hósdagur 20. juni 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
mars 2019
2
1
EITT BEIN AFTURAT
Árni Gregersen
Leingi
hava
politikarar,
samfelagsfrøðingar
og
búskaparfrøðingar tosað um, at tað er skilagott, at
føroyski búskapruin fær okkurt bein afturat at standa á.
Ofta var tosað um, hvat hetta skuldi verða.Tað vísti
seg, at alivinnan bleiv eitt slíkt bein. Ferðavinnan er nú
í ferð við at menna seg, so okkara búskapur hevur trý
bein at standa á.
Innrásin av útlendskum ferðfólkum merkis væl. Vit
megna illa at hýsa teimum, og tað hevur fingið fleiri feløg
til at fara undir at byggja nýggj gistingarhús.
Gist & Vist byggir út, Atlantic byggir hotell og tað
ger Hotel Hafnia eisini. Hetta hjálpir sjálvandi uppá
kapacitetin í Føroyum.
Og tað er neyðugt, tí fleiri keldur í ferðavinnuni siga,
at vit hava bert sæð byrjanina. Tað fara at koma nógv
ferðafólk hendanvegin komandi árini.
Vit hava megnað at gera Føroyar kendar kring heimin,
men vit mugu eisini gera okkum tilreiðar í Føroyum at
taka ímóti hesum ferðafólkunum.
Nýggju gistingarhúsini og afturatbyggingin hjálpir væl,
men vit mugu eisini skipa okkum, so vit ikki lata fuglalív
og náttúru fara fyri skeyti.
Í hesum blaðnum hyggja vit at, hvat verður bygt og
hvussu støðan er á gistingarhúsmarknaðnum