týsdagur 2. juli 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Greitt er nú, at í minsta lagi níggju
ymsir politiskir flokkar fara at stilla
upp til løgtingsvalið, sum sambært
løgmanni í næsta mánaði – leygar
dagin 31. auguast.
Tað er greitt, nú Føroyaflokkurin
hevur fingið tær 800 undirskriftir
nar, sum skulu til fyri at ein flokkur
stillar upp.
Signalini frá nýggja flokkinum
hava verið heldur ógreið. Fyrst var
ein roynd gjørd, síðani var roynd
in slept, og stovnarin av flokkinum
boðaði frá, at hann heldur fór at
stilla fyri Framtakið til frítt kanna
bis.
Harvið broyttist endamálið, sum
einaferð tyktiskt vera eitt átak at fáa
tunlar norður um Fjall til veruleika,
til at verja rættin til frítt kannabis.
Men vátt kom eftir øllum at døma
í reiðrið – og floksstovnarin endur
stovnaði flokkin og hevur nú savnað
tær neyðugu 800 undirskriftirnar.
Vit skulu nógv ár aftur í tíðina
fyri at finna eitt løgtingsval, har so
nógvir flokkar stilla upp. Seinast tal
ið var hægri, var í 1994, tá ikki færri
enn 10 flokkar stillaðu upp.
Løgtingvalið 7. juli 1994 var nakað
helt serligt. Javnðarflokkurin sat
við valdið eftir rimmarvalið í 1990,
tá flokkurin fekk 10 tingfólk vald
á ting. Men tað gekk av skriðuni í
1994, tí flokkurin misti helmingin
av tingmanningini. Stríð hevði tik
ið seg upp millum nøkur leiðandi
fakfelagsfólk, sum vanliga høvdu
verið Javnaðarflokkinum trúgv, og
flokkin. Tey stovnaðu Verkamanna
fylkingina, sum kom buldrandi inn á
ting við 9,5 prosentum av atkvøðum
og trimum tingfólkum – teirra mil
lum forkvinnuni í Føroya Arbeið
arafelag og formanninum í Føroya
Fiskimannafelag.
Miðflokkurin kom eisini í eygað
til hetta valið, eftir at Kristiligi
Fólkaflokkurin/Føroya Framburðs-
og Fiskivinnuflokkur var farin í tví
ningar. Miðflokkurin fekk 5,8 pros
ent av atkvøðunum. Umframt tað,
so stillaði eisini upp Hin Føroyski
Flokkurin, sum fekk 2,4 prosent av
atkvøðunum og Frælsisfylkingin,
sum fekk 1,9 prosent av atkvøð
unum. Tilsamans fingu nýggju
flokkarnir á valinum í 1994 18,6 pro
sent av atkvøðunum, sum sigur
nógv um, hvussu nógvar atkvøður
fluttu millum flokkanar. Javnaðar
flokkurin, sum hevði størstu aftur
gongdina, misti 12,1 prosentstig av
atkvøðunum.
Valla verða broytingarnar so stór
ar hesaferð. Einki innanfloksstríð er,
sum birtir undir líknandi floksupp
reistur.
Gott og væl 37.000 føroyingar
hava valrætt. Fara 90 prosent av
teimum á val, so skal ein nýggjur
flokkur fáa nakað oman fyri 1.000
atkvøður fyri at fáa umboð valt, og
tað er ikki bara sum at siga tað.
Møguleiki er fyri, at vit fáa nýggj
an flokk á ting, men sannlíkindini
eru tó lítil, at so nógvir veljarar flyta
flokk hesaferð
Lítið sannlíkt at nýggju
flokkarnir vinna sæti á tingi
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
9 FLOKKAR ROYNA VALDIÐ
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Sigfríður Símunarson Sólsker
er føddur 1980, hann er fugl
firðingur og búsitandi á Eiði.
