Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VARMAKELDA Vilmund Jacobsen Va r m a k e l d u s t e v n a verð­ur í Fuglafirði kom­ andi vikuskiftið, og í ár telur stevnan við í FM- róðrinum. Skiftið mill­um varmakeldu og eystan­ stevnu er, at stevn­ur­ nar telja við í FM-róðri­ num annaðhvørt ár. Í Fuglafirði plaga tey at siga, at tað er hin stóra varmakeldan, tá kapp­róð­ urin telur við. Tá plagdi nakað meira at vera gjørt burtur úr enn hini árini, tá stevnan ikki telur við. Varmakelda verður so­ leiðis fjórða stevnan í ár, har kappast verður um stigini í kappróðri, og í Fuglafirði vóna tey, at Erla Kongsdóttir, mann­ að við kvinnum, eisini á varmakeldu fer at gera seg galdandi og fer at vísa, at tað ikki er av til­ vild, at tær aftur í ár liggja í oddinum. - Um eg ikki taki feil, hevur Erla Kongsdóttir við kvinnum vunnið FM- heitið øll – ella tey allar flestu árini – heilt síðan 2010. Tað er ikki tí, at tær hava havt somu mann­ ing øll hesi ár, men hetta hava tær megnað, eisini tá skifti hevur verið í manningini. Sonni á Horni vísir á, at tað eru fáa kvinnur – um enn nøkur – sum róði við Erlu Kongsdóttir fyri trimum árum síðan, sum fram­vegis er á bátinum í dag. - So, manningarnar á kapp­róðrarbátinum hava ikki bara róð væl hesi árini, men tær hava so sanni­liga eisini dugað væl at sett nýggjar rógvarar við, sigur hann. Tær eru suverenar Í Fuglafirði eigur kapp­ róðr­arfelagið eisini Fenju og Silju, sum báðir eru gamlar Erlu Kongsdøtur. - Í ár rør Fenja við gent­ um, og tær hava ligið líka sum í miðjuni. Silja rør ikki í ár, men minnist eg rætt, róði allir tríggir bátar­nir nøkur ár herfyri, sigur hann. Gongdin hjá Erlu Kongs­dóttir higartil í ár hevur verið, at tær hava vunnið allar stevn­ ur­nar, sum hava verið, norðoyastevnu, sunda­ lags­stevnu og jóansøku. - Tær eru gjarna kom­ nar væl í gongd. Síðan eru tær á onkrari stevnu dotnar eitt sindur aftur frá oddinum miðskeiðis í róðrinum, soleiðis at tær hava ligið á øðrum ella triðja plássi eina løtu. Men, tá so málið hevur verið í eygsjón, hava tær tik­ið seg fram aftur og hava vunnið róðrarnar, sig­ur borgarstjórin. Føroyski báturin Áhugin fyri kappróðri hjá borgarstjóranum í Fugla­fjarðar kommunu hevur ikki sín uppruna í, at hann hevur róð kapp sjálvur. - Nei, tað havi eg ikki. Eg havi onkuntíð tikið eina hond í undir venjing, tá onkur av manningini hevur manglað, men eg havi ikki róð kapp sjálvur. Sonni á Horni vísir á, at hann altíð hevur verið hugtikið av før­oyska báti­ num, eisini kapp­róðr­ar­ bátinum. - Tað er fasionerandi og ikki so lítið hátíðarligt at síggja kappróðurin, og tað gevur sjálvandi spenn­ing, at ein bátur her hjá okkum hevur klárað seg so væl í fleiri ár. Men, Sonni á Horni er eisini hugtikin av før­ oyska bátinum sum heild. - Soleiðis haldi eg, at báturin, sum Ove Joen­ sen róði til Dan­mark­ar í - Diana Victoria - er ein sera snøggur før­oysk­ur bátur, bygdur til enda­ málið. Teir stóru føroysku seksæringarnir eru eisini ógvuliga fasionerandi, og eg haldi, at føroyski báturin, sum eisini er so góður í sjónum, er eitt fantastiskt handverk. At vitja tiltøk Sonni á Horni sigur, at nú varmakeldustevna verð­ur um vikuskiftið, fer hann saman við familjuni at vitja ymisk tiltøk, sum verða í bygdini hesar dag­ ar. - Mær dámar væl at ganga úti á stevnuni og heilsa upp á fólk og vitja ymiskt av tí, sum er á skrá. Hava vit veðurgudarnar við okkum, plaga hetta at vera sera hugnaligir dagar í Fuglafirði. Sonni á Horni vil sum borgarstjóri og veg­na Fuglafjarðar kom­mu­nu bjóða øllum - bæði nær og fjar - hjarta­liga væl­ kom­num á varma­keldu í Fugla­firði. Kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir hava ligið í fremstu røð í nógv ár, og soleiðis hevur eisini verið á teimum stevnum, sum hava verið higartil í ár - Havi altíð havt stóran áhuga fyri kappróðri Tá tað er ítróttur, so er tað serliga kappróðurin, sum hugtekur borgarstjóran í Fuglafjarðar kommunu, Sonna á Horni. Hann heldur eisini, at føroyski báturin í sær sjálvum er eitt fantastiskt handverk - Tað er hátíðarligt at síggja kappróðurin, og tað gevur sjálvandi spenning, at ein bátur her hjá okkum hevur klárað seg so væl í fleiri ár, sigur borgarstjórin, Sonni á Horni