týsdagur 9. juli 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Tríggjar ferðir er
hon vald á Løgting,
í 1998 í 2002 og
í 2008. Hon hevur
sitið á tingi í sløk
10 ár. Hon stillaði
ikki uppaftur á
løgtingsvalinum í
2011 og heldur ikki
í 2015. Nú ætlar
hon at gera enn
eina roynd at verða
vald í Løgtingið fyri
Javnaðarflokkin
Eirikur Lindenskov
– Vit eru sera fegin um at kunngera,
at Katrin Dahl Jakobsen hevur
gjørt av at stilla upp aftur til løg
tingsvalið í ár.
Soleiðis skrivar Javnaðarflokk
urin í eini fráboðan til miðlarnar.
Katrin Dahl Jakobsen hevur
drúgvar royndir í politikki. Hon
varð vald á ting fyrstu ferð í 1998
fyri
Javnaðarflokkin
í
Suður
streymoyar valdømi. Hon varð aft
urvald í 2002, men fall á valinum í
2004.
Í 2008 var hon aftur vald á Løg
ting, men gavst á løgtingsvalinum
í 2011, tá hon ikki stillaði uppaftur.
Katrin Dahl Jakobsen varð eisini
vald í Tórshavnar býráð í 2008.
Katrin Dahl Jakobsen er fødd í
1951, uppvaksin og búsitandi í Havn.
Í Løgtinginum hevur hon millum
annað royndir sum forkvinna í
vinnunevndini og sum partur av
formansskapinum í Løgtinginum.
Sum forkvinna í sosialu nevnd
í Tórshavnar kommunu hevði hon
ábyrgdina av at stovna eldraráðið í
kommununi.
Katrin er útbúgvin lærari og
hevur starvast í Noregi og í Eyst
urskúlanum í Havn. Harumframt
hevur hon verið virkin í barna
verndini og í Reyða Krossi.
Javnaðarflokkurin skrivar, at
fyri Katrina Dahl Jakobsen er um
sorganarøkið sum heild tað týdn
ingarmesta, men eisini umstøður
nar á dagstovnum og fólkaskúlum
kring landið. Katrin Dahl Jakobsen
sigur, at hon í sínum lærarastarvi
hevur sæð eitt alsamt vaksandi
trýst á bæði lærara og næming.
– Vit mugu duga betur at lurta
eftir lærarunum til tess at skipa
fólkaskúlan soleiðis, at hann kann
lyfta felagsskapin, men
samstundis møta
tørvinum
hjá
tí
einstaka.
Sum heild
mugu vit
fáa betri
tíð
til
menn
iskju.
Gerhard
roynir
aftur
Fyrrverandi løgtingsmaðurin
fyri Javnaðarflokkin, Ger
hard Lognberg stillar upp
fyri
Sambandsflokkin
til
løgtingsvalið hesaferð. Tað
gjørdi hann eisini á seinasta
løgtingsvali.
Fýra ferðir er Gerhard
Lognberg valdur á ting fyri
Javnaðarflokkin:
Í
2002,
2004, í 2008 ogí 2011. Í 2013
varð hann koyrdur úr Javn
aðarflokkinum, og fór hann
tá upp í tingbólkin hjá
Sambandsflokkinum,
sum
hann eisini stillaði upp fyri á
løgtingsvalinum seinast, men
var ikki valdur.
Sambandsflokkurin boðar
nú frá, at Gerhard Lognberg
stillar upp aftur fyri flokkin
hesaferð.
Gerhard
Lognberg
er
føddur 1. november 1950 í
Skopun. Sambandsflokkurin
lýsir hann soleiðis:
»Hann hevur virkað í nógv
ár í føroyskum lands- og
kommunalpolitikki og er ser
liga kendur fyri ótroyttiliga
stríðið at fáa ein undirsjóvar
tunnil til Sandoynna.
Gerhard Lognberg er borg
arstjóri í Skopunar komm
unu, og hevur verið kommun
ustýrislimur har síðan 1984,
varaborgarstjóri frá 1984-92
og borgarstjóri síðan 1992.
Í 2013 gjørdist hann limur í
Sambandsflokkinum.«
Verður Gerhard Lognberg
valdur á ting, so verður tað
fyrstu ferð nakrantíð, at
Sandoyggin fær eitt sam
bandsumboð í Løgtingið. Tað
er ikki hent síðani vit fingu
floksbýti á tingi í 1906.
KATRIN ÆTLA
SÆR COME-BA
TINGKVINNA