Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓANSØKA SÓLFRÍÐ BECH VERÐUR NÝGGJUR KUNNINGARLEIÐARI Á TVØROYRI Póla Strøm, sum í ein mannsaldur hevur verið leiðari á Kunningarstovuni á Tvøroyri, fer nú frá vegna aldur. Men, hon fer ikki so langt, tí hon er byrjað í hálvtíðarstarvi í móttøkuni hjá Tvøroyrar kommunu Vilmund Jacobsen Herfyri søkti Tvøroyrar Komm­ una eftir nýggjum leið­ara til Kunningarstovuna, Visit Suð­ uroy á Tvøroyri. Nú er vorðið greitt, at tað verður Sólfríð Bech, ið verður nýggjur leiðari á Kunningarstovuni. Sólfríð Bech er 28 ára gomul, og hon er av Tvøroyri. Hon hev­ur útbúgving innan altjóða fyri­tøkusamskifti og enskt, ið hon las í Aalborg.  Hon hevur eisini lisið spanskt og italienskt, tá hon eitt tíðarskeið búði í St. Andr­ ews í Skotlandi. Sólfríð varð liðug við útbúgvingina í 2016 og flutti heim til Føroya í 2017 – og til Tvøroyrar á ólavsøku í 2018. Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at Sólfríð Bech er sera spent upp á avbjóðingina, og hon hevur longu hugsað um ymiskt, ið hon vil gera okk­ urt munandi við. - Sólfríð Bech sigur seg gjarna vilja, at Kunningar­stov­ an á Tvøroyri verður meira sjón­lig á netinum, og í tí sam­ bandi kundi hon hugsað sær eina nýggja heimasíðu. Fyrsta tíð­in fer tó sjálvandi við at seta seg inn í tingini og at læra manna­gongdirnar at kenna.  Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at nú Sólfríð Bech byrjar í starvinum, merkir tað, at onkur annar fer úr starvinum. - Póla Strøm, sum í ein mann­saldur hevur verið leið­ ari á Kunningarstovuni, fer nú frá vegna aldur. Póla hevur verið ímyndin av Kunning­ar­ stov­uni í so mong ár, at tað verð­ur løgið, at hon ikki longur tek­ur telefonina - ella tekur ímóti teimum mongu vitjandi í móttøkuni. Póla í hálvtíðarstarv Í Tvøroyrar kommunu leggja tey aftrat, at Strøm tó ikki fer so langt, tí hon er byrjað í hálv­ tíðarstarvi í móttøkuni hjá Tvør­oyrar kommunu. Tað eru vit í kommununi sera fegin um, tí Póla Strøm ligg­ur inni við sera stórari vit­ an um mannagongdirnar í um­ sit­ingini hjá Tvøroyrar komm­ unu. - Hon byrjaði í starvi sum kunn­ingarleiðari í 1994 og hev­ ur sostatt verið í starvinum í sam­full 25 ár, nú hon gevst. Við heimasíðuna hjá Tvør­ oyr­ar kommunu vísir Póla Strøm á, at nógv er broytt sein­ astu árini, og ferðafólkini eru fleir­faldaði. - Tað er gleðiligt, heldur hon fyri. Sambært Tvøroyrar komm­ unu hevur Póla Strøm verið glað fyri starvið, men hon fegn­ast eisini um, at hon nú kann fara niður í tíð, og at hon kann lata starvið frá sær til ein annan.  Sólfríð Bech byrjar í starv­in­ um sum kunningarleiðari hin 1. august, og í Tvøroyrar komm­unu ynskja tey henni hjarta­liga vælkomnari. Janus W. Mortensen við nýggjum lagi á jóansøku Eins og siðvenja er á jóansøku á Tvøroyri, so er ein ørgrynna av tónleiki at hoyra í miðbýnum, har Tvøroyrar kommuna hevur skipað fyri palli og tjaldi fyri jóansøkugestunum Vilmund Jacobsen Eitt av teimum meira for­ kunn­ugu tón­leika­innsløg­un­ um í ár, er ein live-frum­ framførsla frá Janus W. Mort­ensen. - Janus hevur røtur á Tvør­ oyri og er einamest kendur fyri sonnu landapláguna “Mítt vakra Føroya Land”, sum varð til í samstarvi við Jens Marna Hansen og Norð­leif W. Holm. Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at hetta lag veru­ liga hevur veruliga vunnið frama millum føroyingar, og tí var tað við spenningi at lurtað varð eftir útvarpinum um dagarnar. - Tí nú hava teir báðir, Jan­ us W. Mortensen og Jens Marni Hansen, enn einaferð sett seg saman og hava givið eitt nýtt lag út. Víst verður á, at KvF var fyrst úti við lagnum, men á jóansøku verður fyrsta live- framførslan. - Framúrskarandi lagið, “Eg vil kempa fyr at liva”, liggur nú á Youtube, har lagið kann hoyr­ast. Lítil ivi er um, at hetta lagið eisini fer at verða tráðspælt í miðlunum kom­ andi tíðina, vænta tey í Tvør­ oy­rar kommunu. Janus W. Mortensen fer á pall­in í miðbýnum á Tvøroyri fríggja­kvøldið 21. juni klokkan 22, og á Tvøroyri vóna tey, at fólk møta fjølment at hoyra frálíku røddina. Sólfríð Bech er 28 ára gomul, og hon er av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving innan altjóða fyritøkusamskifti og enskt