hósdagur 4. juli 2019síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
OYGGJALEIKIR
18
1939
6. JULI - 12. JULI 2019
STINNIR SKJÚTTAR HÓAST
ÓVISSU OG RINGAR UMSTØÐUR
SKJÓTING: -AT VENJA TRAP-SKJÓTING Í FØROYUM ER SUM
AT VENJA FLOGBÓLT, MEN KAPPAST Í KURVABÓLTI
Sjúrður Hildarson Hoydal
Fyrsta føroyska heiðursmerki í skjóting fekk Finn
Ludvig, tá ið hann vann bronsu á Isle of Wight
í 1993, og slóðbrótarin skjýtur aftur hesaferð.
Fyrsta gullið kom 10 ár seinni, tá ið Marius F.
Joensen vann á Rhodos í 2013. A Gottlandi
seinast smakkaðu føroysku skjúttarnir aftur
gull, tá ið Sámal Debes og Tórur Fløtt vunnu
liðkappingina í skeet.
Tríggir av teimum fýra nevndu umboða aftur
Føroyar á Gibraltar hesaferð. Í mun til seinast
er Sámal Debes ikki við, men Alex Johannesen
umboðar Føroyar í trap-skjóting saman við Finn
Ludvig.
Seks skjúttar kappaðust um at fáa landsliðs
plássini fyrr í ár, og tað gjørdist sera tepurt, tá ið
Esmar Joensen bert var tvær dúgvur frá at taka
plássið frá Alexi Johannesen.
Esmar Joensen er kortini við í hópinum sum
venjari, eins og hann er formaður í Skjótisambandi
Føroya.
Vit hava biðið hann greiða okkum frá um
skjóting sum ítrottargrein.
TRÍGGJAR GREINAR, IÐ SNÚGVA
SEG UM AT HALDA HØVDIÐ KALT
Føroysku skjúttarnir skulu kappast í Olympic
Skeet, Olympic Trap og Automatic Ball Trap (ABT)
Esmar Joensen greiðir frá, at í olympiskum
skeet ferðast dúgvurnar í einum føstum bana,
og skjúttin flytur seg í millum standplássini, sum
liggja í einum hálvmána rundan um breytina.
Dúgvurnar verða sendar út eftir einari ávísari
mannagongd, har ein ella tvær dúgvur verða
skotnar hvørja ferð.
-Í olympiskum trap og ABT ferðast dúgvurnar
burtur frá skjúttunum, við einum vinkli, sum
skjúttin ikki veit frammanundan. Munurin á
greinarnar báðar er, at í ABT eru at vinklarnar
víðari, meðan ferðin í olympiskum trap so er
hægri. Haraftrat tryggjar olympiskt trap, at allir
skjúttar hava fingið líka dúgvur aftaná eitt umfar,
greiðir Esmar Joensen frá.
Spurdur hvat eyðkennir skjóting, svarar
Esmar Joensen at tamarhaldið á sær sjálvum er
avgerandi.
- Tað verður sagt, at allir leirdúgvuskjúttar
kunnu undir venjing raka allar dúgvur úr øllum
vinklum og á øllum standplássum. Men ein stórur
partur av venjingini hjá einum leirdúgvuskjútta,
er eisini at venja seg í móti sálarliga trýstinum
tú kemur í undir kapping. Tað snýr seg um at
hugsavna seg 100 prosent og halda høvdið kalt
tá ið á stendur, sigur landsliðsvenjarin.
HAVA FYRIREIKAÐ SEG
SÁLARLIGA
Skjótilandsliðið hevur fyrireika seg gjølla til
oyggjaleikirnar. Herfyri luttóku skjúttarnir í norð
urlendskari kapping í Danmark og úrslitini vóru
góð. Alex Johannesen skeyt seg í finaluna og
endaði á fimta plássi – millum annað frammanfyri
besta trap-skjúttan í Danmark í løtuni. Í skeet
gjørdist Marius F. Joensen bert tvær dúgvur og
stuttur til finaluna og endaði sum nummar sjey.
Umframt at kappast hevur landsliðið eisini
verið á venjingarlegu í Danmark, har millum annað
Jesper Hansen, ið skal skjóta við OL í Tokyo næsta
ár, legði føroysku skjúttunum lag á.
