Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Málið um nýggju møblarnar hjá trygg­ing­ ar­stjór­anum á Kongabrúnni hevur pot­en­ t­i­ali at gerast enn ein gýsari frá stóra trygg­ing­ar­risanum, sum næstan allir før­ oy­ing­ar eiga. Har hevur verið stríð um vald, har hev­ ur ver­ið stríð um bankakeyp, og har hevur ver­ið stríð um skattafrádrátt fyri himm­al­ róp­andi upphæddir – ja frádráttur sum fyri hvønn einstakan av okkum skatt­ gjald­ar­um hevði merkt eitt minus upp á ein­ar 2.000 kr í part –yvir 90 milliónir til­ sam­ans – og ikki minst um astronomiskar frá­far­ing­ar­lønir. Nú stóðst orrustan av, at Kringvarpið hev­ur lisið í roknskapinum, at leiðslan, sum er stjórin í felagnum, hevur keypt møbl­ar til skrivstovu sína frá manni sín­ um fyri 265.000 krónur. Nevnd­ar­for­mað­ ur­in sig­ur, at handilin er í ordan, men hann var mis­nøgd­ur við, at hann ikki var spurd­ur áðrenn. Men hann hevði nokk havt sagt ja, segði hann í samrøðu við út­ varp­ið. Helst hevur stjórin verið óumhugsin í sín­um met­ing­um, men tá Kringvarpið fer víð­ari til um­boðs­ráðið í felagnum, so skurrar enn meira. Hetta demokratiskt valda ráð millum tryggignartakarar kann bara út­tala seg, um formaðurin góðkennir tað! Og tá so formaðurin »ikki er at hitta«, so verð­ur einki úttalilsi frá Umboðs­ráð­ num – evsta valdi felagsins. Ber tað veruliga til at nokta um­boðs­ ráðs­lim­um at úttala seg, ella er tað ein kol­l­ek­tiv avgerð ímillum teirra, vit hava valt, at tey ikki skulu svara okkum, tá vit spyrja? Best sum vit hildu, at hesin stóri penga­kassi okkara var komin upp á betri tank­ar, so endurtekur søgan seg – søgan, har leið­andi persónar í felagnum seta trú­ virði felagsins í vanda. Tað er ikki gott fyri felagið, og tað er ikki gott fyri trygg­ing­artakararnar. Eitt er, at stjórin ger ein bukk. Hann kann fáa eina nøs ella fáa sekkin, ella hvat nú nevnd­in velur at gera. Men at binda alt umboðsráðið niður, so tey einki slappa at siga, tað er óneyðug og ódámlig valdsmisnýtsla. Um tey hava gjørt tað sjálvboðið, so eiga tryggingartakararnir at leggja sær tað í geyma. Kemur tað úr erva og er kroyst niður yvir umboðsráðið, so kunnu vit bara staðfesta, at enn skurrar í pengaboksini á Kongabrúnni. Nú skurrar aftur á Kongabrúnni 21. JUNI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Á longsta degi, í dag 21. juni kl. 18, verður spennandi tvørpolitiskt tiltak úti í Grøv í Klaksvík. Alt hetta verður á skrá: Snarrøður. Øll valevni, sum eru áhugað, fáa møguleika at halda eina røðu upp á tveir minuttir. Politiskt vinarligt munnhøgg. Tvey valevni ímóti hvørjum øðrum. Tey fáa 1-2 min hvør. Jónleif Johannesen og Óluva Klettskarð hava longu bjóðað seg. Eru onn­ ur á­hug­að, eru tey vælkomin at boða fyri­ ski­p­ar­u­num frá hesum. Eirikur í Ják­ups­ stovu verður orðstýrari. Grilla sneisabreyð og skúmfidusar á bálskálum. Okkurt verður til matna og drekka (havið egnan kopp við) Felagssangur og føroyskur dansur. Um viðr­ar verður gongutúrur í hagan seinni um kvøldið.– Vit vilja her­við bjóða øllum, ung­um sum eldri, til eitt øðrvísi politiskt til­ tak á longsta degi, siga fyrirreikararnir, sum eru: Norðoya Tjóð­veld­is­felag, Norðoya Javn­ að­ar­felag, Norð­oya Fólkafloksfelag, Før­oy­a­ flokk­ur­in, SU, Huxa og Unga Tjóð­veld­i. Tvørpolitiskt til­tak úti í Grøv í Klaksvík Á LONGSTA DEGI Les eisini blaðið á telefonini Johan Eliassen: Kom í rasshaft av blind­um passaseri Siðsøga síða 18-19 Ferðavinnan veksur við rúkandi ferð Vinnan síða 22-25 Eingir túrar hjá skipunum verða niðurlagdir, men nakrir prísir verða hækkaður og aðrir møguleikar verða kannaðir Nú er avtalað gjørd ímillum Strand­ferðsl­ una og Samferðslumálaráðið um, hvørji spari­tiltøk skulu setast í verk fyri at stovn­ ur­in skal kunna halda játtanina í ár. Strandferðslan hevur boðað frá, at spar­ ing­ar skulu gerast fyri fýra milliónir krónur fyri at játt­anin í ár kann halda, og í morgun hev­ur fundur verið ímillum Stran­d­ferðsl­ una og Heðin Mortensen, landsstýrismann í sam­ferðsl­u­málum. Og á tí fundinum er avtalað, at ferða­ætl­ an­in hjá skipunum hjá Strandferðsluni, skal ikki skerjast, og sostatt verða eingir túr­ar tiknir burtur, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni Hinvegin kann talan vera um at skerja onkra ferðaætlan hjá Bygdaleiðum. Stjórin sig­ur, at tey nú fara at kanna, hvørjir túrar tola best at verða strikaðir. Hinvegin verður talan um at hækka onkr­ar ferð­a­seðl­a­prísir eitt sindur. Hvussu stórar hækk­ing­arnar verða, og hvørjar tær verða, fær hann ikki sagt enn. – Vit sita og rokna, men tað verður ikki fyrr enn eina ferð í morgin, at vit fáa sagt nak­að ná­greiniligt, hvørji tiltøk verða sett í verk, segði hann við in.fo í gjár. Men hann sigur, at Strandferðslan fer eis­ini at kanna ymisk tænastugjøld, Strand­ferðsl­an rindar, eitt nú havnargjøld. Tað hevur verið nevnt fleiri ferðir, at mett verð­ur, at gjøldini til Tórshavnar Havn eru alt ov høg. Eitt dømi, Hilmar Eliasen vísir á, er, at fer ein barna­garður við 20 børnum, og tveim­um pedagogum, til Nólsoyar at ferð­ ast, rinda pedagogarnir ferðaseðil, men Strand­ferðsl­an skal rinda Tórshavnar Havn gjald fyri 22 fólk. Vit kunnu spyrja um tað er rímiligt, at vit skulu rinda so nógv fyri at veita eina tæn­astu ímillum tvey pláss í eini komm­ unu, heldur hann. Og hann sigur, at tað eru slík gjøld, sum tey eisini fara at kanna. Sparingarnar verða settar í gildi 1. juli. Hava avtalað sparingarnar Í blaðnum... Talan verður um at skerja onkrar ferða­ seðla­prísir hjá Strandferðsluni