Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juli 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OYGGJALEIKIR 2 1939 6. JULI - 12. JULI 2019 RANNVÁ OG TEY FARA EFTIR GULLINUM BADMINTON: - VIT HAVA ÁÐUR VUNNIÐ BÆÐI GULL OG SILVUR, SO TAÐ ER SJÁLVANDI OKKARA MÁL OG VÓN AT VINNA LIÐKAPPINGINA Í ÁR, SIGUR RANNVÁ DJURHUUS CARLSSON, IÐ TELIST ÍMILLUM TEY ROYNDU Í EINUM LUTFALSLIGA UNGUM BADMINTON-HÓPI. Pætur Albinus GULL Ein av profilunum á føroyska badminton­ lands­liðnum er 24 ára gamla Rannvá Djurhuus Carlsson. Hetta er fimtu ferð hon verður við á oyggjaleikunum, har hon áður hevur vunnið trý gullheiðurmerki, eitt nú í einmansleiki á Jersey í 2015 og í blandaðum tvímansleiki saman við Niclasi H. Eysturoy á Bermuda í 2013. - Vónirnar eru góðar í øllum greinum, men serliga eru vónirnar góðar í einmansleiki hjá monnum og kvinnum, sigur Rannvá um oyggjaleikirnar hesaferð. Føroyar teljast vanliga ímillum frægu oyggj­ arnar í badminton á oyggjaleikunum, og aftur hesaferð verður nøsin sett upp ímóti at vinna gull. - Málið er sjálvandi altíð gull og at vinna so nógv heiðurmerkir sum gjørligt, sigur Rannvá, sum lesur til fysioterapeut í Keypmannahavn og spælir við Lyngby Badminton Klub. Sum í so nógvum øðrum ítróttargreinum á oyggjaleikunum, so verður eisini gingið høgt upp í at standa seg væl í liðkappingini. - Vit hava seinastu nógvu oyggjaleikirnar verið millum fýra tey fremstu liðini, og hvørja ferð tað ikki hevur eydnast at koma í finaluna, so hevur dysturin verið sera javnur og spennnadi, sigur Rannvá. - Vit hava eisini áður vunnið bæði gull og silvur, so tað er sjálvandi okkara mál og vón at vinna liðkappingina í ár. Eg haldi eisini at hópurin er sterkur í ár og fyrireikingarnar hava verið góðar, so eg vænti at møguleikin er góður, heldur Rannvá. Eisini formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen, gjørdi greitt í sambandi við úttøkuna av landsliðnum í apríl, at málið er at vinna heiðursmerki í liðkappingini. BJØRT FRAMTÍÐ Sum útiseti hevur Rannvá Djurhuus Carlsson fyrireikað seg til oyggjaleikirnar í felagi sínum, Lyngby Badminton Klub, meðan størsti parturin av hópinum hevur vant heima í Føroyum, har tey miðvíst hava fyrireikað seg við badminton, styrkivenjing og konditiónvenjing. Landsliðsvenjarar eru danski Sune Gavnholt og indiski Aritra Nandi. Sune Gavnholt hevur verið føroyskur landsliðsvenjari í hálvtannað ár, meðan Aritra Nandi hevur starvast sum landsliðsvenjari og venjari í feløgunum kring landið í nógv ár. Landsliðið hevur fram ímóti oyggjaleikunum havt nakrar landsliðssamlingar, og danskir leikarar hava eisini verið við fyri at geva øðrvísi mótstøðu og sparring. Í føroyska hópinum eru fýra ungir leikarar, sum eru við á oyggjaleikunum á fyrsta sinni. Tey eru Árant á Mýrini, Jóans Djurhuus, Adhya Nandi og Lena Maria Joensen. Adhya Nandi var sum einans 14 ára gomul í FM-finaluni hjá vaksnum í ár, har hon tapti fyri Rannvá Djurhuus Carlsson. Rannvá heldur, at tey nógvu nýggju ungu andlitini í hópinum boða frá góðum fyri framtíðina hjá føroyskum badminton. - Tað hevur verið hørð og jøvn kapping um plássini. Føroyska framtíðin í badminton sær sera góð út, og eru tað nógvir ungir leikarar, ið eru á veg uppeftir, og sum fara at vera við til at vinna heiðursmerkir til Føroyar komandi árini, heldur Rannvá Djurhuus Carlsson. HÓPURIN MENN Árant á Mýrini Bartal Poulsen Jónas Djurhuus Niclas H. Eysturoy Magnus Dal-Christiansen KVINNUR Adhya Nandi Gunnva K. Jacobsen Lena Maria Joensen Rannvá Djurhuus Carlsson Sissal Thomsen VENJARAR Sune Gavnholt Aritra Nandi