Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Trý lið við sama stigatali og fimm stig frá nummar eitt og aftur til nummar fimm. Soleiðis sær støðutalvan út, nú fýra lið fóru í summarfrí frá landskappingini. Tey eru KÍ, B36, ÍF og NSÍ. KÍ og NSÍ skulu longu í hesi vikuni spæla í Europa. Síðani 1988 hevur besta deildin fevnt um tíggju lið. Viðhvørt hevur eitt lið verið framúr. Soleiðis var tað t. d. í fjør, tá ið HB setti met í stigum. Onnur ár hevur tað verið tætt millum fleiri feløg. Dømi um hetta er 2002, tá ið kappingin fevndi um átjan umfør, og HB varð meistari. Eftir fjúrtan umfør hevði NSÍ 30 stig, HB og KÍ 29 stig, B36 26 stig og HÍ 25 stig. Leygarkvøldið vóru tað níggju útlendingar millum teir fyrstu 22 á vøllinum við Stórá í Trongisvági – fýra á KÍ liðnum og fimm á TB liðnum. Kanska hava tað ongantíð áður verið so nógvir útlendskir spælarar millum teir fyrstu 22. TB gjørdi upp við søguna TB – KÍ 1-0 Tað kyndi av álvara undir jóansøkuhýrin, tá ið TB leygarkvøldið vann 1-0 ímóti toppliðnum. KÍ legði øgiliga bragdliga fyri, og fyrsta korterið vóru tað nógvar spentar støður frammanfyri TB málið. Hvussu tað hevði tørnað út, um Patrik Johannesen hevði marginalirnar við sær, tá ið hann tríggjar ferðir var tætt við, verður – so segði maðurin – ein hypotetiskur spurningur. So fótaði TB sær. Milos Budakovic var sum altíð stinnur aftasti skansi, og liðfelagar hansara víru framúr hugburð, runnu nógv, bakkaðu hvønn annan upp, og at enda vunnu teir øll stigini. Einasti málskjútti var fíni miðverjin Teitur Olsen, sum var blankur mitt fyri málinum, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu stútaði bóltin í málið. Kanska var hetta síðsti heimadysturin hjá honum fyri TB í hesum umfarinum, tí hann fer av landinum í útbúgvinarørindum. Hetta var eitt fínt punktum at seta hjá evnaríka og skilagóða miðverjanum, tí hetta var fyrsta ferðin síðani 1991, at TB vann á heimavølli ímóti KÍ. Ta ferðina var úrslitið eisini 1-0. Einasti málskjútti á Sevmýri 26. mai í 1991 var, sambært faroesoccer.com, Henrik Thomsen. Í 1991 vann KÍ FM. Klaksvíkingar ætla sær at vinna FM í ár. Tapið við Stórá var ikki við í tí roknistykkinum. Í eftirmetingini kunnu teir skjótt staðfesta, at tað stóran part av tíðini gekk fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum, og so spyrja teir seg sjálvar, hvussu tað hevði verið, um uppstillingin frá undanfarnu ferðunum hevði verið varðveitt. Semir Hadzibulic var sentralur miðvallari. At hann ikki hevur verið í Klaksvík síðani í oktober sást sjálvandi. Meistararnir hava funnið stevið Skála – HB 0-3 28. apríl tapti HB 2-0 á heimavølli ímóti Skála. Síðani tá hevur HB vunnið allar dystirnar uttan tann í Sarpugerði, har heimaliðið vann 1-0. Í gjár var eingin ivi á Skála. Símun Samuelsen setti hol á beinanvegin. So gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá gestunum. Verjuspælið hjá Skála var ikki so sannførandi, og Adrian Justinussen var í hopla, tá ið hann umsetti fríspark til 2-0 og legði upp til 3-0, sum Dan í Soylu skoraði. Heimamenninir hava leingi saknað Edvin Jakobsen sum hugflogsríkan síðuspælara, og í gjár saknaðu teir eisini Heðin Klakstein, sum eisini er hugflogsríkur síðuspælari. Skála hevur tapt sjey teir seinastu landskappingardystirnar. Stóri trupulleikin er, at tað gongst so illa at skjóta mál. Í gjár var Jákup Johansen leysur innanfyri HB málverjan, men hann setti bóltin skeivu megin stólpan. -Teir vóru sera neyvir, og vit megnaðu ikki at vinna úrtøku úr okkara møguleikum. At teir skoraðu beinanvegin bar við sær, at mótbrekkan varð tung. Okkara spælarar góvust ongantíð, og vit kunnu fegnast um hugburðin í seinna hálvleiki, sigur Skála venjarin Eyðun Klakstein. HB hjálparvenjarin Rasmus Nolsøe er væl nøgdur við avrikið hjá sínum monnum: -Vit spældu væl og arbeiddi nógv. Tað var avgerandi, at vit skoraðu beinanvegin. Vit ætlaðu okkum at vinna fleiri mál, men tað eydnaðist ikki í seinna hálvleiki. Vit hyggja inneftir og spyrja, hvussu vit kunnu verða betri. Støðutalvuni kunnu vit hyggja eftir seinni í ár, sigur HB hjálparvenjarin. Sølvi og teir eru tryggir AB – Víkingur 0-3 Víkingur og Sámal Erik Hentze eru aftur í hýrinum og á kósini, sum bæði í 2016 og 2017 bar meistaraheitið við sær. Á Argjum vísti heimaliðið, sum saknar royndar spælarar – eitt nú Bárð Olsen og Rógva Poulsen, ið eru skaddir – fínan hugburð, og AB spældi seg til málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Víkingur gav argjamonnum høvi at hava bóltin og at flyta fólkið fram á vøllin. Og so vóru víkingarnir so eirindarleysir, sum teir so ofta hava verið. Fyritreytirnar at bíða og at royna seg við kontraspæli vórðu beinanvegin uppaftur betri, tá ið Philip Djordjevic fyri púra opnum máli setti hol á, eftir at sera væl upplagdi Sølvi Vatnhamar spældi hann leysan. FÓTBÓLTUR NÚ kappingin er meiri enn hálvrunnin er tað so tætt í toppinum, sum tað ongantíð áður hevur verið eftir fjúrtan umfør SOLEIÐIS HEVUR TAÐ ONGANTÍÐ VERIÐ ÁÐUR