týsdagur 18. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Janus Einar, Simmer Dim og Ísland
Johan Mortensen
Tað eru góðar tíðir her á landi
og tað verður alt meira vanligt
at fara at stytta sær stundir
uttanlanda í Barcelona, Paris,
Mallorka og skjótt kemur eis
ini New York á skránna og utt
an iva verða eisini onnur
ferðamál hjá Atlantic Airways.
Vit eru heppin at hava At
lantic Airways men sanniliga
heppin eisini at hava Norr
ønnu . Tað eru nógv sum nýta
høvið at fara ein stuttan túr til
Islands á vetrarsiglings skránnu
sum júst nú er liðug, hetta er
sera ómakaleyst og so at hava
bilin við. Tú hevur sálina við
tær tá tú siglir.
Tú fer umborð manadag í
Havn, er inni í Seydisfirdi týs
morgunin og tað tekur ikki
meira enn tríggjar tímar at
koyra upp til Mývatn og eitt
sindur longri til Akureyrar.
Tað er sera hugtakandi at
koyra eftir íslendska háland
inum, stórbært og oyði og at
njóta litspælið sum Kjarval var
slíkur meistari í at avmynda.
Hetta er saga land og meðan tú
koyrir á góðum vegi fer tú at
hugleiða um ikki gomlu kapp
arnir Egil Skallagrímson, Njál
og Gunnar á Líðarenda hava
tvísporað henda vegin !
Hjá teimum sum elska fugl
er Mývatn eitt eldurado! Vul
kanska Gosbaðið við Mývatn
er óført at hvíla seg i aftaná
koyriturin og tað eru fleiri góð
hotel har, millum annað nýggja
Fosshotellid.
Øll hotellini á Mývatni hava
gott lambakjøt á matarskránni
og síl roykt á lambasparlum –
soleiðis hava teir konserverað
i øldir.
Vit vilja eisini viðmæla øll
um at síggja Fuglasavnið á Mý
vatni – høvdu vit bert havt
slíkt her, ansurin fyri fugli her
á landi er lítil í løtuni.
Fer tú ikki á Mývatn, men
velur heldur at fara út í firðir
nar við Egilsstøðum er sera
nógv forvitnisligt at síggja og
nógv áhugaverd søvn.
Summi velja at gista týs
náttina í landi og so koma um
borð aftur Mikukvøldið og
hevur tú biðið um borð á
Simmer Dim skal tú gleða teg.
Janus Einar Sørensen er ein av
okkara
frægu
kokkum
og
hevur hann arbeitt á Koks og
tað sæst aftur í frálíku 7 rætta
matskránni hjá honum. Janus
Einar hevur gjørt Simmer
Dim til eina matstovu á
altjóða støði.
Har er nógv sera forvitnis
ligt td., cullotta sum er turkað
umborð, ein flótandi hjallur !
culottan smakkaði sera væl og
ein fínur brellbiti, og so var
ræstfiskasúpan,
skøturavar,
laksur, tartarur, hummari,
neytakjøt úr Lorvik og sera
fínar dessertir. Tað eru yvir
høvur føroyskar rávørur.
Rættirnir vóru allir sera
vælsmakkandi og elegant og
raffinerað borðreiddir og ein
góð vínskrá og føroyskt bjór.
Sær til hjálpar hevur Janus
Einar unga kokkin Hans J
Abrahamsen og fyri servering
ini hetta kvøldið stóð Emely
Tinudóttur Tjørná. Hesi skulu
øll hava nógv rós fyri eitt per
fekt kvøld !
Simmer Dim er flótandi før
oysk gastronomi sum vil nakað.
Tað eru sera nógvir útlend
ingar sum royna matin i Simm
er Dim og eru hugtiknir av
okkara ræsta og smakkuni
versi yvirhøvur. Simmer Dim
er fín reklama fyri okkara
skjótt vaksandi gastroferða
mannavinnu.
Aftaná ein goðan døgurða
kundi tú seta teg við einari
Slupp Øl og hoyra Leu Kamp
man og Vinjard tulka Leonard
Cohen.
Áðrenn tú so fór í land hós
dagin bar til at njóta smyrji
breyð á Simmer Dim, hetta er
klassiskt smyrjibreyð men við
føroyskari nýhuxan, sera fínt.
Eg vil viðmæla øllum at
royna henda møgulleika fyri
einari fínari “mini” feriu í Ís
landi.