týsdagur 25. juni 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Minningarorð um Árna Joensen, Sørvági
Føddur 24. februar 1937 – deyður 31. mai 2019
Árni var sørvingur, føddur og
uppvaksin í eini aðrari tíð og
umstøðum enn vanligt er i
dag. Bygdarsamfelagið var ein
eind, børn spældu á stóra
sandinum í Sørvági, ella ein
var í báti og dyrgdi ella fiskaði
seið og skrubbur á bryggjuni.
Árni var sum onnur børn uppií
øllum virksemi, sum var. Hann
fekk ein tryggan uppvøkstur
við góðum upplivingum, ung
dómstíðin var eisini góð sam
an við vinum og kenningum.
Alt bar brá av trivnaði og
minnini um gomlu tíðina settu
sín dám á lívið, sum ein vaks til
mans.
Sum
ungur
fór
Árni
í
smiðjulæru hjá Dánjali Tavsen
í Sørvági. Síðani fór hann sum
ungur niður til Danmarkar at
útbúgva seg til maskinmeist
ara. Hann arbeiddi á maskin
verksmiðjuni, Vølund, í fleiri
ár. Hann var soleiðis ein vælút
búgvin
maskinmeistari
og
hevði nógvar royndir, tá ið
hann kom heimaftur á klettar
nar. Tíðin í Danmark var ein
lærurík tíð hjá Árna, og fekk
hann
bæði
lívsroyndir
og
praktiskar royndir í Danmark.
Tá ið Árni var komin heim
aftur, fór hann til skips við J.
Fonsdal úr Vestmanna, seinni
sigldi hann við Brandi Sig
mundarsoni úr Havn. Og síð
ani sigldi hann upp ímóti fjør
uti árum við Vesturvón. Hann
var við fleiri trolarum, sum itu
Vesturvón. Sum altíð var Árni
álitismaður og nógv avhildin
millum teir menn, sum hann
arbeiddi saman við, og verður
hesin sermerkti maður nógv
saknaður av
bæði familju, vinum og
kenningum.
Árni giftist við Kristinu Jo
hannesen, hon er ættað úr
Miðvági.
Árni
og
Kristina
fingu fýra børn saman. Sum
sagt búðu tey í Sørvági, har
hevði Árni slitið sínar barna
skógvar, har var hann føddur
og uppvaksin. Árni verður
nógv saknaður av familju, vin
um og kenningum. Ein merkis
maður er farin, men minnini
eftir hann eru góð.
Ærað veri minnið um Árna
Joensen!
Finnbjørn
Minningarorð um William Andreasen
Føddur 4. okt 1965 deydur 7. juni 2018
Góði elskaði beiggi!
Eitt ár er gingið og ringt er
at skriva hesi orð, tí enn er tað
ikki ein veruleiki i okkara
huga, at tú ikki ert iÍmillum
okkum meira; og at vit ei skulu
verða saman aftur her á fold.
Tín látur, tín umfavnan og
titt positiva lyndi er enn so
tætt uppá og so allíkavæl ert
tú so langt vekk, og tað følist
enn sum ein ringur dreymur,
at tú so brádliga bleiv sjúkur
og tikin burtur frá okkum.
Tú fylti so nógv i okkara
familju – tú vart ein sólstrála
og láturin var altíð at hoyra
har tú vart.
Tú vart undir tínari sjúkra
legu altíð so positivur og var
tann, sum fekk okkum til at
síggja ljósið í myrkrinum, og
sum vit ofta søgðu við hvønn
annan.
Tú vart ein kempari til tað
síðsta, og hvør dagur var ein
gáva saman við tær.
Sjálvt tá tú lá til tað allar
síðsta kláraði tú at ringja runt
til tey, tú fegin vildi siga farvæl
við og sum tú ynksti komu
forbí.
Tú hevur lært okkum nógv.
Sum tú segði – tað gert ikki við
og kann ikki verða annarleiðis
og eg eri ikki bangin at fara
herfrá.
Góði Willibeiggi, tú vart
altíð so kærleiksfullur – ikki
bangin fyri at siga, at tú elsk
adi ein – og tað var tað fyrsta,
tú segði, tá systi kom úr Dan
mark at verða saman við tær
ta síðstu tíðina – vit fingu
tosað, grinið og grátið, og tað
at kunna verða hjá tær, eru vit
bara so takksom fyri.
Vit hava teg vid okkum
hvønn dag og títt minni vil
altíð sita djúpt í okkum.
