hósdagur 4. juli 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
8
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
TEIR DROYMA
UM FYRSTA SIGURIN
KURVABÓLTUR: TEIR HAVA FINGIÐ ELDDÓP OG AVSMURNINGAR, MEN
NÚ ER EITT UNGT OG SPENNANDI LIÐ TILREIÐAR AT VITA UM STÓRA
FRAMGONGDIN HERHEIMA GEVUR ÚRSLIT. - VIT FARA EFTIR EINUM SIGRI, OG
FÁA VIT HANN, SO ER TAÐ HEILT FANTASTISKT, SIGUR LANDSLIÐSVENJARIN.
Pætur Albinus
Føroyskur kurvabóltur var á fyrsta sinni við á
oyggjaleikunum á Jersey í 2015, og hóast hetta
gjørdist til eina lærustriku av teimum heilt stóru
við fleiri stórtapum, so var hetta ein avmerking
av einari fullkomiliga nýggjari tíð í føroyskum
kurvabólti.
Frá at hava verið eitt felag við nøkrum
áhugaleikarum í einari lítlari fimleikarhøll,
so hevur føroyskur kurvabóltur eftir einans
fimm árum vaksið seg til at hava eina støðuga
landskapping við heili fimm feløgum við tí sætta
á veg.
Spreingjandi vøksturin í føroyskum kurvabólti
hevur givið støðinum og landsliðnum eitt spark.
- Leikaramenningin hevur verið ótrúligt. Sum
dagur og nátt, sigur føroyski landsliðsvenjarin,
Pól Jakobsen.
- Tað er stórur munur á tí, sum man sendi til
Jersey í 2015 og so nú til Gibraltar. Vit hava havt
trupult við at úttaka landsliðshópin, heilt einfalt
tí somikið nógvir góðir leikarar hava verið at valt
ímillum. So landskappingin hevur havt alstóran
týdning fyri landsliðið og fyri føroyskan kurvabólt
yvirhøvur, sigur Pól, sum fer so langt sum at siga,
at landskappingin eisini hevur bjargað lívinum í
føroyskum kurvabólti.
- Uttan landskappingina hevði kurvabólturin
helst dottið niðurfyri, sigur hann.
FYRIREIKINGAR
Tað hava eisini hug at leggjast ungir leikarar
afturat í føroyskum kurvabólti, og hetta merkist
eisini aftur á landsliðnum. Á Jersey í 2015 var
miðalaldurin á føroyska landsliðnum langt uppi
í 30-unum, men nú eru 38 ára gamli Magnus
Jakobsen og 33 ára gamli Bjarni W. Zachariasen
aldursforsetar á einum greitt yngri liði, har tað
eitt nú eru fimm spælarar yngri enn 21 ár.
- Vit hava fatur á rætta endanum, heldur
landsliðsvenjarin.
- Vit vóru samdir um at senda eitt ungt lið
avstað, tí so hava vit helst nakrar ungar leikarar,
ið koma heimaftur og veruliga brenna fyri tí.
Hetta er ein gularót fyri teir, og oyggjaleikirnir eru
so at siga tað einasta, ið vit kunnu bjóða ungu
leikarunum, sigur Pól og vísir á, at teir mugu
venda hvørjari krónu og eitt nú venja í Klaksvík
tvær ferðir um vikuna av tí at hallarleigan í
Tórshavnar kommunu er so dýr.
- Hetta er harmiligt, tí í skúlanum á Argjahamri
eru góðar umstøður og seks kurvar, sigur Pól,
sum tó roynir at hava fokus á rætta stað og
ikki vil taka hendan trupulleikan upp áðrenn
oyggjaleikirnar.
Í fyrireikingunum upp til oyggjaleikirnar hevur
føroyska landsliðið vant tvær til tríggjar ferðir um
vikuna og spælt tveir venjingardystir. Tann fyrri
varð vunnin 78-42 ímóti einum úrvalsliði, og tann
seinni varð taptur tepurt 71-67 ímóti næstbesta
liðnum hjá danska Stevnsgade.
- Seinni dysturin hevði nógv at siga fyri ungu
leikararnar, tí nú kann man siga teir hava fingið
dópin. Teir vístu eisini góðan karakter, og at síggja
slík framstig gevur venjaranum blóð á tonnina,
sigur Pól Jakobsen.
VILJA VINNA
Á undanfarnu oyggjaleikum kom tað til
sjóndar, at føroyingarnir serliga eru aftanfyri
mótstøðumenninar í tí kropsliga.
- Trupulleikin hjá okkum er fysikkurin og
støddin á spælarunum. Allir spælararnir, sum
hinir hava, eru størri og sterkari enn okkara, og
tildømis ímóti Saaremaa seinast var teirra lægsti
maður á hædd við okkara hægsta mann, sigur
Pól Jakobsen, sum tó leggur afturat, at fleiri
av teimum ungu og nýggju leikarunum eru væl
vaksnir, og at miðalhæddin sum heild veksur.
- Musklar kann man eisini altíð gera nakað við,
sigur Pól.
- Styrkin hjá okkum hevur altíð verið kvikleikin,
og vit hava eisini ment okkum til at hava fleiri
vápn at spæla uppá hesaferð, leggur hann
afturat.
Føroyar eru komnar í ein truplan bólk við
Saaremaa, Guersney og Jersey. Saaremaa hevur
fulltíðarleikarar, Guersney kemur vanliga í
hálvfinalurnar, og so er tað meira ógreitt hvørjum
Jersey kemur við.
- Men vit gleða okkum at sleppa at máta
okkum. Vit vilja síggja hvar vit flóta og meta um
vit gera røttu framstigini, sigur Pól.
Eftir bólkaspælið fáa Føroyar eisini at spæla
ein plaseringsdyst at spæla, og her er helst
frægasti møguleikin fyri fyrsta føroyska sigrinum
í kurvabólti á oyggjaleikum.
- Vit fara eftir einum sigri, og fáa vit hann, so
er tað heilt fantastiskt, sigur landsliðsvenjarin,
Pól Jakobsen.
HÓPURIN
LEIKARAR
Bastian Zachariassen
Bjarni W. Zachariasen
Dánjal Hansen
Ernesto F. Henriquez
Fríði í Geil Jensen
Kristmund Petersen
Magnus Jakobsen
Ólavur Weihe Joensen
Petur Ovi J. Mørkøre
Rainer Latupeirissa
Sjúrður Sivertsen
Steen Rói Lorenzen
VENJARAR
Pól Jakobsen
John Norðbúð Thomsen