týsdagur 18. juni 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JÓANSØKA
Batar
eru at
hóma
í Hovi
Seinastu tíðina hevur
Hovs kommuna selt
trý grundstykki,
og ítøkiligir
fyrispurningar
eru um onnur
grundstykki í Hovi
Vilmund Jacobsen
Fara vit nøkur ár aftur, sá einki
serligt út hjá eitt nú Hovs
kommunu – við minkandi
fólkatali og minkandi skatta
inntøkum. Men, nú kann borg
arstjórin, Jónsvein Hovgaard,
fegnast um, at batar eru at
hóma.
- Fólkatalið, sum var í mink
ing, er vaksið nakað aftur, og
skattainntøkurnar, sum eisini
vóru minkandi, eru kvinkaðar
nakað upp eftir, sigur hann.
Hyggja vit í seinastu hagtøl
ini hjá Hagstovu Føroya, sæst,
at fólkatalið í Hovs kommunu
hin 1. apríl í 2018 var 99 – og hin
1. apríl í 2019 var talið 102.
Sambært Hagstovu Føroya
var her talan um ein vøkstur á
3 prosent yvir eitt ár.
Men, borgarstjórin ásannar,
at tað kann ganga skjótt hvønn
vegin, tá bygdin er so fáment,
sum Hovs kommuna er.
- Tað er lívsins gongd, at
onkur dettur burtur av, og so
leiðis hevur seinastu tíðina
eisini verið her hjá okkum.
Jónsvein Hovgaard vísir á,
at
skattainntøkurnar
hjá
kommununi hava verið heldur
størri í ár og í fjør enn tey tvey
árini frammanundan.
- Vit vóna soleiðis, at árið í
ár fer at hildnast, og at 2019
ikki verður verri enn árið í fjør.
Men, tað er ógjørligt at siga,
hvussu gongdin verður, leggur
hann aftrat.
Borgarstjórin fegnast eisini
um, at aling aftur er í gongd á
fjørðinum, og hann vónar, at
hetta virksemi eisini fer at
geva nakrar krónur í komm
unukassan, sum tíðin gongur.
Selt grundstykki
Tað, sum kanska serliga lyftir
undir bjartskygni í Hovs komm
unu í løtuni er, at kommunan
seinastu mánaðirnar hevur
selt trý grundstykki, og tað er
ikki hent í fleiri ár.
- Vit vænta, at tvey av hús
unum verða bygd heilt skjótt,
og síðan vóna vit eisini, at
triðja húsið stendur uppi áðr
enn langt um líður. Tað er so
leiðis, at komman nú treytar
sær, at bygt verður innan rími
ligt tíð sum er tvey ár.
Borgarstjórin sigur, at um
framt, at nevndu trý grund
stykki eru seld, eru eisini fyri
spurningar um onnur grund-
stykki.
- Eg vil siga, at vit hava
rættiliga ítøkiligar fyrispurning
ar um onkur grundstykki aftrat,
og tað fegnast vit sjálvsagt um.
Jónsvein Hovgaard sigur, at
Hovs kommuna eigur tvey
grundstykki aftrat, sum eru
klár at selja, og hesi fara fyri
eina lutfalsliga lítla upphædd.
- Vit hava selt planeraði
grundstykki fyri einar 30.000
krónur og óplaneraði fyri ein
ar 15.000 krónur. Hetta eru
grundstykki, sum hava ligið í
nógv ár, og nú vóna vit, at vit
kunnu selja tey til fólk og
familjur, sum ætla sær at
búgva í Hovi.
Jónsvein Hovgaard sigur, at
kommunan eisini hevur fyri
spurningar um grundstykki til
summarhús, men hann heldur
ikki, at tað er hetta, sum
kommunan hevur mest brúk
fyri í løtuni.
- Vit ynskja, at fleiri flyta til
Hovs at búgva, og tað gleðir
okkum, at talan eisini er um
familjur við børnum, sum eru
fluttar higar, leggur hann aftr
at.
Hovs kommuna eigur góðan
skúlan, men her er eingin
skúlagongd. Tí verður skúlin
og góði skúlagarðurin brúktur
til onnur endamál.
- Vit hava avtalu við aðrar
kommunur í Suðuroy um bæði
skúla og barnaansing, og hvar
hesar avtalur eru, hongur sum
oftast neyvt saman við, hvar
foreldrini koyra til arbeiðis,
sigur Jónsvein Hovgaard.
Ein túr á jóansøku
Borgarstjórin vísir á, at nú
jóansøka verður á Tvøroyri
um vikuskiftið, fer hann helst
ein túr norður at hyggja eftir
kappróðrinum.
- Mær dámar væl at síggja
kappróðurin, og síðan kundi
eg hugsað mær at verið við til
felagssang. Eg skilji, at nógv
forvitnisligt er í jóansøku
skránni, og er tað okkurt, sum
eg havi hug at vitja og síggja,
fari eg væntandi til onkur onn
ur tiltøk eisini, sigur Jónsvein
Hovgaard.
Hovs kommuna hevur selt trý grundstykki seinastu tíðina, og fyrispurningar eru um onnur grundstykki, sum kommunan eigur
Borgarstjórin í Hovs kommunu, Jónsvein Hovgaard, sigur, at tað eru batar at hóma. – Men, tað er altíð trupult at spáa um framtíðina, sigur hann