týsdagur 18. juni 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
36
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JÓANSØKA
BAKARÍIÐ HJÁ HANS OLAF
GER BURTUR ÚR JÓANSØKU
- Umframt vanligan bakstur, fara vit at hava toast, poppkorn, pizza og salat, og sum nakað
serstakt fara vit eisini at hava turt tvøst, spik og epli, sigur Hans Olaf Johannesen, bakari
Vilmund Jacobsen
Bakaríið hjá Hans Olaf á Tvøroyri er
kent um landið fyri stuttligu lýsingina:
“Um tú kemur í bili ella jolle – hjá okk
um fæst altíð ein góður bolle...”
Men,
nú
jóansøka
verður
um
vikuskiftið, fer fryntligi bakarin at gera
meira burtur úr enn vanligt, og
leygarkvøldið fer bakaríið eisini at
hava opið heilt til á midnátt.
- Jú, vit fara at gera eitt sindur eyka
burturúr, tí vit vænta nógv fólk á
Tvøroyri á jóansøku ár. Umframt
kappróðurin, sum vanliga savnar nógv
fólk, verður eisini landskappingar
dystur og steypadystur leygarkvøldið
klokkan 18.30 millum TB og oddaliðið,
KÍ. Klaksvíkingar plaga at vera raskir
at fylgja sínum liði, og tí vænti eg, at
eisini áskoðararnir fara at síggjast
aftur í býnum henda dagin. Smyril
siglir ikki av Tvøroyri fyrr enn klokkan
22 leygarkvøldið, og tað merkir, at bæði
kappróðrarfólk og viðhaldsfólk hjá KÍ
– umframt onnur, sum koma suður at
vitja okkum leygardagin – sleppa ikki
heimaftur fyrr enn í fyrsta lagi út á
kvøldið, sigur Hans Olaf Johannesen.
Ger meira burturúr
Bakarin á Tvøroyri vísir á, at umframt
vanligan bakstur, fara tey á jóansøku
eisini at hava toast, poppkorn, pizza og
salat, og sum nakað serstakt fara tey
eisini at selja turt tvøst, spik og epli.
Hans Olaf Johannesen sigur, at
bakaríið letur upp leygarmorgunin
klokkan 07, og opið verður heilt til á
midnátt.
Sunnudagin verður opið frá klokkan
14 til 20.
- Eg eri í nevndini hjá TB, og tískil
eru vit sum felag eisini partur av
fyrireikingunum til jóansøkuna, ið
fleiri feløg saman við kommununi
standa saman um.
Hans Olaf Johannesen vísir á, at TB
gav B36 ein harðan dyst seinasta
vikuskiftið, og hann sigur seg vóna og
vænta, at TB eisini fer at megna at geva
oddaliðnum harða mótstøðu.
- Okkara lið fer á vøllin fyri at vinna,
tí tað er á heimavølli, vit mugu skava
okkum stigini saman.
Bakarin sigur, at hann hevur hugt
eftir veðurútlitunum til vikuskiftið, og
útlitini eru góð.
- Tað hevur alt at siga fyri eitt slíkt
stevnutiltak, at veðurgudarnir eru við
okkum. Vit hava eina góða skrá, og her
er heilt víst nakað til øll, bæði børn,
vaksin
og
tilkomin,
eins
og
ein
bygdastevna sjálvsagt eisini er eitt
familjutiltak, sigur hann.
Bakari í 1994
Í stuttum kunnu vit siga um bakaran,
Hans Olaf Johannesen, at hann lærdi
til bakara og kondittara í Vági, og hann
varð liðugur at læra í 1994.
Eftir at hava arbeitt sum bakari í
Danmark í nøkur ár, byrjaði hann fyri
seg sjálvum í Porkeri í 1999.
Í 2005 keypti hann eisini bakaríið
hjá Odduri Dimon á Tvøroyri, og árini
1999 til 2012 hevði hann bakarí bæði í
Porkeri og Tvøroyri.
Í 2012 gjørdi hann av at steingja í
Porkeri og byggja uppí á Tvøroyri.
- Eftirspurningurin eftir bakstri var
vorðin so mikið stórur, at eg kundi ikki
lata aftur í Porkeri, fyrr enn eg hevði
vaksið um kapasitetin á Tvøroyri, sigur
Hans Olaf Johannesen.
Tað er ikki vanligt, at bakari selur turt tvøst, spik og epli, men hetta verður partur av konseptinum hjá Hans Olafi Johannesen á jóansøku