hósdagur 4. juli 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
16
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
UNGUR HÓPUR VIÐ GÓÐUM
ROYNDUM OG GÓÐUM VÓNUM
FRÆLSUR ÍTRÓTUR: FØROYSKI HÓPURIN Í FRÆLSUM ÍTROTTI TELUR 15
ÍÐKARAR, OG TÁ ERU ENNTÁ TVÆR GREINAR, IÐ IKKI SLEPPA AT LUTTAKA.
VIT HAVA PRÁTAÐ VIÐ BRONSUVINNARARNAR Í LIÐKAPPINGINI
Í HÁLVMARATON HJÁ MONNUM, TÁ IÐ OYGGJALEIKIRNIR
SEINASTU VÓRU Á GIBRALTAR Í 1995.
Sjúrður Hildarson Hoydal
Á Gibraltar eru Føroyar sum altíð væl umboðaðar
í frælsum ítrotti. Við 15 íðkarum er hópurin hin
størsti nakrantíð. Bæði rennarar, leyparar og
kastarar ætla sær at vísa føroyskan frælsan ítrott
fram á Gibraltar.
Í renning eru spurtteinarnir serliga væl
umboðaðir í mun til áður, og nógv verður
væntað av Tóri Mortensen, ið skal spurta á
oyggjaleikum fyri triðju ferð. 21 ára gamli Tórur
Mortensen hevur stríðst við skaða og luttekur
ikki í trýstøkk, ið hann annars longu hevur eitt
silvurheiðursmerki á oyggjaleikum fyri. Á Gibraltar
skal hann ístaðin hugsavna seg um spurtirnar.
Skjóti havnarmaðurin skal renna 100 og 200
metrar, og hann tykist í góðari venjing til serliga
200 metra teinin. Tí sunnudagin skar hann
nærum eitt hálvt sekund av føroyska metinum í
200 metrum. Tað gjørdi hann, tá ið hann saman
við 12 øðrum í oyggjaleikahópinum luttók á VU-
Spelen stevnuni í Gøteborg. Hann rann teir 200
metrarnar í tíðini 22,43 sekund – 0,48 sekund
skjótari enn nú fyrrverandi føroyska metið.
FLEIRI FØROYSK MET BEINT
UNDAN OYGGJALEIKUM
12 av teimum 15 frælsu íðkarunum í Gibraltar
luttóku í VU-Spelen vikuskiftið undan at oyggja
leikirnir verða settir. Henda kappingin var hin
seinasta í drúgvum fyrireikingum til oyggjaleikir
nar á Gibraltar.
Fyrireikingarnar hava sum vera man verið
í gongd longu síðani seinastu oyggjaleikir, og
serliga hetta seinasta árið hevur verið kappast
nógv uttanlands. Flestu av øroysku íðkararunum
hava luttikið í innandura kappingum í Reykjavík,
Malmø og Skive, og í vár hevur verið luttikið í fleiri
kappingum í Skive, greiðir Guttorm Sørensen frá.
Guttormur sjálvur hevur góð minni frá Gibraltar,
tí saman við Halli Holm og Niels Jákupi Jakobsen
vann hann bronsu í liðkappingini í hálvmaraton í
1995.
-Har gekk sera væl á VU-Spelen, og blivu fýra
føroysk met sett og fleiri settu eisini persónlig
met. So fyrireikingarnar hava gingið væl, og tað
verður sera spennandi á Gibraltar, sigur rennileg
endan.
Umframt metið hjá Tóri Mortensen setti Elisa
beth Holm Simonsen føroyskt met í 100 metrum,
tá ið hon gjørdist fyrsta føroyska kvinnan at renna
teinin undir 13 sekund. Nú eitur metið 12,99
sekund.
Teresa Bláhamar leyp eisini hægri enn nakran
tíð, tá ið hon hækkaði sítt egna føroyska met
við seks sentimetrum. Føroyska metið er nú 161
sentimetrar.
KASTARAR ERU VIÐ SVIÐUSOÐ Á
GIBRALTAR
Fjórða føroyska metinum um vikuskiftið syrgdi
Guðrið Káradóttir Petersen fyri. Tað lá væl fyri hjá
henni í hamarakasti í Gøteborg, og hon longdi um
føroyska metið við einum góðum metri, so at tað
nú eitur 42,89 metrar.
