hósdagur 4. juli 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
10
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
TORKIL FER EFTIR TRIMUM
GULLMERKJUM
SÚKKLING: HANN ER FULLTÍÐARSÚKKLARI OG LUTTEKUR Í STÓRUM
KAPPINGUM Í EVROPA, MEN OYGGJALEIKIRNAR VIL TORKIL VEYHE IKKI
VELJA FRÁ. - TAÐ ER EIN HEIÐUR AT KUNNA UMBOÐA FØROYAR. TAÐ
VIL EG TIL EINHVØRJA TÍÐ GERA VIÐ STOLTLEIKA, SIGUR HANN.
Pætur Albinus
Hann súkklar sum fulltíðarsúkklari og luttekur
í stórum í stórum kappingum kring Evropa,
men Torkil Veyhe veksur seg ikki størri enn
oyggjaleikirnar ella føroyska landsliðið, og hann
hevur tí ikki umhugsað at strika hesa kappingina
úr tí annars tætta kappingarkalendaranum.
- Tað hevur sum so ikki verið upp á tal, sigur
Torkil Veyhe.
- Men tað skuldi sjálvandi passa inn í
kalendaran og ikki forstýra mínar fyrireikingar
ov nógv. Tað hevur tað ikki gjørt, so upp á tann
mátan hevur tað ikki verið uppá tal at strika
oyggjaleikirnar, sigur Torkil Veyhe og leggur
afturat, at tað ikki kravdi nakað at yvirtala
arbeiðsgevaran, Riwal Readynez.
- Teir halda tað vera ein heiður at man sum
íðkari kann umboða sína tjóð, sigur hann.
Torkil súkklar við danska liðnum, Riwal
Readynez, á sokallaða prokontintental, ið er
næsthægsta støðið í Evropa, beint undir World
Tour.
Riwal Readynez fær tó viðhvørt wild card til
at luttaka í kappingum á ovastu rók, og herfyri
sat Torkil Veyhe eitt nú í sama súkklufelti sum
ferfaldi Tour de France-vinnarin, Chris Froome.
Hetta var í Tour de Yorkshire, og hóast støðið á
oyggjaleikunum er nakað heilt annað, so vil Torkil
framvegis vera við.
- Tað er líkasum her, ið alt byrjaði, og tað er
her grundin liggur til at eg valdi at invistera nógva
tíð upp á venjing av fyrstan tíð. Hetta var tað man
sá upp til, sigur Torkil og heldur fram:
- Tað er eisini ein heiður at kunna umboða
Føroyar. Tað vil eg til einhvørja tíð gera við
stoltleika um møguligt, og í løtuni er hetta einasti
møguleiki eg havi, sigur Torkil vísandi til, at hann
annars má umboða Danmark í altjóða høpi.
- Ynskið er sjálvandi eisini at kunna umboða
Føroyar til eitt nú HM og EM, sigur hann.
GULL-HATTRIKK
29 ára gamli Torkil Veyhe var við á sínum
fyrstu oyggjaleikum á Rodos í 2007, tá ið
hann sum blaðungt talent hevði eitt 8. pláss á
einkultstarinum sum sítt besta úrslit.
Síðani tá er nógv vatn runnið í ánna, og hann
er í løtuni greitt tann besti á einkulstartinum á
oyggjaleikunum. Hann hevur vunnið gull í hesari
greinini síðstu tvær ferðirnar - á Jersey í 2015 og í
Gotlandi í 2017.
Torkil fer sjálvandi eftir at vinna einkultstarin á
triðja sinni, men hann ætlar sær meira enn tað.
- Málið er at koma aftur við trimum
gullheiðursmerkjum og vónandi eisini okkurt í
liðkappingini, sigur Torkil, sum í Gotlandi seinast
bleiv nummar tvey í býarsúkklingini og nummar
fimm a landavegnum.
Eitt annað gott kort, sum Føroyar hava í
hondini, er Dávur Magnussen.
- Hann verður betri og betri fyri hvørt ár. Vit
hava tvey góð kort at spæla upp á, og tað skulu
vit brúka, sigur Torkil, sum eisini peikar á, at
Helgi Winther Olsen hevur fyrireikað seg væl til
einkultstartin og eisini er eitt gott kort at hava
har.
Tað er ikki einans Torkil, ið hevur góðar
møguleikar at súkkla gull heim til Føroya í
einstaklingakappingini.
- Vit hava góðar møguleikar fyri gull í øllum
trimum teinunum á mannfólkasíðuni sum
einstaklingar, metir Torkil.
- Vónandi halda vit okkum væl til, soleiðis at
vit eisini kunnu fáa heiðursmerki sum lið, sigur
hann.
HÓPURIN
MENN
Dávur Magnussen
Gunnar Dahl-Olsen
Helgi Winther Olsen
Torkil Veyhe
KVINNUR
AElsa Berg
Maria Svabo Hansen