Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 TÍÐINDI Árni Gregersen Tá ið mánadagurin var farin, vóru brt 196 fiski­ dagar eftir til allar bátar í bólki 5b, sum eru bátar undir 15 bruttotons. Hetta er næstan onki, tí higartil í ár, hava bátar­ nir í bólkinum brúkt 3366 fiski­dagar av teimum 3552, sum teimum vóru til­lutaðir fyri 2019. Í bólki 5b eru nógvir bátar og í fyrru helvt av hesum árinum hava meira enn 300 báttar úr bólki­num avreitt. Gamaní hava nógvir teirra ikki avreitt nógv, men uttan mun til um teir hava avreitt 200 kilo ella 10.000 kilo, so hevur hetta talt, sum ein fiskidagur. Tí eru so nógvir dagar brúktir av samlaða fiski­daga­tali­ num hjá bólkinum. Kann steðga fiskiskapinum Brúkta talið av fiski­døg­ unum ger, at verður onki gjørt, so mugu allir bátar í bólkinum gevast at fiska, nú í juli og sleppa ikki út­ aftur fyrr enn eitt nýtt fiski­dagatal er ásett fyri 2020. Spurninguyrin um hvat kann gerast, voldir í løtuni fyrisitingini stór­ ar trupulleikar. Fiski­ daga­talið verður ásett av Løgtinginum – altso við lóg – so hetta er ikki nakað, sum bert kann loysast fyrisitingarliga. Tó ber helst til at flyta dagar frá bólki 5a til 5b, men hetta fer bert at koma aftur um brekku seinni, tí tað vísir seg, at í bólki 5a eru umleið helvtin av døgunum fyri í ár brúktir. Tað passar væl til, hvussu langt út á árið vit eru komin, so verða dagar tiknir frá bólkinum, so fer tann bólkurin, sum nú hevur eitt hóskandi fiskidagatal, at mangla dagar í seinnu helvt av 2019. Fiskimálaráðið hevur málið til viðgerðar í løtu­ ni, men tað sær ikki út til, at ein loysn liggur beint fyri framman. Bert lands­stýris­ maður­in við fiski­vinnu­ málum, Høgni Hoydal, ger viðmerkingar til málið, men tað eydnaðist ikki okkum at fáa samband við hann, áðrenn blaðið fór til prentingar. Spurningurin er, hvussu hetta kann loysast. Keldur, sum Sosial­urin hevur tosað við, siga heilt greitt, at tað er Løgtingið, sum hevur ásett fiskidagatalið fyri ein­støku bólkarnar og tí er tað bert Løgtingið, sum kann gera broytingar. Onkur heldur, at tað ber til at flyta millum bólk 5a og 5b, men hetta fer so helst at gera nýggj­ ar trupulleikar seinni í ár. Ein annar teoretiskur møguleiki er, at lands­ stýris­maðurin fær heimild at siga, at ikki alt telur við sum fiskidagar. Tað vísir seg nevniliga, at nógvir bátar hava bert avreitt heilt fá kilo, sum kortini telja fyri ein fullan fiskidag. Ber til at gera eitt “bagatell-mark”, so kunnu nakrir dagar vinnast innaftur tann vegin, men tað er ivasamt um gald­ andi lóggáva heimilar hesum. Millum útróðrarmenn er ráðaloysi eisini at merkja, skulu teir gevast at fiska longu nú, helvtin av árinum er eftir. Hvørki Vørn ella fiski­ málaráðið hevur nakað alment boð uppá eina loysn, men vísa til lands­ stýrismannin við fiski­ vinnumálum. Høgni Hoydal er í Gibraltar til Oyggja­leik­ir, har hann sum menta­mála­ ráð­harri umboðar Før­oyar. Ongir fiskidagar eftir til bátar í bólki 5b Ráðaloysi valdar, nú allir fiskidagarnir hjá bátum í bólki 5b eru brúktir, og árið bert er reiðiliga hálvrunnið Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er tann einasti, sum ger viðmerkingar til málið, men tað eydnaðist ikki okkum at fáa samband við hann Bólkur 5b, sum er smáir útróðrarbátar, hava ongar fiskidagar eftir í ár, táq ið henan vikan er farin Løgtingið ásetir fiskidagarnar, so hetta er ikki nakað, sum kann loysast fyrisitingarliga, halda tey flestu