Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-25, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. juni 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 26. juni 2019 · Nr. 72 VARMAKELDA Ger bilin summarkláran við Kambsdalur Kambsdalsenni 5 611020 Tórshavn Fútalág 1 611010 Grafix 504251 Vilmund Jacobsen Tað hendir nógv í Fugla­ fjarðar kommunu í løtuni, har bæði skúlabygging er í gongd og bygging er av nýggjum ítróttarhúsi í Fløtugerði. Sonni á Horni, borgar­ stjóri í Fuglafjarðar kom­ mu­nu, sigur, at báðar hesar verkætlanirnar gan­ga sína gongd. - Nýggi skúlin skal ætlandi takast í brúk á heysti í 2020, og sambært ætlan­ini skal niðasta hædd­in í ítróttarhúsinum standa klár at taka í brúk, eins og húsið skal verða liðugt uttan, tá fót­bólts­ kapp­ingin byrjar næsta vár. Hann vísir á, at ítrótt­ arhúsið verður bygt í trimum hæddum, harav ovasta hæddin ikki verð­ ur full. Eisini útstykkingar Men, tað er ikki bara skúla­bygging og bygging av ítróttarhúsi, sum er í gongd í kommununi í løtuni. Við Bøveg í Fuglafirði eru JHR Entreprenørar í holt við at planera fyri 12 grundstykkjum, harav fleiri eru seld – og á Kambs­dali eru somu entre­pre­n­ørar í holt við eina útstykking á átta grund­stykki, sum áhugi eisini er fyri. - Fyrstu sonevndu Bri­ gada-húsini á Kambsdali, sum Beinir Nolsøe Olsen byggir, standa eisini liðug, og soleiðis sum eg havi skilt, verða húsini víst fram nú á varmakeldu, sigur borgarstjórin í Fugla­fjarðar kommunu. Tað er nógv í gongd í Fuglafjarðar kommunu Stóru íløgurnar, sum Fuglafjarðar kommuna ger í løtuni, eru í fyrsta lagi í nýggjan skúla, nýtt ítróttarhús og nýggjar útstykkingar Skúlin er størsta einstaka verkætlanin, sum Fuglafjarðar kommuna er í holt við í løtuni