týsdagur 18. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Fara nú at stovna felag gera
tunnil til Suðuroyar
P/F SUÐUROYARTUNNILIN Landsstýrismaðurin í samferðslumálum
fer nú beinanvegin undir fyrireikingina til at stova eitt
alment partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar
Áki Bertholdsen
– Nú skal eitt alment parta
felag setast á stovn at fyrireika
og at standa fyri arbeiðnum at
gera undirsjóvartunnil til Suð
uroynna.
Tað sigur Heðin Mortensen,
landsstýrismaður í samferðslu
málum.
Ein
arbeiðsbólkur,
sum
hann setti fyrr í ár at kanna
spurningin um at gera undir
sjóvartunnil til Suðuroynna,
vísir á, at skal tað verða klárt
at fara undir arbeiðið í 2023, tá
ið Sandoyartunnilin er liðugur,
verður neyðugt at fara undir
tær neyðugu forkanningarnar,
og aðrar fyrireikingar, beinan
vegin.
Tí mælir bólkurin eisini til,
at eitt alment partafelag verð
ur stovnað beinanvegin at
standa fyri arbeiðnum, og at
ein verklagslóg um tunnilin
eisini verður samtykt í løgting
inum.
Púra klárt
Og Heðin Mortensen sigur, at
tað er júst tað, hann ætlar sær
at gera.
– Nú fari eg beinanvegin
undir tað fyrireikandi arbeiði
við tí endamáli at stovna P/F
Suðuroyartunnilin, so at ar
beiðið at fyrireika undirsjóvar
tunnilin kann halda fram, sig
ur hann.
Hann sigur, at endamálið
má vera at fara undir arbeiðið,
beinanvegin tunnilin til Sand
oyar er liðugur, tí málið er at
tað skal verða koyrandi til
Suðuroyar í 2030.
Heðin
Mortensen
ivast
kortini stórliga í um tað eydn
ast at stovna partafelagið í
hesum valskeiðnum, sum end
ar á ólavsøku.
Løgtingið er farið í summ
arfrí og tað veldst alt um, nær
løgmaður útskrivar løgtings
val. Ger hann tað ikki á sjálvari
ólavsøku, er tað ein møguleiki
hjá hesum Løgtinginum at
gera tað.
Men útskrivar løgmaður val
í ólavsøkurøðu síni, stendur
tað til nývalda Løgtingið at
stovna partafelagið.
– Men eg ætli mær so at
gera alt tað fyrireikandi ar
beiðið, soleiðis at tað verður
púra klárt hjá tí nýggja Løg
tinginum at seta felagið á
stovn beinanvegin, sigur Heð
in Mortensen.
Hann sigur, at endamálið
má so vera at seta eina fimm
milliónir av til fyrireikingarnar
um árið, til 2023, tá ið tað skal
vera klárt at bora.
Hann heldur, at tað hevur
stóran týdning at hildið verður
fram við arbeiðnum at binda
landið saman.
– Kemur stígur í eftir at
Sandoyartunnilin er liðugur,
stúri eg fyri, at tað verður sein
ur dagur, áðrenn tað kemur
gongd á aftur, og tað hevði
verið ein stórur missur fyri
bæði Suðuroynna, og restina
av landinum, heldur hann.
Í eitt felag
Heðin Mortensen, landsstýris
maður
í
samferðslumálum
tekur undir arbeiðsbólkinum í,
at allir undirsjóvartunlarnir
verða lagdir í eitt og sama
felag.
– Vit eiga at hava eina sam
haldsfasta skipan og tað er
púra greitt, at skal allur kostn
aðurin fyri Suðuroyartunnilin,
takast av fíggjarlógini, verður
tað ógvuliga møtimikið, fyri
ikki at siga ímøguligt. Tí verð
ur neyðugt at fíggja ein part
av honum við bummgjøldum,
eisini úr verandi undirsjóvar
tunlum, sigur landsstýrismað
urin.
– Ein suðuroyartunnilin er
ein felags verkætlan fyri allar
føroyingar, staðfestir hann.
Ein suðuroyartunnilin er ein felags verkætlan fyri allar føroyingar, staðfestir Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum
Nú fari eg
beinanvegin
undir tað
fyrireikandi
arbeiði
Kemur stígur
í eftir at
Sandoyar
tunnilin er
liðugur, stúri
eg fyri, at tað
verður seinur
dagur, áðrenn
tað kemur
gongd á aftur