Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú hug at vera við í einum sterkum dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna gerandisdag? Ert tú motiveraður til at gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so er starvið sum internt sølufólk hjá okkum tann rætta avbjóðingin til tín. Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá smáum kundum til størri verkætlanir. Við tað at tín dagligdagur verður fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt spennandi arbeiðspláss hjá tær. Tín vanligi arbeiðsdagur Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari ráðgeving og sølu til el-installatørar og ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at geva tilboð og standa fyri søluátøkum. Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta kundan í fokus. Tínar kvalifikatiónir Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk ímynda vit okkum, at tú hevur eina bakgrund innan el-vinnugreinina t.d. handilsútbúgving ella sum elektrikari ella el-installatørur. Sum starvsfelagi ert tú álítandi og áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Ert tú áhugaður? Ljóðar hetta sum ein spennandi karrierumøguleiki? So send okkum tína umsókn/CV á mail starv@solar.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin 24. juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni. Starvssetan Skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, set teg í samband við stjóran Claus V. Christensen tel. 237930 mail: cvc@solar.fo Vit síggja fram til tína umsókn. Solar Føroyar P/F Brekkutún 2 FO-188 Hoyvík Tel. 357933 Ert tú okkara nýggja sølufólk? Grafix 504251 BILUR TIL SØLU Vegna konkursbúgv verður ein Fiat Ducato 250, diesel, árg. 2007 lýstur til sølu. Myndir av bilinum eru at síggja á heimasíðuni www.jura.fo. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, ojk@jura.fo tlf. 353335 ella skrivaran, Margit Svabo Jørgensen, msj@jura.fo. TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, íð sýndu okkum samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma, langomma, og olduromma Bodhild Sallie Larsen 13.10.1926 – 18.12.2018 andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri vøkur orð frá Bergtóri Hjelm Bjarkhamar á Mørkini. Tøkk til Emil Olsen fyri vøkur og troystarík orð í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til Ólav Olsen fyri vakran tónleik í kirkjuni. Túsund takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt, hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og fyri peningagávur til Røktarheimið Mørkina. Ein serstøk heilsan til starvsfólkini við Neyst á Mørkini fyri góða røkt, umsorgan og blíðskap. Stóra takk fyri tað. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldastað. Familjunnar vegna Poulina, Magnina, Súnhild, Óli og Oddbjørg v. fam. Rannvá, Dagmar, Bodhild, Anja og Óluvá v. fam. Umbiðið kalendarin nú og sendi hann til útheimin 2020 Tel. 34 18 00 bokhald@sos.fo Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo