti skulu brúkast til?
Vóru hesi tíðindi ikki vátt
að av tunnilsfelagnum og
myndugleikunum,
mundu
flestu hildið tað verið vána
ligt skemt - at tyrva hesa ov
urstóru mongd av nýtslugróti,
ístaðin fyri at brúka tað at
byggja land við.
Skamt frá tunnilsmunn
anum er okkara størsta og
avgjørt týdningarmesta søgu
liga pláss, har átrúnaðar- og
mentanarligi samleiki okkara
er sprottin.
Skjalfesta søgan um Kirkj
ubø gongur langt aftur um
víkingatíðina. Aftaná at Før
oyar vóru kristnaðar gjørdist
Kirkjubøur bispasæti í árinum
1111. Átrúnaðar miðdepil í
Norðurhøvum.
Søguligu virðini
Umframt Ólavskirkjuna, sum
er bygd í 13. øld, eru eisini
leivdir av St. Brendans-kirkj
uni (Líkhúsið).
Og so ikki minst Magnus
katedralurin (Múrurin), ið er
bygdur um ár 1300, sum kort
ini ikki bleiv liðugur (summi
meta, at katedralurin kortini
varð liðugt bygdur).
Skamt við Múrin er søgu
ligi
Kirkjubøgarðurin,
har
elsti parturin av bygningi
num - Roykstovan, ið er partur
av Stokkastovuni, er bygd fyri
uml. 1000 árum síðani, og er tí
burturav elsti og mest virðis
mikli søguligi bygningur yvir
høvur í landinum.
Stokkastovan er nú savn,
har kongsbóndin við fam
ilju býr. Verandi festari er 17.
ættarlið í óbrotnari linju, sum
býr á garðinum. Sanniliga
undranarsamt.
Stokkastovan verður rokn
að at vera eitt av heimsins
elstu timburhúsum, har fólk
framvegis búgva. Í sjálvum
sær eisini søguliga merkisvert.
Hetta er staðið har Sverri
kongur av Noregi vaks upp, og
har hægri lærustovnur (prest
askúli) var staðsettur heilt
upp til reformatiónina.
Einstaklingaátak
Frá almennari síðu sýnist lít
il áhugi at vera fyri okkara
søguliga samleika. Sjón er
fyri søgn, at alsamt fleiri virði,
sum áttu at havt sjálvsagda
eksponering, bert eiga lítlan
lut í raðfestingunum hjá landi
og kommunum.
Einstaklingar hava kortini
av sínum eintingum skotið
upp at varðveita søgulig støð.
M.a. gjørdi J. P. Gregorius
sen, arkitektur, saman við øðr
um, verkætlan fyri Múrin og
Kirkjubø at leggja fyri mynd
ugleikar og almenningin fyri
uml. 20 árum síðani.
Men so eiðasørt, at nakað
positivt afturljóð kom frá
valdshavunum. Verkætlanin
liggur tí framvegis goymd og
gloymd í onkrari skuffu.
Brandansvík
Men nú hava myndugleik
arnir søguliga møguleika at
vísa í verki, at atlit verða tikin
fyri okkara søguliga mentan
ararvi og virðing fyri okkara
samleika.
Ístaðin fyri at tyrva grót
burturi í haga, er tað so sjálv
sagt, at tað verður brúkt at
gera landfast aftur millum
Kirkjubøhólmin og landið, og
soleiðis endurskapa lendið,
sum tað sá út áðrenn Kyndils
messuódnina Hørðu í 1602, tá
leyst bleiv millum Kirkjubø og
Hólmin.
Tað er ovmikið av gróti at
endurskapa Brandansvík og
kanska eisini lendið suður við
landinum.
Síðani kann fornmyndug
leikin í stigum, saman við køn
um fólkum, byggja uppaftur
býlingin á økinum, sum verð
ur í samsvari við byggisiðirnar
fyri 400 árum síðani.
Søgan sigur, at eini hálvt
hundrað sethús vóru á lendi
num, sum bleiv oyðilagt í ódn
ini í 1602.
Perla kontra visiónsloysi
Økið hevði blivið ein sonn søg
ufrøðilig perla, har Múrurin
skuldi verið umvældur og lok
aður í samsvari við uppskot
ini hjá J. P. Gergoriussen ella
gjørdur liðugur, soleiðis sum
nakrar keldur halda hann
hava verið í síni tíð.
Kirkjubøur hevði soleiðis
blivið eitt satt upplivilsi her í
útnorði við síni framúr ment
an- og skjalafastari søgu.
Blivið okkara tjóðsavn til
sóma og prýði fyri land og
fólk, og samstundis ein heið
ur til tey, sum í øldir hava røkt
fedranna arvin á staðnum.
Ætlanin at tyrva grótið
undan Skopunarfirði er púra
við síðuna av, visiónsleyst - nú
framúr høvi er at enduskapa
størstu mentanarperluna í
landinum.
Hugsið,
um
Kirkjubøur
aftur bleiv tað, sum vit lesa
í søguni og hoyra frá livandi
frásøgnunum frá bóndanum
á staðnum.
Tá høvdu vit sanniliga
kunna fegnast um okkara
upphav frá landnámstíðini.
Staðið, sum í øldir var okkara
mentanardepil.
Kirkjøbøur - okkara framtíðar tjóðsavn?
Grøna økið: Soleiðis kundi Brandansvík verið endurskapt