hósdagur 4. juli 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
4
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
FYRIREIKINGIN SKAL
GERA ÚTSLAGIÐ
BORÐTENNIS: LANDSLIÐIÐ HEVUR VERIÐ SAVNAÐ OFTARI ENN VANLIGT
Í EINARI ROYND AT BRYNJA SEG BEST MØGULIGT TIL AT RØKKA MÁLINUM
UM AT AFTUR VINNA HEIÐURSMERKI Í NÓGV VIRÐISMETTU LIÐKAPPINGINI.
Tróndur Arge
Í borðtennis á oyggjaleikunum er stór æra í
at vinna liðkappingina, har tað í einmansleiki,
tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki í sonnum
landsdystum verður kappast land ímóti landi at
vinna heiðurin sum stinnasta borðtennistjóð á
leikunum.
Seinastu tríggjar ferðirnar hava Føroyar verið
tætt við at vunnið heiðursmerki í liðkappingini,
men hvørjaferð er hálvfinaluplássið júst gloppið
av hondum.
Seinast Føroyar gjørdu seg galdandi í liðkapp
ingini, var í 2005. Tá vunnu Føroyar bronsu. Síðan
tá hevur verið tætt við fleiri ferðir, og nú gera
Føroyar enn eina roynd at sleppa upp á sigurs
skammilin sum lið.
- Eg meti, at vit hava ein fínan møguleika at
koma í hálvfinaluna í liðkappingini, sigur verandi
føroyameistarin í borðtennis, Fróði F. Jensen, ið
væntandi verður fremsti spælarin á føroyska
landsliðnum aftur hesaferð.
- Vit hava eitt sterkt lið bæði á manssíðuni
og á kvinnusíðuni. Um øll kempa fyri tí og royna
at spæla sítt besta spæl, so kann tað vera, at
vit kunnu koma eitt vet longri enn vit eru komin
seinastu ferðirnar. Tað mest umráðandi er, at
vit fara oman har og spæla tað spælið, ið vit
einsæris vita vit kunnu, sigur hann.
Fróði F. Jensen, ið er 27 ára gamal og hevur
vunnið FM fýra ferðir, spælir dagliga við Amager
BTK í Danmark. Herfyri framdi hann eitt gott
úrslit í Íslandi, har hann í Arctic Open vann bronsu
í einmansleiki, bronsu í tvímansleiki saman
við Halli Thorsteinsson og silvur í blandaðum
tvímansleiki saman við systir sínari, Duritu F.
Jensen.
AVBOÐ
Føroyski landsliðsvenjarin, danski Simon Nykjær
-Fisher, hevur fingið tvey avboð fram til oyggja
leikirnar hesaferð. Henrietta Nørr og Durita F.
Jensen, sum skrivaðu søgu við at vinna fyrsta
føroyska borðtennisgullið á kvinnusíðuni - tað var
í tvímansleiki - hava báðar givið avboð ávikavist
vegna skaða og lesnað.
Hinvegin er Rakul Mikkjalsdóttir, ið áður hevur
vunnið FM og áður hevur verið við á oyggjaleik
unum, byrjað at spæla aftur, og hon tykist vera í
góðum formi. Hon framdi góð úrslit í Arctic Open
í Íslandi herfyri og vann tvær bronsur - í einmans
leiki og í blandaðum tvímansleiki.
Systir hennara, Anna Mikkalsdóttir, ið somu
leiðis hevur vunnið FM tvær ferðir, er eisini við,
og so fáa tvær blaðungar kvinnur, 15 ára gamla
Sólja Hilduberg Djurhuus og 16 ára gamla Britt
Michelsen, debut á oyggjaleikunum. Tær báðar
hava staðið seg væl á ungdómslandsliðnum
seinastu tíðina og fáa nú møguleikan ímillum tey
elstu.
Á manssíðuni eru Føroyar fullmannaðar. FM-
finalistarnir báðir, Fróði F. Jensen og Hallur Thor
steinsson, vóru ikki við í Gotlandi fyri tveimum
árum síðani, men teir eru nú við aftur og mynda
liðið saman við Pæturi Albinus og Eyðuni F.
Ellendersen.
Serliga á manssíðuni var hørð kapping um at
sleppa við, og er tað nakað, ið sermerkir Føroyar
í borðtennis á oyggjaleikunum, so er tað góða
breiddin.
HAVA KÝTT SEG
Í borðtennis hava tey hesaferð lagt seg eftir
at vera betur fyrireikaði til oyggjaleikirnar enn
undanfarin ár, og ein rættiliga stórur bruttohópur
hevur havt regluligar venjingar seinastu nógvu
mánaðirnar.
- Fyrireikingin til oyggjaleikirnar hevur verið
í gongd í longri tíð. Vit hava havt eina ørgrynnu
av venjingarlegum bæði í Danmark og í Føroyum,
sigur Fróði F. Jensen.
- Í Danmark fingu vit sparring úr lokalu feløg
unum, sum vit vandu hjá. Síðsta mánað vóru
vit í Íslandi og spældu kapping, sum eisini var
ein góður møguleiki at royna seg. Annars hava
leikararnir vant hvør sær í ymsu feløgunum, sigur
Fróði.
Hann sigur, at oyggjaleikirnir annars er ein
stinn kapping samanborið við aðrar, og at tað
tískil er ein trupul vegur heilt upp á toppin.
- Støðið á oyggjaleikum er høgt. Tríggir
leikarar, ið umboða ymsar oyggjar, hava í ár
regluliga spælt í bestu deildini í Danmark, sum jú
er á rættiliga høgum støði, vísir Fróði F. Jensen á.
Seinastu vikuna undan fráferðini til
oyggjaleikirnar er føroyski hópurin savnaður
á venjingarlegu í Føroyum. Lagt verður fyri í
høvuðsstaðnum, og síðani verður farið suður til
heimstaðin hjá søguríka borðtennisfelagnum TBF
á Tvøroyri.
HÓPURIN
MENN
Eyðun F. Ellendersen
Fróði F. Jensen
Hallur Thorsteinsson
Pætur Albinus
KVINNUR
Anna Mikkjalsdóttir
Britt Michelsen
Rakul Mikkjalsdóttir
Sólja Hilduberg Djurhuus
VENJARAR
Simon Nykjær-Fisher