mánadagur 1. juli 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 1. juli 2019 · Nr. 74
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Sjúrður sigur sína hugsan...
Enn ein áhugaverd vika er farin afturum,
har føroysk ítrottarfólk luttaka í altjóða
kappingum. KÍ tekur ímóti liði úr San
Marino, NSÍ er í Norðurírlandi og HB fer
til Finnlands.
Eitt dreingjalið úr Uruguay vitjaði
í Føroyum um vikuskiftið, og føroysk
fræls ítrottarfólk eru í Svøríki áðrenn tey
saman við níggju øðrum ítrottargreinum
fara til Oyggjarleikir á Gibraltar.
Sum stendur at lesa her í blaðnum, fer
eitt føroyskt U17-landslið í hondbólti
eisini til Svøríkis í dag.
Hesir dreingirnir eru eins og allir aðrir
føroyskir íðkarar spentir at umboða
Føroyar úti í heimi. Teir hava fingið
eina stóra avbjóðing, tí mótstøðuliðini
longu fyrsta dagin eru Norra og
Spania, ið teljast millum sterkastu
hondbóltsjóðirnar yvirhøvur. Ein
ovurstórur biti hjá teimum 16 og 17 ára
gomlu føroyingunum, men teir hava eitt
eyka trýst á sær. Hondbóltsfjepparar
tora ikki at siga tað hart, men í stillum
vóna vit meira enn nakrantíð at hesir
teir verið so hepnir og dugnaligir at
fingið úrslit ímóti hesum stórtjóðum.
Tá kundi neyðuga virðingin fyri
føroyskum hondbólti verið funnin fram
í samfelagnum, og hendan vælsignaða
milliónin sum Sosialurin hevur umrøtt so
ofta, kundi verið funnin. Virðingin er har
gaman í. Ikki minst fløvaði tað hjá øllum
hondbóltsfólki at hoyra Atla Gregersen
senda eina heilsu til hondbóltslandsliðið í
beinleiðis útvarpi.
At eitt úrslit ímóti stórtjóðum í
hondbólti skuldi verið framt, og at
tað skuldi loyst allar trupulleikarnar,
er sjálvandi bert ynskishugsan hjá
ráðaleysum fjepparum. Men tað hevði
verið so sera spell um hondbólturin ikki
slapp at halda fram at knýta føroysku
sambondini út í heim.
sjurdur@sosialurin.fo
Sunnudagin spældi eitt dreingjalið
hjá Racing Montevideo móti før
oyska U15-landsliðnum á Tórsvølli.
Hetta var fyrstu ferð at eitt lið úr
Uruguay er í Føroyum, og áðrenn
og eftir dystin var góður hýrur, ið
var sermerktur av forvitni ímillum
fjarskotnu tjóðirnar.
Áðrenn dystin heilsaðu FSF-
forsetin, Christian Andreasen og
uruguayanski heiðurskonsulin í
Føroyum, Ivan Eginsson Eystur
land uppá spælararnar, og tjóð
sangirnir hjá Uruguay og Føroyum
vóru spældir.
Racing Montevideo vann dystin
2-0. Bæði málini komu í fyrra hálv
leiki. Fyrra málið kom longu aftaná
níggju og eitt hálvt sekund, og
seinna málið kom tá 25 minuttir
vóru spældir. Spælt var 2 ferðir 35
minuttir.
Føroysku venjararnir, Jan M.
Laursen og Jens Erik Rasmussen
fingu roynt fleiri spælarar, og fingu
tí ein gagnligan venjingardyst.
Hópurin hjá Uruguay fegnaðist í
sínum lagi um, at teir megnaðu at
vinna á Føroyum.
Føroysku og Urugaysku dreingirnir eftir dystin
Mynd: Ivan Eginsson Eysturland
DREINGIR ÚR
URUGUAY Á VITJAN
Landsliðs
virksemi
knýtir
sambond
um allan
heimin
Tað er framvegis óvist um føroyska
A-landsliðið í hondbólti fær meldað
lið til HM-undankappingina, ið
byrjar í heyst. Ítrottarliga er eing
in forðing, men vantandi heima
vøllurin hevur givið so stórar
eykaútreiðslur, at Hondbóltssam
band Føroya vantar eina millión
í síni fíggjarætlan. Tí kann gerast
neyðugt at A-landsliðið ikki kann
melda seg til HM-undankapping
ina.
Hondbóltslandsliðið fekk um
vikuskiftið stuðul frá Víkingi. Eftir
dystin ímillum Víking og TB nýtti
liðskiparin Atli Gregersen høvið
at senda eina heilsu til hondbólts
landsliðið.
-Vit í Víkingi skilja á lagnum at
har manglar ein millión. Vit fáa
ikki hjálpt tykkum, men vit vildu
gjarna, sigur Atli Gregersen, ið
er liðskipari hjá bæði Víkingi og
landsliðnum.
Liðskiparin hugleiðir um, at
fótbólturin kundi hjálpt til við at
savna pening inn og staðfestir: Før
oysk ítrottarfólk skulu kappast á
altjóða støði, tað er einki at ivast í.
Víkingur ynskir
hondbóltinum
alt tað besta