Men hvørki hamarakastarar ella spjótkastarar
sleppa upp í part á Gibraltar. Umstøðurnar eru
ikki til tað. Í stuttum snýr tað seg um, at eingin
grasvøllur er at kappast á, og tað ber ikki til at
halda hesar kastikappingar á graslíki. Tí er einasta
kastigrein á oyggjaleikunum kúluvarp, har Føroyar
eru umboðaðar við ungu Lýdiu P. Simonsen.
KANN REBEKKA GERA TAÐ
AFTUR?
Spurdur um vónirnar til føroysku úrslitini er
Guttorm Sørensen nakað varin.
-Tað er altíð trupult at spáa um úrslit á
Oyggjaleikum, tí vit hava so lítla vitan um
mótstøðuna frammanundan. Men sum tað sær
út, so hava hinar oyggjarnar eisini nógvar ungar
íðkarar, so vit hava rímiligar vónir um úrslit í topp
tíggju í øllum førum og nøkur í topp fimm. Okkurt
heiðursmerki eigur at vinnast, men tað verður ikki
lætt hjá okkara íðkarum. Á Gotlandi vann Rebekka
gull og bronsu, Tórur vann silvur og Margit vann
bronsu og tey eru við aftur hesuferð, greiðir
rennilegendan frá.
Liðfelagarnir hjá Guttormi í 1995, Hallur Holm
og Niels Jákup Jakobsen gera eisini greitt, at
ávísar vónir eru til Rebekku Fuglø á miðteinunum.
26 ára gamli rennarin luttekur á sætta sinni á
oyggjaleikum, og á Gotlandi fyri tveimum árum
síðani eydnaðist væl. Tá vann Rebekka Fuglø
gull á 800 metrum og bronsu á 1500 metrum,
og hetta gevur sjálvandi onkrar væntanir. -Hon
er okkara stóra stjørna, heldur Hallur Holm fyri
um rennaran úr Treysti, ið nú er millum fremstu
rennarar í Danmark.
Um úrslitini verða góð ella ikki hesaferð vil
Guttorm Sørensen ikki spáa um, men hann er
vísur í einum:
- Vit vita við vissu, at tey øll gera sítt ítasta fyri
Føroyar, og so er at vita hvussu langt tað røkkur,
ger Guttorm Sørensen púra greitt.
HÓPURIN
Rebekka Fuglø
(1993) úr Treysti 800m,
1.500m og 5.000m (sættu
ferð síðan 2009)
Julian Gregersen
(1998) úr Treysti 800m og
1.500m (aðru ferð síðan
2017)
Oddvør Josephsen
úr Treysti 400m og 1.500m
(aðru ferð síðan 2017)
Maria Biskopstø
(2002) úr Treysti 400m
og 800m (fyrstu ferð)
Rigmor N. Arge
(1969) úr Hvirluni
hálvmaraton
(fimtu ferð síðan 1999)
Tórur Mortensen
(1998) úr Hvirluni 100m og
200m (triðju ferð síðan 2015)
Lýdia P. Simonsen
(2001) úr Hvirluni kúlustoyt
(fyrstu ferð)
Edna Maria Debes
(1997) úr Hvirluni longdarlop
(fyrstu ferð)
Margit Weihe Frímundsdóttir
(1999) úr Bragdinum 200m
og trístøkk (aðru ferð síðan
2017)
Elisabet Holm Simonsen
(2001) úr Bragdinum 100m
og longdarlop (aðru ferð
síðan 2017)
Alda S. Lamhauge
(1998) úr Bragdinum 100m
og 200m (aðrun ferð síðan
2017)
Andreas B. Antoft (2002)
úr Bragdinum 200m og
longdarlop (fyrstu ferð)
Teresa F. Bláhamar
(2001) úr Bragdinum
hæddarlop (fyrstu ferð)
Bára J. Glerfoss
(2003) úr Bragdinum trístøkk
(fyrstu ferð)
Sarah Vallin
(1998) úr Bragdinum
10.000m og hálvmaraton
(fyrstu ferð)