Og so hevur ítrottarsálarfrøðingur eisini hildið
fyrilestur fyri hópinum – og skjúttarnir fingu eisini
bjóða persónliga viðtalu við ítrottarsálarfrøðing.
GÓÐAR VÓNIR HÓAST VÁNALIGAR
VENJINGARUMSTØÐUR
Góðu siðvenjunar í skjóting og ikki minst gullið
í liðkappingini og bronsumerki hjá Tóri Fløtt á
Gotlandi, bera boð um at føroysku skjúttarnir
hava høgt støðið.
Skeet-skjúttarnir hava víst sama høga støðið
sum fyri tveimum árum síðani, sigur Esmar
Joensen, men trap-skjúttarnir hava avbjóðingar
leggur hann afturat.
Trap-skjúttarnir hava ikki staðið seg líka væl á
oyggjaleikum, og kemst tað óivað av, at tað eru
so vánaligar umstøður til trap-skjóting Føroyum.
Einasta trap-breyt í landinum liggur á Sandvíkum,
og breytin er framvegis tann sama, sum á
oyggjaleikinum í 1989. Føroyskir skjúttar hava í
fleiri ár samskift við Tórshavnar Kommunu um
at fáa breytina nútímansgjørda, so hon millum
annað livir upp til krøvini, ið verða sett í dag, men
tíanverri verður leirdúgvuskjóting ikki raðfest í
Tórshavn, greiðir formaðurin í skjótisambandinum
frá, áðrenn hann lýsir hvussu stór henda
avbjóðingin er:
-Í dag verður vant á eini trap-breyt, sum er
ein blandingur millum olympiskt trap og ATB, og
tað kann kanska samanberast við, at tú venur
flogbólt, men luttekur í kurvabólti, tekur Esmar
Joensen til.
ÚTGERÐIN GEVUR AVBJÓÐINGAR
Á SKJÓTIBREYTINI
Ein ítrottarskjútti krevur sjálvandi serstaka byrsu,
og føroysku íðkararnir eru einki undantak.
Skjúttarnir brúka serligar ítrottarhøglbyrsur,
sum eru gjørdar til leirdúgvu skjóting. Í mun til
eina vanliga veiðubyrsu, eru ítrottarbyrsurnar
gjørdar sterkari, soleiðis at tær skulu halda til
fleiri 100.000 skot. Byrsan er oftast snikkað til
kroppin á skúttanum, soleiðis at hon altíð liggur
rætt, tá hann skal skjóta dúgvuna, greiðir Esmar
Joensen frá.
Á Gibraltar, verður bert møguligigt at skjóta
við blýggjhøglum, men í Føroyum er bannað at
brúka hesi høgl á skjótibreyt. Hetta kann merkja,
at skjúttarnir mugu tillaga byrsuna, og skifta
silindarin, sum situr uttast á pípuni á byrsuni,
fyri at fáa somu skotmynd, sum teir hava við stál
høglum í Føroyum, sigur landsliðsvenjarin.
OG AVBJÓÐINGAR Á
FLOGVØLLINUM
-Ein afturvendandi avbjóðing, tá okkara ítróttar
skjúttar luttaka á skjótikappingum uttanlands,
er loyvi at ferðast millum lond við byrsu, greiðir
Esmar Joensen frá.
-Tá ið vit skulu heim aftur av Gibraltar, skulu
vit yvir um marki til Spania. Skjótisamband Føroya
hevur nú í fýra mánaðir arbeitt við at staðfesta
hvørji loyvi verða kravd, tá ið vit koma inn í
Spania. Men enn fyriliggur onki skrivligt loyvi frá
nøkrum myndugleika.
-Tað hevði verið munandi lættari, um føroysku
ítróttarskjúttarnir høvdu viðurkent ES-vápnapass,
eins og skjúttarnir í okkara grannalondum, sigur
Esmar Joensen og greiðir frá, at Skjótisamband
Føroya hevur í fleiri umførum heitt á føroyskar
myndugleikar og politikarar um at fáa viðurkent
vápnapass til føroysku ítróttarskjúttar, men enn
røkist ikki fyri nakrari loysn, suffar Esmar Joensen
at enda.
HÓPURIN
TRAP:
Finn Ludvig
Alex Johannesen
SKEET:
Tórur Fløtt
Marius F. Joensen
VENJARAR
Esmar A. Joensen
Jóannis Joensen