týsdagur 2. juli 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. juli 2019 · Nr. 75
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Helgi Hildarson Hoydal - Göteborg
Mánadagin hava ungu menn
irnir á føroyska u17 hondbólts
landsliðnum skriva søgu, og tað
ikki færri enn tvær ferðir. Nógv
vóru spent til mánadagin, tá ið
vit skuldu møta Norra í fyrsta
dystinum í European Open
kappingini, sum er í Gøteborg
í hesum døgum. Føroyingar
gjørdu ikki mætari, enn at teir
smurdu norðmenn av. Eftir
dystin stóð 20-32 á máltalvuni.
Eitt satt bragd. Hesir ungu
mennirir høvdu hølvað eina av
mætastu hondbóltstjóðum av.
A-landsliðið hjá Norra hevur í
fleiri ár verið millum fremstu
lið, tá heiðursmerkini verða
givin til HM og EM endaspøl.
Manslandsliðið
hjá
Norra
hevur við seinastu tvey HM
endaspølini staðið eftir við
silvurheiðursmerki um hálsin,
meðan kvinnurnar hava vunn
ið gull tíggju ferðir til HM og
EM.
Skuldu síggja hvørjum
støði vit vóru á
Um hýrin í hópinum nú, sigur
annar av venjarunum Mark
Lausen-Marcher, at teir vóru
spentir at síggja hvar teir stóðu
í mun til stórtjóðirnar innan
hondbólt Spania og Norra. So
sjálvandi er hýrurin í topp, nú
vit standa eftir við 4 stigum,
greiðir venjarin frá.
Spardu seg ímóti Norra
Eftir dystin máttu leikararnir
beint heim at hvíla seg. Teir
skuldu spæla nakar tímar
seinni
ímóti
Spania.
Tey
sum hava fylgt við í altjóða
hondbólti
vita,
at
Spania
skal eisini roknast millum
bestu hondbóltstjóðir í heimi
num. Fyrrverandi Heims- og
Evropameistararnir, hava van
liga sterk ungdómslandslið.
U17
landsliðið
er
einki
undantak.
-Vit spældu ein góðan
og konsentreraðan fyrra
hálvleik ímóti Norra.
Tað legði lunnar undir,
at vit kundu spara
onkrar av leikarunum.
Hettar gjørdi eisini at
vit høvdu orku at spæla
ein heilan dyst ímóti
Spania, og serliga tá
dysturin skuldi avgerast,
sigur
Mark
Lausen-
Marcher.
Spania vóru til reiðar
Sponsku leikararnir vóru klárir
til dystin. Einki er at ivast í, at
teir blivu ávaraðir fyrraparin
tá føroyska liðið óvæntað
smurdi Norra av. Men okkara
mans lótu ikki við seg koma.
Hesin dysturin vísti seg tó at
gerast væl meira spennandi.
Liðini fylgdust til hálvleiks, og
ongantíð vóru meira enn 3 mál
á muni. Allan fyrra hálvleik,
vóru tað okkara menn, sum
runnu aftaná. Hálvleiksstøðan
var 16-15 til spaniumenn. Eingin
ivi var um, at hettar bleiv ein
álopsdystur burturav. Liðini
skiftust leingi um at skora, men
so við eitt drógu føroyingar frá.
Í álopinum var tað serliga Elias
E. á Skipagøtu sum skaraði
framúr, meðan Pauli Jacobsen
í málinum dróg fram eina stór
bjarging fyri og aðra eftir úr
hattinum. Liðið stóð seg væl,
allir sum ein góvu sítt íkast til,
at føroyingar vunnu hendan
dystin. Tá ið mest stóð á, skor
aðu leikarar úr truplum og
spískum støðum og megnaðu
at steðga sponsku álopunum í
hinum endanum.
Uttan iva størsta
føroyska úrslitið higartil
Hesir báðir fyrstu dystirnir eru
uttan iva tað størsta úrslitið í
føroyskum hondbólti nakran
tíð. At vinna á eini hondbólts
tjóð sum Norra, og síðan at
endurtaka bragdi og vinna
á Spania, hava vit ikki sæð
mætari. Hettar U17-landsliðið
er uttan iva tað besta vit hava
sæð í Føroyum. Leikararnir
tykjast at spæla við rutinu,
dirvi og hjarta. Teir berjast
allir sum ein í verjuni, og í
álopinum hava teir frekleika
til at gera tað óvæntaða.
Longu longu fyrstu dystirnar
hava vit sæð innspælingar
til strikuna millum beinini á
verjuleikarum, skot í teknisk
um serklassa og annað glæsi
ligt hondbóltsspæl. Tá seinni
hálvleikur ímóti spaniumonn
um varð bríkslaður í gongd,
sóu vit ein flúgvara har høgri
vongur kastar ein bólt inn í
málteigin, har
síðani ein før
oyingur kemur
leypandi himmal
høgt
og
smekkar
bóltin í kassan.
Venjarar, áskoðarar
og hondbóltsheimurin
vísa virðing
-Eg vil rósa leikarunum fyri at
vera búnir í teirra tilgongd til
dystin ímóti Spania, har vit
møta mótgangi í einum stórum
parti av dystinum. Her vísa teir
at teir kunnu hyggja fram, og
hugsavna seg um at spæla
góðan hóndbólt, sigur Mark
Lausen-Marcher eftir dystin.
Hesir leikararnir hava ikki
bert imponerað áskoðarar í
høllini, men eisini fólk í hond
bóltsevropa. Tað verður face
bookað og twittað nógv um
hettar serstaka liðið. Einki er at
ivast í, at hettar setir Føroyar á
hondbóltsheimskortið.
Føroyar sum favorittar
Um teir komandi dystirnar,
sigur Mark Marcher, at hettar
er fyrstu ferð í kappingini har
teir fara inn til ein dyst sum
favorittar.
-hettar
er
ein
leiklutur
HONDBÓLTUR
Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum skrivaðu sín part
av føroysku hondbóltssøguni, tá ið tvær av allarmætastu
hondbóltsjóðunum máttu lúta fyri føroysku stórtalentunum.
Norra fekk ein øgiligan hvøkk og kundi takka føroyingunum
fyri at taka sær av løttum, so at sigurin ikki gjørdist størri
enn tíggju mál. Spania vóru til reiðar, men megnaðu
heldur ikki at basa komandi føroysku heimsstjørnunum,
áðrenn føroyingarnir vunnu enn ein sigur á Estlandi
U17-dreingirnir:
HETTA HAVA VIT
IKKI SÆÐ MÆTARI!