týsdagur 2. juli 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKARA-LIST,
SÁLMASANGUR OG
GEKKUR
- Vit royna ikki at gera ein festival, men
tað skal heldur ikki bara vera kappróður
ella vanlig stevna, men okkurt ímillum,
við mentanartiltøkum, ið raka breitt, sigur
formaðurin í STÍF, Alexandur Johansen.
Dagfinn Olsen
STÍF er søguríkt felag, ið er
stovnað í 1942. Formaður í dag
er Alexandur Johansen, og
harvið er hann ein av teimum
mongu, ið er við til at fyrireika
Fjarðastevnuna.
- Tað eru Strálan og STÍF, ið
standa fyri. Útgangsstøðið er
kappróður, og stevnan skiftir
millum Strendur, Vestmanna,
Skála og so aftur Vestmanna
og Strendur, so tað er 4. hvørt
ár, sigur Alexandur Johansen.
Síðstu árini hava gomlu
stevnurnar
fingið
kapping,
eittnú av festivalum.
- Vit vilja gera meira, enn
bara kappróður, men tó ikki
ein festival, og heldur ikki
beinleiðis eina stevnu. Vit vilja
gera okkurt, ið er eitt sindur
øðrvísi, til dømis við mentan
artiltøkum, ið raka breitt, sigur
Alexandur Johansen.
Anita og løgmaður mála
Skráin
fyri
fjarðastevnuna
stendur at byrja longu týsdag
við bindiklubbakvøldi.
- Vit hava jú Snælduna, og
hetta kvøldið sleppa tey at
vísa, hvat tey hava at bjóða.
Mikudag er sálmasangur í
Sjóvar Kirkju, og tað eru løg
eftir Ámund Berthelsen, ið eru
á skránni. Listamaðurin Finn
leif Mortensen hevur lista
skemmu á Strondum, og har
hevur hann framsýning, og
grannin, Ásbjørg, bjóðar kaffi,
og har fer Ólavur á Váli at
syngja. Og so nærkast viku
skiftið og meira ferð kemur á,
og fleiri tiltøk eru á skranni,
sigur Alexandur Johansen.
- Seinast høvdu vit hugna
við sangi fríggjakvøld. Tað
riggaði stak væl, so tað royna
vit aftur í ár, og sjálvsagt er tað
soleiðis, at møguleiki er at
spæla Gekk. Gekkurin er so
stórur nú, at hesum slepst ikki
undan, so stórskíggi er á staðn
um, sigur Alexandur Johansen,
og leggur afturat, at leygar
kvøldið verður skipað fyri
grillkvøldi.
- Skipað verður eisini fyri
uppboðssølu, og har eru tað
politikarar, sum hava málað
málningar. Og vil ein til dømis
ogna sær nakað so forkunnugt,
sum málning eftir Anitu á
Fríðriksmørk ella Aksel V. Jo
hannesen, løgmann, so er at
liggja framvið, sigur STÍF for
maðurin.
Væl skipað og
ongin strongd
- Tað eru Strálan og STÍF, sum
fyriskipa og stevnan er eisini
ein inntøkukelda hjá feløgun
um, men vit royna at raka
breitt, og at fáa so nógv fólk
við, sum gjørligt, sigur Alex
andur Johansen.
- Nú hevur Strálan ikki havt
manning í nøkur ár, men er nú
við aftur, so spenandi verður
at síggja, um tey megna at gera
ein vørr á heimavølli, sigur
Alexandur
Johansen,
sum
minnir á, at tað er stórarbeiði
at fyriskipa og samskipa, tí
eini 70 manningar luttaka á
Fjarðastevnu.
- Men stevnur og fyrireik
ingar hava altíð gingið væl og
Skálafjørðurin er væl egnaður,
sigur StíF formaðurin, ið ikki
kennir strongd.
- Vit byrjaðu í góðari tíð. Vit
settu arbeiðsbólkar og sam
skipara, og tað hevur riggað
stak væl, og tí kenna nevnd og
formaður ikki strongd, sigur
Alexandur Johansen.
FJARÐASTEVNAN
Fjarðastevna: