mánadagur 8. juli 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 8. juli 2019 · Nr. 77
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Í Sarpugerði er summarfrítíðin
av. Víkingarnir eru farnir und
ir fyrireikingarnar til seinnu
hálvu av hesum kappingar
árinum.
Víkingur hevur nógv at
fyrireika seg til. Stigatalvan
sigur, at Víkingur er ovast og
trý stig frammanfyri næstu
kappingarneytarnar.
Størstu
kappingarneytarnir eru í løtuni
NSÍ og KÍ og eitt stig aftanfyri
hesi bæði er B36.
Hesi trý liðini hava spælt
ein dyst færri enn Víkingur.
Tað kemst av, at tey hava verið
upptikin av Europa fótbólti.
Fyrsti dysturin hjá Víkingi
eftir summarsteðgin er ásettur
at vera ólavsøkuaftan, sunnu
dagin 28. juli, í Gundadali ímóti
B36. Men tað er ikki víst, at
tað fer at bera til hjá B36 at
taka ímóti toppliðnum ólav
søkuaftan. Orsøkin er tann, at
møguleiki er fyri, og tað verður
vónað, at B36 fer at vera upp
tikið
av
altjóða
avbjóðing
nakrar dagar undan ólavsøku
og nakrar dagar eftir ólavsøku.
Í Víkingi vita teir alt um,
hvussu spennandi tað er at
royna seg í europeisku kapp
ingunum, og hvussu nógvar
pengar altjóða luttøkan ber
við sær. Tí spennir Víkingur
seg út, og víkingarnir eiga
tveir møguleikar at vinna at
gongumerki næsta summar at
luttaka í Europa.
Umframt at vera við í
kappingini um FM skal Vík
ingur spæla steypafinalu. Hon
verður leygardagin 21. septem
ber, og mótstøðuliðið verður
HB.
70 spælarar eru uttanlands
Í hesi vikuni vera umleið 70
av teimum bestu spælarunum
í føroysku kappingini uttan
lands. Tað kunnu vera 23 spæl
arar á listanum, og tað letur til,
at tey trý feløgini, sum í hesi
vikuni fara at royna seg uttan
fyri landoddarnar, hava 23
spælarar á listanum.
Tað verður ikki fyrr enn í
næstu viku, at tað aftur verður
Europafótbóltur í Føroyum. HB
og B36 fara at spæla í Gunda
dali ávikavíst næsta týskvøld
og mikukvøld, og KÍ fer at
spæla á Svangaskarði hós
kvøldið í næstu viku.
Umframt stóra málið, sum er
at standa seg væl og vinna seg
víðari í europeisku kappingini,
so er annað mál at samansjóða
hópin og at venja og brinja seg
til avbjóðingarnar í heimligu
kappingini.
Meistararnir eru í Finnlandi
Í
gjáramorgunin
fór
HB
ferðalagið av landinum, og í
gjárkvøldið var HB í finska
høvuðsstaðnum,
har
stóra
avbjóðingin verður í annað
kvøld, tá ið finska meistaraliðið
HJK Helsinki verður vertur.
Føroysku meistararnir hava
áður verið í Finnlandi og spælt
í Champions League. Eftir FM
heitið í 1998 fall lutakastið so
leiðis, at HB í 1999 spældi ímóti
FC Haka úr Finnlandi.
Fyrri dysturin var í Gunda
dali. Úrslitið var 1-1. Tveir
minuttir eftir steðgin legði
Magni á Lakjuni HB framum.
Leiðslan helt, inntil ein tími var
farin, tá ið javnaði FC Haka.
Úrslitið kundi havt verið
uppaftur betri, tí HB stóð seg
væl á heimavølli, og dreymurin
um at spæla seg víðari var ikki
burtur, tá ið HB fór til Finn
lands. Í nógva hitanum í Finn
landi gekk tað av skriðuni, tí
HB legði rygg til 6-0 tap.
Síðani hevur HB fleiri ferðir
staðið seg væl í europeisku
meistarakappingini á heima
vølli. Á útivølli hev
ur tað ikki roynst so væl.
Í annaðkvøld fær HB nýggj
an møguleika í Finnlandi. HB
liðið er sera væl fyri. At René S.
Joensen er lagstur aftrat, og at
Brynjar Hlōðversson er komin
fyri seg aftur eigur at vera
eyka íblástur hjá meistarunum,
sum í heimligu kappingini av
álvara eru við at blanda seg í
kappingini um oddasessin og
FM.
B36 eigur góð minni
Klokkan 13.15 í dag lætti B36
ferðalagið úr Vágum. Umvegis
Edinburgh verður flogið til
Norðurírlands, har B36 miku
kvøldið fer at spæla ímóti
Crusaders FC.
B36 hevur góð minni av at
taka lut í Europa League. Í
fjør spældi árstalsfelagið seg
tvær ferðir víðari í kapping
ini. Í fyrra førinum var tað
eftir tvær ferðir 1-1 og brots
sparkakapping á útivølli ímóti
St
Joseph´s
úr
Gibraltar,
og í seinna førinum var tað
eftir málleysan javnleik á
heimavølli og so 2-1 sigur
í Montenegro ímóti OFK
Titograd. B36 málskjútti
á Balkan var Benjamin
Heinesen. Sjey minuttir
undan
leikloki
gjørdi
heimaliðið sjálvmál.
Í
fjør
rundaði
B36
altjóða luttøkuna av við
upplivingini at spæla ímóti
Besiktas úr Turkalandi. Eftir
2-0 tap í Gundadali varð
punktum sett í Istanbul, har
heimaliðið vann 6-0.
KÍ skrivaði søgu
Fríggjakvøldið vóru klaksvík
ingar við hús aftur eftir væl
eydnaða ferð í San Marino, og
longu sunnukvøldið lættu teir
aftur úr Vágum. Nú eru teir í
Litava, har mótstøðuliðið hós
kvøldið verður FK Riteriai.
Í fjør spældi KÍ ímóti Zalgiris
úr Litava. Tá var úrslitið 2-1 tap
á heimavølli og so 1-1 á útivølli.
Ta ferðina kendu klaksvíkingar
seg hava betri uppiborið. Tað
verður mett, at mótstøðuliðið
nú hóskvøldið er eitt vet
veikari, enn mótstøðuliðið í
fjør var.
Í San Marino síðsta hós
kvøld gekk tað væl við mál
skjótingini hjá KÍ, sum helt
mótstøðuliðnum frá at skora
mál.
Í fyrra hálvleiki skoraði
KÍ trý mál, og eitt korter
undan leikloki økti Jóannes
K. Danielsen um leiðsluna. 4-0
KÍ sigurin var merkisverdur á
FÓTBÓLTUR
Europa fótbóltur: Tvær tær næstu vikurnar fara HB, B36
og KÍ at royna seg móti útlendskum feløgum, og nú fæst
at síggja, um føroyskur liðfótbóltur hevur ment seg
70 TEIR BESTU
ERU FARNIR AV
LANDINUM