týsdagur 2. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FJARÐASTEVNAN
- ÁHUGI ER FYRI ØKINUM
Sjóvar Kommuna hevur tað gott, sigur
borgarstjóin Arthur Johansen, og hann
fegnast um, at áhugi er fyri økinum.
Dagfinn Olsen
Fjarðastevnan er so smátt
byrjað og á Strondum merkist
hetta, tí í skránni sæst, at
stevnutiltøk
byrjaðu
longu
týsdagin. Borgarstjórin í Sjóv
ar Kommunu fegnast, tí hann
metir, at kommunan er væl
fyri.
- Sjóvar Kommuna hevur
tað gott. Vit byrjðu tíðliga at
fyrireika okkum til, at tunnilin
kemur, til dømis við at útvega
grundstykkir, og tað sær út til
at áhugi er, tí øll er umbiðin,
sigur Arthur Johansen, borg
arstjóri.
- Fíggjarliga rennur meira í
kassan nú, enn fyrr, og vit
royna sjálvsagt at ansa eftir
útreiðslusíðuni. Í kommununi
er okkurt til tey flestu, smá
børn, skúlabørn og tey eldru,
heldur borgarstjórin, sum tó
kundi hugsað sær, at tey sum
eru ímillum, kundu havt fleiri
tilboð, til dømis mentanartil
boð.
Sær gott út
- Í økinum er samstarv á skúla
økinum og á ítróttaøkinum, og
tað er at fegnast um, at sum
heild er áhugi fyri økinum, sig
ur Arthur Johansen.
- Tað sær gott út, metir
hann.
Hóast borgarstjórin fegnast
um jaliga gongd í kommununi,
so hevur hann eisini sínar
hugsanir um, hvussu bøtast
kann um á summum økjum.
- Til dømis kundu vit hugsað
okkum at betra um umstøð
urnar hjá vinnulívinum. Og á
ítróttarøkinum
eru
krøvini
sera stór í dag, so har er ilt at
fylgja við, so har vit hava hugs
anir um at gera okkurt muna
gott hesum viðvíkjandi, sigur
borgarstjóin í Sjóvar Komm
unu.
- Hóast tað sum heild sær
gott út, so er eittnú ferðavinn
an nakað, ið vit óivað kundi
fingið meira burturúr, sigur
Arthur Johansen, borgarstjóri.
Borgarstjórin
er
spentur
uppá fjarðastevnuna, og hann
fegnast um áhugan, sum er
fyri økinum, og at hetta eisini
er galdani fyri smærru økini í
kommununi.
Sjóvar Kommuna: