hósdagur 4. juli 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
6
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
LOKSINS ER JUDO VIÐ AFTUR
JUDO: FYRI FYRSTU FERÐ Í 10 ÁR ER JUDO VIÐ AFTUR Á OYGGJALEIKUNUM.
- HETTA VERA MØGULIGA MÍNIR SEINASTU OYGGJALEIKIR OG MÍN SEINASTI
MØGULEIKI AT FÁA EITT GULLHEIÐURSMERKI, SIGUR EIN AV ROYNDASTU
MONNUNUM Í FØROYSKUM JUDO, PETUR SIGURÐ JOHANNESEN.
Pætur Albinus
Tað er ikki ofta, at judo er umboðað á
oyggjaleikunum. Í Gibraltar verður tað fyrstu ferð í
10 ár, at judo er við, og hetta ger tað bara serliga
spennandi hjá føroysku judo-íðkarunum at sleppa
at heilsa upp á felags oyggjabúgvarnar aftur.
- Tað er ógvuliga spennandi at vera við aftur á
oyggjaleikunum, sigur ein av royndu monnunum í
føroyskum judo, Petur Sigurð Johannesen.
- Vit eru sera spent at síggja hvussu støðið
verður og í hvønn mun vit hava tikið okkum fram í
mun til hinar oyggjarnar, leggur hann afturat.
Nú judo loksins er við aftur á oyggjaleikunum,
so verður heldur ikki spart upp á krútið. Heili 14
judo-íðkarar eru við. 10 mans og fýra kvinnur.
- Nakrir av okkum hava roynt at verið á
oyggjaleikum fyrr, men fyri meira enn helvtina av
hópinum verður hettar eitt nýtt upplivilsi, greiðir
Petur Sigurð frá.
Judo var fyrstu ferð við á oyggjaleikunum
í Føroyum í 1989, og judo var eisini umboðað
øll árini fram til og við 1995 á Gibraltar.
Tá íkom tó ein oyðimarkargongd hjá hesi
stríðsítróttargreinini, sum ikki var við aftur fyrr
enn á Rodos í 2007 og so aftur Álandi í 2009.
Síðani hevur aftur verið turkur.
Júst Rodos og Áland, saman við Føroyum og
Gibraltar, standa seg vanliga væl í judo, og tað er
óivað eisini orsøkin til, at Gibraltar sum vertur í
2019 hevur valt at hava judo við.
Tá ið judo ikki er við á oyggjaleikunum, plaga
føroyskir judo-íðkarar heldur at luttaka í øðrum
útlendskum kappingum so sum Reykjavík Open,
Copenhagen Open og NM.
FYRIREIKING
Eitt, sum er gleðiligt fyri menningina í føroyskum
judo, er at tað hesaferð eru metnógvar kvinnur
við føroyska liðnum. Tær eru fýra í tali, og tað
prógvar ein sum heild vaksandi áhuga ímillum
kvinnur í føroyskum judo.
Landsliðið hevur gjørt sítt til at brynja seg til
leikirnar á Gibraltar.
- Vit hava fyrireikað okkum við miðvísari
venjing, umfamt at vit hava luttikið í nøkrum
noðurlendskum kappingum í ár fyri at fáa fleiri
royndir. Haraftrat hava vit havt landsliðsamlingar,
har landsliðsvenjarin hevur verið við, greiðir Petur
Sigurð frá og leggur afturat, at tað eisini hava
verið útlendingar við fyri at geva føroyingunum
íblástur og mótstøðu.
Landsliðsvenjari er danski Roland Vogt. Hann
hevur verið landsliðsvenjari síðani á heysti 2016.
- Roland hevur nógvar royndir bæði sum
venjari, men eisini sum kempari, og tí hevur hann
givið okkum nógv í mun til venjing, og eisini
hvussu vit kunnu gera brúk av taktikki í okkara
dystum. Hann hevur nógvar ambitiónir og er sera
málrættaður í sínum venjingarhátti. Hetta setir
eisini krøv til okkum íðkarar, sum vit sjálvandi gera
okkara ítasta til at liva upp til, sigur Petur Sigurð.
STÓR MÁL
Fyrireikingarnar hjá føroyska judo-hópinum enda
við eini stórari venjingarlegu í Klaksvík, har flestu
judoíðkarar í Føroyum eru við umframt tríggjar
útlendskar venjarar, ið koma frá Sveis, Onglandi
og Danmark.
Síðani verður kósin sett ímóti Gibraltar, og har
hevur føroyski landsliðsvenjarin sett stór mál.
- Hann hevur meldað út, at málsetningurin er
at føroyingar skulu vinna heiðursmerki í øllum
vektbólkum, sum stillað verður upp í. Um hetta
eydnast, so verða tað bestu oyggjaleikir fyri
føroyskt judo nakrantíð, sigur Petur Sigurð, sum
eisini hevur sett sær sjálvum stór mál.
- Persónliga fari eg eftir einum fyrsta plássi.
Eg havi vunnið bronsu á leikunum í 2007 og
2009. Ikki er greitt nær judo er við aftur á
oyggjaleikunum aftur aftaná Gibraltar 2019, so
hetta vera møguliga mínir seinastu oyggjaleikir
og mín seinasti møguleiki fyri at fáa eitt
gullheiðursmerki á oyggjaleikunum, sigur Petur
Sigurð Johannesen.
HÓPURIN
MENN
Bárður Hentze Lenvig
Búgvi Poulsen
Dánjal á Krákusteini
Edvard Johannesen
Fríði M. Carlsson
Gunnar Magnussen
Jógvan Páll Kristiansen
Nicolai Skoubo
Petur Sigurð Johannesen
Sigmundur Johansen
KVINNUR
Hansa Torgerð Ellingsgaard
Maiken E. Bringsberg
Sanna N. Djurhuus
Silja Johannesen
VENJARAR
Roland Vogt