Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. juli 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. juli 2019 · Nr. 75 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HOTEL SKÁLAVÍK FINGIÐ NÝGGJAN LEIÐARA Í vár tók Ólavur S.T. Thorsteinsson við sum leiðari. Dagfinn Olsen Hotel Skálavík liggur á Eiler Jacobsens gøtu 1 í Skálavík. Hotellið er karmur um vanligt hotelvirksemi, men eisini eru tiltøk av øllum slag partur av árskalendaranum. Tað kann vera tónleikavitjanir, tiltøk fyri børn, sum tá Angela og Hanni­bal og Ævintýrferðin vitja, ella til børn og vaksin, tá brand- og løgreglubilar vitja. Umframt hevur køkurin ym­isk tilboð. Eisini eru umstøðurnar góð­ ar, tí eittnú bjóðar hotellið hita­pott og grillsmáttur. Hygg­ ur ein á heimasíðuna hjá Hotel Skálavík, so verður til dømis lýst við, at ein kann vitja nátt­ úruperluna Søltuvík. Ein kann fáa menanaruppliving við at vitja Listasavnið á Sandi, har vøk­ur strond eisini er. Í vár fekk Hotel Skálavík nýggjan leiðara. Tá tók Ólavur Sverri Trond Thorsteinsson við sum leiðari. Hotel Skálavík er nátt­úr­lig­ ur partur av skránni, nú Sand­ oy­arstevna er í Skálavík. - Vit hava opið hús, og morg­ un­mat og buffet alt viku­ skiftið. Og sjálvsagt eru grill­ smáttur og pottur til taks. Og hotellið er næstan fult upp­ tikið sum nú er, og tað eru mest fólk, ið ætla sær á stevnu, sigur Ólavur Thorsteinsson. - Eisini hava vit eitt camp­ ing­pláss, har pláss er fyri 15 vognum. Har eru eisini nøkur pláss bíløgd. Og fólk á camp­ ing­plássinum hava atgongd til allar hentleikar, ið eru á hot­ell­ inum, sigur Ólavur Thor­steins­ son. Hann sigur, at hann væntar nógv fólk á Sandoyarstevnu, og at annars er summarið longu byrjað, og rættiligt lív og góður hýrur er á hotellinum. SANDOYARSTEVNAN Havt Klædnabúðina í Skálavík í 35 ár Kemur ein til Slálavíkar, so er m.a. møguleiki at vitja Klædnabúðina, ið er handil við klæðum til kvinnur, og væl verður fylgt við litum og hvat annars er frammi innan móta. Dagfinn Olsen Ein handil við mótaklæðum er kanska ikki tað fyrsta ein vænt­ar at síggja, tá ein kemur út á bygd í Føroyum. Men í Skálavík hevur hetta borið til. Og enntá í rættililga mong ár. Tá Brynja Trondesen fyri brátt 35 árum síðani fór undir at hava klædnabúð í Skálavík, so tordi hon ikki at vóna ella vænta, at móttøkan fór at vera so góð, og at árini fóru at gerast so mong, sum tey eru vorðin. - Handilin er væl vitjaður. Serstakliga í summarhálvuni. Vit hava hotellið og summ­ar­ hús, so tað hjálpir væl til, tí nógv vitjandi koma til Skála­ víkar. Men tað hevur verið strævið til tíðir, og tað hevur gingið upp og niður, sigur Brynja Trondesen. Hon hevur lagt seg eftir at hava klæðir, sum ein altíð kann nýta. - Eg havi roynt at leggja meg eftir at hava “basic”, ella klæðir, ið altíð kunnu nýtast, men sjálvsagt verður væl fylgt við lit­um, og hvat er frammi, sigur Brynja Trondesen. Og nú Sandoyarstevna er í Skálavík, so fer tað ikki aftur við borðinum í Klædnabúðini. Spurd, hvussu tey í handl­in­ um halda stevnuna, sigur hon. - Tað er við prosentum. Vit lata 25% av øllari vøru. Tað er stevnutilboðið hesa vikuna, sigr Brynja Trondesen, ið vón­ ar nógv vitjandi stevnu­dag­ar­ n­ar, og summarhálvuna ann­ ars.