Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 24. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 24. juni 2019 · Nr. 71 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Ári Rúnason B36 legði fyri við sínum fríska og klára spælihátti, og fyrsta løtan av dystinum,var eitt gott dømi uppá hvussu torført eitt vælspælandi B36-lið er at hava við at gera. B36 legði seg eisini á odda 1-0, við góðum uppspæli, tá ið fyrri hálvleikur var gott hálvrunnin. NSÍ var uttan ætlan fyrstu løtuna í dystinum og B36 vann flestu nærdystirnar. Tað eydnaðist teimum at fáa bóltin niður á vøllin, og settu fleiri eyðagóð álop upp, sum eisini elvdu til møguleikar. Serliga var tað B36- liðskiparin Lucas Cieslewicz, ið gekk á odda fyrstu løtuna. Tað tóktist heldur lætt hjá B36- liðskiparanum at finna tað plássið, ið neyðugt var fyri at kunna skapa trupulleikar fyri NSÍ verjuna. Harafturat vóru B36 leikararnir vóru serkønir í at vinna bóltin aftur stutt eftir teir høvdu mist hann og hetta gav NSÍ stórar trupulleikar og tískil fekk NSÍ heldur fá líkinda álop. Toppskjúttin í Betrideildini, Klæmint Olsen, var øgiliga einsamallur allan fyrra hálvleik. NSÍ megnaði ikki at spæla til styrkina hjá Klæminti Olsen, og atsóknirnar endaðu ofta við einum vónleysum bólti afturum B36 verjuna, og her var áleyparin ov einsamallur – eisini sjálvt um hann æt Klæmint Olsen. . Ein harður miðvøllur B36 stýrdi fyrra hálvleiki, og lykilin til hetta var B36 miðvøllurin. Bæði liðini spældu 4-2-3-1, hetta merkti at teir vóru tveir ímóti tveimum á miðjum vølli. Serliga vóru tað teir verjukendu B36-miðleikarirnir Magnus Holm Jacobsen og Eli Falkvard Nielsen, ið arbeiddu harðari enn nakrir aðrir á vøllinum. Teir báðir vóru grundarsteinurin fyri teimum góðu B36 álopinum. B36 høvdu tveir bóltvinnarar á miðjuni, og hetta riggaði væl sum eitt grundarlag fyri aðrar meira álopssinnaðar leikarar, sum til dømis Lukasz Cieslewicz. Pól Jóhannus Justinussen og Peter Nesveen bardust manniliga, men teir tóktust at vera við undirlutan meginpartin av fyrra hálvleiki. Útskiftingin av toppskoraranum gav NSÍ nýtt lív NSÍ leikararnir vóru næstbest í flestu nærdystum í fyrra hálvleiki, og hettar var serliga trupult fyri áleyparin Klæmint Olsen. Stjørnuáleyparin hevði onkran vødda at, ið ikki var í besta standi áðrenn dystin. Um tað var orsakað av skaða ella av taktiskum áðum, so valdi NSÍ venjarin, Guðjón Tóðrason, heldur óvæntað at skifta út í álopinum. Klæmint Olsen var skiftur út í hálvleikinum fyri Jan Benjaminsen. Neyvan var tað upplagda loysnin at skifta toppskjúttan, sum eisini vísti seg væl fram á altjóða støði í landsdystunum herfyri, út, men onkursvegna gav hetta NSÍ nýtt lív frameftir, og runavíkingar byrjaðu eisini seinna hálvleik við avbera góðum flytingum í álopsstøðu. NSÍ hevði nakrar vandamiklar atsóknir teir fyrstu 20 minuttirnar, tó uttan at umseta nakrar av hesum til mál. Sum hálvleikurin leið, gjørdist spælið heldur óruddiligt har nógvir nærdystir og nógvar harðar takklingar eyðkendu hálvleikin. Óruddiligt spæl fekk B36 at missa hugsavningina. Dysturin fór nøkur fet niður, tá ið hugsað verður um undirhald. Bólturin ferðaðist av høvdi til høvd og dysturin var uttan kós. B36 fekk ikki somu góðu álopini í lag sum áður, men hetta ørkymlaði ikki stórvegis B36-leikararnar. Teir vóru á odda 1-0 og tíðin arbeiddi fyri teimum. B36 misti stiglagið í spælinum frameftir, men megnaði somuleiðis at halda NSÍ frá at skapa møguleikar. Dysturin mundi flyta seg hóvliga ímóti einum B36 sigri og trimum týdningarmiklum stigum fyri teir hvítsvørtu úr Havn. Men hóast ein dystur kann tykjast at flyta seg rætta vegin, vita allir fótbóltsleikarar at arbeiðið skal gerast liðugt. Ivaleyst vistu royndu B36- leikararnir eisini hettu, men onkursvegna sat ein við kensluni av at teir vóru farnir at taka tað róligt og beint undan dystarlok var hetta revsað. Tá eydnaðist tað Johan Troest Davidsen at bjarga NSÍ eitt stig, ið eisini skuldi vísa seg at vera sera týdningarmikið. Eftir eitt hornaspark endaði bólturin beint framman fyri verjuleikaranum, so at hann skuldi bara nerta við bóltin, og so var 1-1. Sum dysturin var liðin er 1-1 eitt úrslit, ið runavíkingar fara at fegnast um. B36 fer hinvegin at kenna at hugsavningin, bindindi og nærlagni glapp ímóti endanum. Hetta er tvey mist stig fyri havnarliðið og eitt vunnið fyri vespurnar úr Runavík, ið brádliga eru á odda í Betri-deildini, har spenningurin av álvara valdar undan summarsteðginum. Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... B36 - NSÍ 1-1: JÁKUP Á BORG: SKULDU AVGJØRT DYSTIN Iðranin lýsir burtur úr B36-venjaranum eftir dystin. – Vit skuldu havt skorað til 2 ella 3-0, sigur Jákup á Borg, ið nú stendur eftir við bert einum stigi og einum mistum møguleika at leggja seg fyribils á odda í Betrideildini. Venjarin ger greitt at hann er errin av avrikinum, men sera vónbrotin av úrslitinum. – Eg haldi vit vóru betra liðið í dag, slær Jákup á Borg fast. Veðurlíkindi vóru av teimum fagrastu, tá ið álopssinnaða B36 tók ímóti einum NSÍ-liðið í toppformi, ið hevði vunnið átta dystir upp í slag. Lagt var upp til ein spennandi dyst, ið kundi vísa okkum hvat av hesum liðum var til reiðar at taka gulldystin upp ímóti KÍ - og ímóti allari ovaru helvtini av Betrideildini, skuldi tað vísa seg. Men annaðhvørt misti B36 bindindi ella noktaði NSÍ rætt og slætt at spilla møguleikan fyri at seta seg á fremsta plássið í Gundadali leygardagin, tá ið liðini býttu stigini ímillum sín eftir mál í 94. Minutti B36 MISTI BIND­ INDI OG JÓHAN Í EVSTU LØTU