Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 21. JUNI 2019 SOSIALURIN 70 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Sosialurin á Instagram: Atlantsflog hevur undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum Í august vera 7.190 børn í fólkaskúlunum kring landið, og alsamt fleiri ganga í serflokkum. Flestu av 703 børnunum, sum byrja í fyrsta flokki, fara í skúla í Klaksvík Nú er aftur ljós á Seglloftinum á Tvøroyri, aftaná søguliga staðið lat aftur fyri smáum tveimum mánaðum síðani. Brekkutún Catering fer at hava matvirksemi har Almenna skuldin hjá Føroyum er minkað munandi. Tilsamans minkaði almenna skuldin 800 milliónir krónur hósdagin og er nú á 3,693 milliardir. Morð MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Higartil í ár hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið íalt 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp, og tað eru 24 prosent meira enn í mun til somu tíð í fjør 112 Sprotin: morð 1  tað at myrða, (loyniligt) dráp, manndráp, fremja morð; morð og mannsláttur Aftaná tað mikudagin frættist, at ein maður varð skuldsettur fyri dráp, hevur misteinkiligi deyðin hjá einari ungari gentu verið nógv umrøtt. Tað er ikki ofta, at drápsmál eru í Føroyum. Maðurin varð grundlógaravhoyrdur hósdagin. Les meira á síðu 9 FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "- Mamma, um eg ikki fái ís inni í býnum, fari eg at kalla teg omma, tá ið vit eru inni í handlunum" Nú hava vit fleiri enn 500 fylgjarar! Fylg okkum á instagram.com/ sosialurin Gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, spakuliga snarandi í ein vestan og útsynning. Okkurt æl og út á dagin nakað av sól. Um náttina yvirhøvur turt og klárt. Hitin um dagin 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.   Vindurin minkar, og tað verður lot til andøvsgul úr vestri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur turt, onkrir sólglottar vera at hóma. Hitin um dagin 9 og 12 stig, og um náttina niður í millum 6 og 9 stig. Lot ella gul, undir 5 m/s. Turt og eitt sindur av sól. Hitin um dagin um 10 og 12 stig, um náttina niður í millum 4 og 8 stig. seinni snarar í ein útsynning. Yvirhøvur skýggjað, stundum regn. Hitin millum 7 og 12 stig. 5-10 m/s 2-7 m/s Í næstu viku fáa skúlarnir frí. Tað merkir, at summarið er komið. Vit hava ikki merkt tann ógvusliga hitan enn, men vit hava havt dagar við frálíkum veðri. Eitt annað tekin um summarið er, at ferðamannaskipini eru farin at leggja at landi her í Føroyum. Tað merkist væl, tá ið skip við 1500 til 2000 fólkum leggja at bryggju í Havn og hesi fólkini síggjast til gongu í býnum. Tá uppliva vit Havnina sum ein útlendskan metropol. Fólkatingsvalið fór afturum og politiska skipanin ger seg til reiðar til avgerandi dystin, sum er fjóðra hvørt ár – løgtingsvalið. Tað verður sjálvandi ómetaliga spennandi, men eg haldi vit fara at lata tann dystin liggja hesaferð. Ája! Í vikuni var landsstýriskvinnan við fíggjarmálum fegin, tí tað eydnaðist at gjalda 800 milljónir niður av skuldini, sum landskassin hevur. Hetta er sjálvandi gott fyri føroyska samfdlagið. Góða gongin í búskapinum og arbeiði til allar hendur gera tað lættari at fáa pengar at leypa av, so hetta er ein góð leið at ganga. So sumt gongur væl í hesum samfelagnum, men framvedgis sakni eg , at ein politiskur flokkur setir sær fyri, at gera okkara fyrisiting meira einfalda. Eg haldi vit hava gjørt samfelagið ov fløkjasligt, heldur enn at finna einfaldar loysnir. Hoyrdi stjóran á Arbeiðseftirlitinum gremja seg um, at tey ikki síggja enn, hvørjir arbeiðsskaðarnir, sum verða innmeldaðir, eru, tí telduskipanin ikki er nóg góð. Harragud – tað snýr seg um 124 mál. Blaða tey ígjøgnum og tl upp, hvussu nógv eru álvarslig og hvussu nógv ikki eru tað. Eg giti, at hetta hevði tikið ein dag, sjálvt í almenu fyrisitingini. KT meg her og KT meg der – gamaní. Men KT eigur ongantíð at stýra okkara samfelag. Ája! Eitt annað mál, sum eisini fær meg at missa trúnna uppá, at vit verða stýrd av skilafólkum, er málið um grótið úr Sandoyartunlinum. Mín sann um ikki onkur yvirsmartur teknikari hjá tunnilsfelagnum, sum vildi spara felagnum pengar, mælti til at tyrva grótið. Havi ikki hoyrt so skapt. Sjálvandi skal hetta eyka tilfeingið brúkast og gera nyttu onkustaðni heldur enn at tyrvast sum burturkast. Men sum ikki einaferð! Smá kongaríkir, har allir kongarnir í smáum skóm vilja sleppa at ráða og taka avgerðir okkara vegna. Tíbetur sær tað nú út, sum ein loysn er á veg. Grótið verður brúkt og kommunan í Havn og landið finna eina góða avtalu. Heðin Mortensen segbði, at heyya málið fór hann at loysa. Nú her hann tað vónandi. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? B36 kann møta enska stórfelagnum Wolverhampton Wanderers í Evropa League. Tað verður veruleiki, um B36 vinnur á norðurírska liðnum Crusaiders FC 5 m/s