týsdagur 7. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2004
31
Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í P/F
Smyril Line týsdagin tann 21.desembur 2004 kl.15.00
á Hotel Føroyum við Oyggjavegin í Tórshavn við
fylgjandi fundarskrá:
1.Val av fundarstjóra.
2.Viðtøkubroytingar - har ísettar verða grein 3 A og 3
B í viðtøkur felagins við hesum innihaldi:
»§ 3A
Stk. 1.
Í tíðarskeiðnum til 31. desembur 2005 hevur nevnd
felagsins heimild til - í einum ella fleiri umførum - at
hækka partapening felagsins við íalt upp til DKK 100
milliónum
í
nominellum
virði.
Hækking
av
partapeninginum kann heilt ella lutvíst fara fram í
øðrum virðum enn reiðum peningi, herundir soleiðis,
at
felagið
í
sambandi
við
hækkingina
av
partapeninginum uttan viðurlag í partabrøvum tekur
við slíkum øðrum virðum. Harumframt kann gjald av
hækking fara fram við mótrokning.
Stk. 2.
Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at
galda hesar ásetingar:
• Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum
verandi partapeningur;
• Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru
negotiabul;
• Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigar-
arnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa
• Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá
nevndini
• Heimilað er nevndini at avgerða at verandi parta-
eigarar ikki skulu hava forrætt til at tekna henda
nýggja partapening.
Ongar avmarkingar galda í fortekningsrættinum hjá
nýggja partapeninginum við kapitalhækkingum í
felagnum í framtíðini.
Ger nevndin av at tekning skal fara fram uttan for-
tekningsrætt fyri verandi partaeigarar, er nevndini
harumframt heimilað at avgerða sum eins treyt fyri
at luttaka í tekning av hækkaða partapeninginum at
hvør íleggjari skal tekna eina ávísa minstuupphædd í
nýggjum partabrøvum
• Teknaður partapeningur er gjaldkomin samstundis
sum teknað verður.
• Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla
av hesum.
• Tekning fer fram til marknaðarvirði
• Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýtið
umframt onnur partaeigararættindi í felagnum í
sama roknskaparári sum hækkingin av partapen-
inginum er skrásett.
§ 3 B
Stk. 1.
Í tíðarskeiðnum til 31. mars 2005 hevur nevnd
felagsins heimild til at hækka partapening felagsins
við ávísu upphæddini DKK 60 milliónum í nominellum
virði. Hækking av partapeninginum kann heilt ella
lutvíst fara fram í øðrum virðum enn reiðum peningi,
herundir soleiðis,
at felagið í sambandi við
hækkingina av partapeninginum uttan viðurlag í
partabrøvum tekur við slíkum øðrum virðum.
Stk. 2.
Fyri hesa nýtekning av partapeningi verða annars at
galda hesar ásetingar:
• Hendan hækking av partapeninginum kann bert
verða teknað saman ella av einum ella av fleiri av
hesum løgfrøðiligu persónum
• Shetland Development Trust, Lervich
• Tryggingarfelagið Føroyar Holding P/F,Tórshavn
• Framtaksgrunnur Føroya,Tórshavn
• Austfar hf, Ísland
• Bygdastofnun, Ísland
• Partapeningurin fær somu rættindi í felagnum sum
verandi partapeningur;
• Partabrøvini skulu ljóða uppá íhendihavara og eru
negotiabul;
• Eingi partabrøv hava framíhjárætt og partaeigar-
arnir hava ikki skyldu at lata partabrøv síni innloysa
• Partabrøvini kunnu frítt verða seld uttan loyvi frá
nevndini
• Verandi partaeigarar skulu ikki hava forrætt til at
tekna henda nýggja partapening. Ongar avmark-
ingar galda í fortekningsrættinum hjá nýggja parta-
peninginum við kapitalhækkingum í felagnum í
framtíðini.
• Hvør íleggjari skal tekna fyri minst DKK 300.000 í
nýggjum partabrøvum
• Tekningartíðarskeiðið er 3 dagar, at rokna frá inn-
bjóðing er løgd fyri íleggjararnar at tekna nevnda
partapeningin.
• Við yvirtekning verður hvør teknað upphædd lækk-
að niður til upphæddina DKK 60 milliónir pro-rata
við støði í verandi partapeningsupphædd hjá tekn-
andi íleggjara.
• Teknaður partapeningur er gjaldkomin tveir ar-
beiðsdagar eftir at tekningartíðarskeiðið er runnið.
• Partabrøvini eru til støddar kr. 1.000,00 og multipla
av hesum.
• Tekning fer fram til kurs 100
• Nýggju partabrøvini fáa rætt til vinningsbýtið
umframt onnur partaeigararættindi í felagnum í
sama roknskaparári tá hækkingin av partapeningin-
um er skrásett.
• Kostnaðurin í sambandi við kapitalhækkingina, ið
felagið skal bera, fer ikki uppum DKK 500.000,-,
hetta íroknað skrásetingargjald, løgfrøðiligur kostn-
aður, lýsingarkostnaður v.m.«
Frávik er í ætlaðu nevndarheimildini í grein 3B gjørd í
fortekningsrættinum hjá verandi partaeigarum, hetta
tí verandi fíggjarliga støða felagsins kann krevja, at
kapitalhækking verður framd við stuttum skoðbráði.
Hvat viðvíkur kursinum í grein 3B, ið er ásettur til 100,
so er til hetta at viðmerkja, at henda áseting er framd
fyri best møguliga at royna at tryggja at teir til
tekningar innboðnu taka av hesum boði, serstakliga
havandi fíggjarligu støðu felagsins í huga.
Uppskotini til viðtøkubroytingar krevja serligan
meiriluta og eru uppskotini tí í fullum líki endurgivin
omanfyri.
Uppskotini til viðtøkubroytingar,saman við øðrum til-
fari, liggja annars frammi á skrivstovu felagsins Yviri
við Strond 35-37, 100 Tórshavn 8 dagar framman-
undan aðalfundinum.
Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at parta-
eigarin í seinasta lagi 3 dagar frammanundan aðal-
fundin hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu
felagsins.
Nevndin í
P/F Smyril Line
Eykaaðalfundur í P/F Smyril Line
HAVNAR BIO
✰
Tlf. 3119 56
✰
www.bio.fo
KOMANDI FILMUR
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Týsdagin
07.12. kl. 2000
Týsdagin
07.12. kl. 2245
Mikudagin
08.12. kl. 2000
Mikudagin
08.12. kl. 2245
Hósdagin
09.12. kl. 2000
Hósdagin
09.12. kl. 2245
Týsdagin
07.12. kl. 1600
Týsdagin
07.12. kl. 1800
Mikudagin
08.12. kl. 1600
Mikudagin
08.12. kl. 1800
Hósdagin
09.12. kl. 1600
Hósdagin
09.12. kl. 1800
Týsdagin
07.12. kl. 2115
Mikudagin
08.12. kl. 2115
Hósdagin
09.12. kl. 2115
Týsdagin
07.12. kl. 1900
Mikudagin
08.12. kl. 1900
Hósdagin
09.12. kl. 1900
Týsdagin
07.12. kl. 1645
Mikudagin
08.12. kl. 1645
Hósdagin
09.12. kl. 1645
– Seinasta sýning –
FRUMSÝNING Fríggjadagin 10. desember