Saman við konuni Randi eigur
hann fýra børn í aldrinum 13, 11,
8 og 5 ár. Sigfríður er útbúgvin
BA í søgu og mentanarfrøði við
hjánámi í føroyskum, og hann
er eisini útbúgvin ritstjóri.
Dagliga
starvast
Sigfríður
sum leiðari fyri forlagspartin
í Námi.
– Eg stilli upp fyri Javnað
arflokkin, tí eg meti, at flokk
urin er besta trygd fyri ein
um vælferðarsamfelagi eftir
norðurlendskum mynstri við
góðum skúla-, heilsu- og al
mannaverki, umframt einum
skilagóðum
umhvørvispoli
tikki, sigur Sigfríður.
Sigfríður er samdur við
Steen Hildebrandt, tá ið hann
sigur um tey 17 heimsmálini
hjá ST, at “avgerðin um, at hesi
nýggju málini skulu setast,
er ein tann týdningarmesta,
tá hugsað verður um burð
ardygga menning yvirhøvur.
Talan kann vera um tað týdn
ingarmesta, ið er hent, síðan
ST varð sett á stovn í 1945, og
síðan felagsskapurin samtykti
heimsyvirlýsingina
um
mannarættindi í 1948.”
– Við teimum 17 heims
málunum verður miðjað eftir
at skapa eitt samfelag og ein
heim, har tað er javnstøða
og javnrættur millum kynini
bæði, eitt samfelag har mun
urin millum rík og fátæk
minkar. Við málunum verður
miðjað eftir góðari útbúgving
og
útbúgvingarmøguleikum
til øll og burðardyggari bú
skaparmenning. Øll hesi mál
ini eru týðandi súlur undir
javnaðarhugsanini og Javnað
arflokkinum, sigur Sigfríður
Símunarson Sólsker, valevni
fyri Javnaðarflokkin.
Sigfríður Símunarson Sólsker
stillar upp fyri Javnaðarflokkin
Lógir
og kunn
gerðir
skulu
fylgjast
TÓRA VIÐ KELDU
KJAK SÍÐA 12
Til
lukku
men hvat
nú?
BIRNA HEINESEN
KJAK SÍÐA 12
Johan
Mort
ensen
Ikki
ólikt
vínmarkunum
sunnanfyri síggjast nú eplini
á Sandafløtum næla, væl
hjálpt av lýggja veðrinum vit
hava í løtuni. Tey vænta at
fyrstu eplini koma á markn
aðin í august mánaða. Anna
rs er hópurin av øðrum grøn
meti eisini sett niður á Sandi.
Hóast góð líkindir yvir
høvur eru í Føroyum at velta
eplir so er okkara egna fram
leiðsla ikki meira enn umleið
700 tons meðan vit innflyta
sløk 4.000 tons ! Tað skuldi
verði upplagt at vit vóru sjálv
forsýnandi við eplum.
Undir fyrra heimsbardaga
vóru so nógv eplir velt at
Føroyar útfluttu eplir
til Íslands.
Johan Mortensen
Nú næla kanska
heimsins bestu eplir
Klippfisk skipar fyri films
summarskúlanum
Nólly
wood fyri 10. ferð í ár. Í
gjárkvøldið
settu
ungu
filmsspírarnir hjá Klippfisk
eyðkenda Nóllywoodskeltið
upp saman við nólsoyingum.
Skeltið,
sum
nólsoyingar
hava bygt, er heili 3 metrar
høgt og 26 metrar breitt.
Teir 16 luttakararnir á
Nóllywood eru fluttir til
Nólsoyar í 10 dagar, har teir
fáa undirvísing í filmsfram
leiðslu og síðan framleiða
teir stuttfilmar í felag. Film
arnir verða vístir í Royndarh
úsinum í Nólsoy mikudagin
10. juli kl. 17.
Framleiðslurnar frá und
anfarnum árum á Nólly
wood
kunnu
síggjast
á
youtubesíðuni hjá Klippfisk:
https://www.youtube.com/
watch?v=eF0Zd_l8aos
Nóllywood fyri tíggjundu ferð