Tíðin í heyst var ein trupul
tíð, tá seyðurin og gæsnar
komu inn, og tú ikki vart ímill
um okkum meir, tú gleddi teg
altíð so nógv at fáa alt inn aft
ur og spentur vart tú altíð at
vita, hvat vektin fór at vera, og
dámdi tær væl at ringja runt
og reypa um vektina, og minni
hevði tað ikki verði hesuferð, tí
veðrurin sum tú vart so spent
ur uppá vigaði heili 100 pund.
Altíð so umhugsin um djór
ini, og nú várið hevur verið -
tann tíðin sum tú elskaði so
nógv, har øll lombini og gásar
ungarnir eru komnir, og har
alt skal koyrast út, er saknurin
nakað so stórur.
Nú hava vit ikki møguleika
longur at ringja til tín og
spyrja, hvat skal gerast, um
okkurt ikki er, sum tað skal við
onkrum kríatúri, og vóru tað
eisini fleiri menn sum ringdu
til tín um ráð og mangan fingu
hjálp frá tær.
Tú vart so glaður í fjør, tá tú
hevði fingið allan seyðin út,
men tá vart tú eisini troyttur,
men tú hevði so góðan vilja og
við góðari hjálp frá Beintu og
Emil fingu tit koyrt alt út.
So ringt at síggja har tú
hevur slept, man veit at tú
hevur lagt alt í fyri seinastu
ferð, og hevur tú havt so gott
skil á øllum, so sum kassar við
knívum til slakti, kassar við tí
sum er til lembingina, tú hevði
eisini gjørt ringarnar klárar til
gæsnar við nummar í, og segði
tú tað við okkum fleiri ferð
hvar teir lógu, tú hevði bara
skil á øllum.
Vit sakna allar kaffimunar
nar saman, tú hevði so lætt við
bara at koma inn til eitt prát
og vart tú ein sentralur per
sónur í familjuni sum kom í
samband við øll. Og var man
hjá mammu so komst tú altíð
inn ella rópti upp og bað okk
um gera kaffi til tú komst aft
ur.
Tú hevði eisini lætt við at
ringja dagliga til nógv av okk
um í familjuni, so saknurin er
stórur nú røddin hjá tær ikki
er at hoyra meir.
Altíð so góður við børnini
og sóu tey eisini høgt upp til
tín, tú dugdi væl at læra frá
tær og hava tey lært nógv av
tær og sakna tey teg ómetaliga
nógv, men gott at vit kunnu
taka alt tað tú hevur lært okk
um við okkum víðari í lívinum.
Onkur av børnunum søgdu,
at nú er tað ikki líka stuttligt
at vera í seyðhúsinum, tá
gubbi ikki er, so tey sakna teg
nógv, men tað er týdningar
mikið, at vit liva víðari við
minninum og gleðast um alt
tað, tú hevur lært okkum – tú
livur víðari í okkum.
Góða elskaða mamma – vit
hugsa nógv um teg og eru
takksom fyri tað góðu familju,
vit eru, og takk til tín og babba
fyri at hava givið okkum ta
gávu, at vit altíð passaðu upp á
hvønn annan.
Tú og willibeiggi høvdu
nakað heilt serligt saman, og
var hann nakað so góður vid
teg og hugsaði altíð um teg og
var tær ein stór hjálp. Vit eru
stolt av tær og alt tað tú megn
ar – tú bað eina so flotta bøn
yvir willabeiggja tann síðsta
dagin, hann fekk loyvi at koma
norð til Tjørnuvikar – hann
hugdi so kærleiksfullur upp á
teg - tykkara bond vóru heilt
serlig, og mamma tú ert fant
astisk.
Góða Beinta. Takk fyri alt tú
vart fyri willabeiggja – saman
vid tær hevði hann tað gott og
at uppliva tykkum saman
ígjøgnum sjúkraleguna - kær
leikin og tað at passa upp á
hvønnannan var so týðuligt og
takk fyri alt, tú og tíni deiligu
børn vóru fyri hann – tit komu
inn í okkara familju, og tit vilja
altíð vera okkara familja.
Elskaði Petur. Tú og babba
fingu góð prát ta síðstu tíðina,
og tað síðsta hann segði ”tú ert
ein kempari, og tú skalt nokk
klára teg væl”.
Vit eru so stolt av tær og alt
tað, tú hevur gjøgnumført upp
á stutta tíð – Vit eru her altíð
fyri teg, og babba livur vídari í
tær.
Elskaði willibeiggi
Hvíl í friði
Tíni minnir vilja altid fylgja
okkum, hvar enn vit eru, og
takk fyri alt, tú hevur verið
fyri okkum øll.
Elmar, Dagbjart, Jónli,
Hallgunn, systi og Reidunn