týsdagur 18. juni 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Spara 15 prosent av oljunýtsluni
Síðani í mars mánaði hevur Hav Atlantic verið við í eini royndarverkætlan, har skipið hevur fingið eina nýggja
skipan umborð, sum sparir olju. Higartil hava teir spart 15 prosent, men teir vænta at spara nøkur prosent afturat
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit væntaðu at spara um 10
prosent. Higartil hava vit spart
15 prosent. Og vit vænta, við
nøkrum tillagingum afturat, at
fara at spara nøkur prosent
afturat, sigur Bárður Højgaard,
ein av teimum fýra brøðrun
um, ið eigur reiðaríið Frakt &
Sand, sum eigur Hav Atlantic.
Bárður Højgaard er sjálvur
elektrikari og arbeiðir nógv
við tí tekniska umborð á
skipunum hjá reiðarínum.
Klók skipan sparir
oljunýtsluna
Tað var síðst í 2018 at byrjað
varð at seta nýggju skipanina
umborð á Hav Atlantic. Skip
anin hevur heitið Frugal Pro
pulsion.
Tað er eitt danskt felag, ið
eitur Frugal, ið hevur ment
loysnina. Skipanin er snild og
kann stýra snúningunum á
motorinum. Skrúvan er flytilig
og bløðini draga fyri at fáa
meira ferð á.
Er hækking á, so minka
snúningarnar á motorinum.
Skipanin er klók og gevur
nógv
ymisk
dáta.
Millum
annað avlesur hon oljumáting
ar fyri hvønn tíma, og hon
roknar eisini út, hvussu tað
ber til at spara mest. Til dømis
um nógv stendur á akslunum,
so lækkar hækkingin á skrúv
uni, og tað gevur fleiri snún
ingar.
– Skipanin minkar um olju
nýtsluna hjá skipinum. Spar
ingin svarar til umleið 225.000
litur MGO, og 15.000 kilo av
NOx um árið, sigur Bárður
Højgaard.
Av tilvild
Skipanin varð sett í so við og
við, meðan Hav Atlantic lá við
kai og lossaði. Tað var bara ta
einu ferðina í mars at skipið
mátti liggja við kai í fimm
dagar, tá ið skipanin endaliga
varð sett upp umborð, at tað
ávirkaði vanligu rutuna hjá
skipinum eitt sindur.
– Tað hevur ikki órógvað
arbeiðið á skipinum nógv. Vit
vænta, at íløgan, ið vit hava
gjørt, verður spard innaftur
eftir einum ári, sigur Bárður
Højgaard.
Tað var eitt sindur av tilvild,
at Hav Atlantic gjørdist partur
av royndarverkætlanini.
– Vit sigla runt í nógvar
havnir í Norðurevropa, og tá
koma vit eisini í prát við nógv
fólk. Vit ynskja eisini at vera
meira grønir. Men tað er eisini
greitt, at kappingin er hørð
innan okkara vinnu, og hon
gevur ikki so nógv. Tí er eisini
neyðugt at hyggja eftir, hvar
vit kunnu spara. Okkara kapp
ingarneytar eru útlendingar.
Tá ið vit hoyrdu um hesa skip
anina, hildu vit, at vit skuldu
royna hana, sigur Bárður Høj
gaard.
Ætlandi umborð á
fýra onnur skip
Skipanin sendir dáta inn á
skipanina hjá Frugal á skriv
stovuni í Danmark, og teir ar
beiða allatíðina við at menna
hana.
Nú ætlar Frakt & Sand at
fáa skipanina umborð á fýra
onnur
skip
hjá
felagnum,
nevniliga umborð á Hav Nes,
Hav Nordic, Hav Skandic og
Hav Saga. Skipanin riggar sum
nú er ikki til øll sløg av skipum,
men nevndu skip líkjast Hav
Atlantic, og væntandi fer hon
at rigga har.
– Vit eru í gongd við at
kanna um tað ber til at fáa
skipanina umborð á hesi fýra
skipini eisini. Vit vóna, at hon
eisini fer at spara oljunýtsluna
á teimum skipunum, sigur
Bárður Højgaard.
Frugal hevur verið í sam
bandi við skipaverksmiðjur,
sum gera nýbyggingar, fyri at
kanna um hendan skipanin
kann setast umborð.
Skipanin hevði nokk ikki
rigga til frystiskip og onnur, ið
hava tørv á nógvari el-orku.
Men hon sær út til at passa
væl til nøkur av skipunum, ið
Frakt & Sand hava.
– Nýggja skipanin riggar
ikki at nýta umborð á øllum
skipum. Tað er best um skrúv
an hevur broytiliga hækking,
sigur Bárður Højgaard.
Siglir í Norðurevropa
Hav Atlantic er eitt fraktskip,
sum fyri tað mest siglir við
fiskamjøli, sandi, skervi og
aðrari frakt millum havnir í
Norðurevropa. Millum annað
verður siglt til Norra, Litava,
Týskland, Ongland, Holland og
Spania. Tað er sjáldan at skipið
er í Føroyum. Skipið er 90
metrar langt og lastin er 5.500
rúmmetrar.
Sjey menn sigla við skipin
um.
Frakt & Sand hava níggju
skip og umleið 120 fólk í starvi.
Hav Atlantic við Norðskála
Hav Atlantic