hósdagur 4. juli 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
14
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
NÝGGJ BYRJAN
Í FØROYSKUM TENNIS
TENNIS: - VIT FARA TIL GIBRALTAR AT VÍSA ANDLIT, UMBOÐA
OKKARA ÍTRÓTTARGREIN OG ROYNA AT BYRJA AV NÝGGJUM,
SIGUR 38 ÁRA GAMLI PÆTUR M. DAHL, SUM ER YNGSTI MAÐUR
Í HÓPINUM. HANN FEGNAST UM BØTTAR UMSTØÐUR OG
NÝGGJAR MØGULEIKAR Á TENNISVØLLUNUM Í GUNDADALI.
Pætur Albinus
Ein av teimum royndu tennisspælarunum í
Føroyum er Pætur M. Dahl. Hóast hann er 38
ára gamal, so kann hann breggja sær av at vera
tann yngsti í tennishópinum, sum fer at umboða
Føroyar á oyggjaleikunum í Gibraltar.
Umframt Pætur, so eru tað nevniliga tríggir
eldri mans enn hann sjálvur, Jón Brekku, Annfinn
Gaard og Pablo Marin, sum skulu spæla fyri
Føroyar. Pætur og Jón hava verið við nakrar ferðir,
men hetta verður fyrstuferð, at Annfinn Gaard og
Pablo Merin eru við. Annfinn hevur spælt nógv
tennis í Danmark, meðan Pablo Merin hevur spælt
í Argentina, haðani hann er.
Á leikunum í Gotlandi í 2017 spældi Nicholas
Petterson, ið er dani við føroyskari ætt, seg
heilt fram til fjórðingsfinaluna. Hann er ikki við
hesaferð, og føroyingarnir eru eisini meira varnir
við at tosa um vónir í hesi tenniskappingini, ið
stundum er á sera høgum støði.
Pætur M. Dahl sigur, at hann kundi hugsað sær
at gjørt tað gott í B-kappingini, ið er ein kapping
fyri teir, ið eru slignir úr upprunaligu kappingini.
Hesa kappingina vann hann á Bermuda í 2013.
Fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar á Gibraltar
hava verið á einari leið, men føroyska veðurlagið
og tennis ganga ikki júst hond í hond.
- Veðrið hevur sum kunnugt ikki verið serliga
gott í ár. Tað hevur ikki verið gott várveður, so vit
hava havt trupulleikar við at fáa høvi at spæla. Vit
hava tó klárað at fingið tvær-tríggjar venjingar um
vikuna, umframt dystir um vikuskiftini. Vit høvdu
óivað havt gott av at havt tveir mánaðir afturat
við fyrireiking, sigur Pætur M. Dahl.
- Men vit hava roynt at fingið sum frægast
burturúr, leggur hann afturat.
Støðið á tennis á oyggjaleikunum er høgt,
men tó eisini ógvuliga svingandi. Tað er ikki til
at spáa um hvørjar leikarar londini hava við,
men vanliga eru tað spælarar alt frá teimum, ið
hava støðið til at vinna sær stig til ATP-listan,
heimsstyrkislistan, og niður til teir spælararnar, ið
einans spæla á hugnastøði.
NÝGGJ BYRJAN
Tað eru broytingartíðir í føroyskum tennis.
Vøllirnir í Gundadali hava fingið spildurnýtt
undirlag, og herfyri setti Tennissamband Føroya
nýggjan landsliðsvenjara í starv. Talan er um
argentinska Pablo Marin, sum hevur føroyska
konu, og sum hevur drúgvar royndir sum venjari -
eitt nú í spanska stórbýnum Barcelona, har hann
og familjan hava búð.
- Tað er deiligt at hava venjara, sigur Pætur M.
Dahl.
- Vit hava sjáldan havt venjarar, og tað er
altíð keðiligt at vera bæði leikari og venjari í
senn. Tá hevur tú ikki eins góðan møguleika at
hugsavna teg um at spæla. Tað er deiligt at møta
upp, venja og so fara heimaftur, sigur Pætur M.
Dahl og leggur afturat, at tað eisini hava verið
betri stundir at fara niður í smálutir og gjørt
servenjingar, og at hesar hava munað væl.
Tennissamband Føroya ætlar sær í næstum
undir at útbúgva fleiri venjarar, soleiðis at eitt
nýtt grundarlag verður lagt undir menningina av
tennis í Føroyum.
Nýggju umstøðurnar og nýggi venjarin
varskógva møguleikan um eina nýggja byrjan
í føroyskum tennis, og tað er eisini ein av
orsøkunum til, at tann ikki-so-ungi føroyski
hópurin fer við til oyggjaleikirnar í Gibraltar.
- Tað er eingin loyna, at vit eru royndir, og
at vit ikki hava fingið sett nýggjar spælarar til.
Vit fara við fyri at vísa at tað framvegis er lív í
føroyskum tennis, og at vit hava eina vón um at
fáa fleiri yngri fólk, eisini gentur, at spæla tennis.
Vit fara til Gibraltar at vísa andlit, umboða okkara
ítróttargrein og royna at byrja av nýggjum, sigur
Pætur M. Dahl.
UMSTØÐURNAR
Nýggja undirlagið, ið er lagt á tennisvøllirnar í
Gundadali, er graslíki. Tað nú gamla undirlagið var
heilt afturi frá 1990, og tað var tískil væl slitið.
Tað var úr gummi, og tað var ikki serliga nøktandi,
eitt nú tí at undirlagið var seint og at bólturin
stakk høgt.
Hetta er nú munandi betrað. Nýggja graslíkið
syrgir fyri einum natúrligari og støðugari hoppi
hjá bóltinum, og tey fimm tonsini av sandi, sum
eru í hvørjum vølli, syrgja fyri at regnið verður
sogið og at vøllurin stórt sæð er tann sami at
spæla óansæð um hann er turrur ella vátur.
Á oyggjaleikunum í Gibraltar verður spælt á
hørðum undirlagi, altjóða kent sum hardcourt, og
hetta er til fyrimuns fyri føroysku spælararnar, ið
eru vanir við at spæla á stúttum undirlagi heldur
enn á eitt nú grúsi.
Undirlagið er eftir ætlan ikki einasta
umvælingin, sum tennisvøllirnir í Gundadali skulu
fáa. Í vetur er nevniliga ætlanin at fáa ljós upp,
soleiðis at tað kann spælast tennis longri hvørt
ár.
Veðurlagið um várini og heystini eru toliliga
væl egnað til tennis, men stundum er tað myrkrið,
ið darvar, og við nýggju ljósunum kann spælitíðin
í tennis heilt upp í tvífaldast - frá teimum
núverandi trimum-fýra mánaðunum upp í sjey-
átta mánaðir.
HÓPURIN
MENN
Annfinn Gaard
Jón Brekku
Pablo Merin
Pætur M. Dahl
VENJARAR
Pablo Merin