týsdagur 2. juli 2019síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
SANDOYARSTEVNAN
- VERÐUR BETRI TÁ
TUNNILIN KEMUR
- Í mínari tíð í kommununi eru vit farin úr 285 fólkum, og niður í 140 fólk í Skálavík,
sigur Elisabeth Myllhamar, sum bæði situr í bygdaráðum og í nevnd í Kelduni. Tó hevur
eina vón um, at tá tunnil kemur til Sandoynna fer tað at bøta um støðuna.
Dagfinn Olsen
Sandoyarstevnan setir dám á í
Skálavík í hesum døgum. Ein
teirra, ið fyrireikar, er Elisa
beth Myllhamar.
- Ungmannafelagið Keldan
er sett á stovn 14. Januar í 1972.
Húsið stóð liðugt í 1982. Sand
oyarstevnan er ein inntøku
kelda hjá felagnum, men ongin
skuld er í felagnum. Vit skiftu
vindeygu fyri kortum, og fingu
eisini stuðul frá kommununi
til tað. Men so longi eg siti á
kassanum, verður lán ikki
tikið, tí betur er at skipa fyri og
arbeiða, um brúk er fyri tí, sig
ur
Elistabeth
Myllhamar,
kassameistari.
Hon ásannar, at óivað fellur
hon skjótt fyri aldursmarkin
um.
- Men hinvegin er tað so
leiðis, at so nógvir av monnun
um eru sjómenn og eru burtur
staddir, so onkur má taka um
endan. Hetta er eitt ítrív, sigur
Elisabeth Myllhamar.
Skiftir millum bygdir
Sandoyarstevnan skiftir mill
um bygdirnar Sand, Skopun,
Húsavík og Skálavík.
Í ár er Skálavík vertur og
ymiskt er á skránni.
- Tjóðsavnið hevur smá
kyktaframsýning, og her er
hotel og café, har ymiskt er til
undirhalds. Har spæla Sámal
Ravnsfjall, Eyðstein Ólavson,
Signar í Homrum og Danny.
Dansur verður við Amigo Trio,
har Georg eystan Á er á odda. Í
tjaldinum er harmonkudansur
og miðnáttarrøðuna heldur
Martin Karl Olsen, sigur Elista
beth Myllhamar.
Umframt at vera peninga
røkil í kelduni, situr hon eisini
í bygdaráðum og er skrivari í
kommununi.
- Tað er eitt sindur tungt at
skipa fyri. Í míni tíð í komm
ununi, tað vil siga frá 1985, eru
vit farin úr 285 fólkum, og nið
ur í 140 fólk. Vit kunnu siga, at
vit hava alt ov nógv summar
hús. Men tá tunnil kemur til
Sandoynna, so verður óivað
betri. Ta vónina hava vit í øll
um førum, sigur Elistabeth
Myllhamar.
Sandoyarstevna: