Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Praise you á Gøtusandi! Tónleikur hansara er ein heim­ ur av widescreen sinnisrörsl­ um, psykadeliskum ljóði og besta dansitónleikinum, tú nakr­antíð hevur hoyrt. Hann hev­ur vunnið tíggju MTV Video Music Awards, tvær Brit Aw­ards og hevur ligið á tind­ un­um á tónleikahittlistum kring heimin seinastu tjúgu ár­ini. Útgávur sum “You´ve Come A Long Way Baby”, ið umfatar staklög sum “The Rockerfeller Skank” og “Praise You”, gjörd­ ust nummar eitt í Onglandi, og vóru serstakliga vælumtókt kring allan heimin. Tað var ikki bert ein góð útgáva. Tað var eitt poppfyribrigdi, sum gjördi hann til heimsins största dance navn, og gjördi hann til stórsta enska lista­ mann­in í USA í hesi öldini. Hann framfördi lagið, Praise You og vann tríggjar heiður­s­ lön­ir á MTV Music Awards í New York.  Á triðju útgávu hansara “half­way between the gutter and stars”, var m.a. lagið “Weapon of Choise” og ikon­ iska sjónbandalagið við kenda Hollywood tungvekt­ar­an­um, Christoper Walken. Hann fór til hús við seks MTV Music Award heiðurslönum tað árið - tað mesta, nakar hev­ur vunnið á hátíðarhaldinum.  Á palli hevur Fatboy Slim skapað enn fleiri yvirskiftir: Á eini uttandurakonsert á Bright­ ­on Beach var av fyri­skip­ar­ unum væntað, at 60.000 áhoyr­arar fóru at koma til fram­försluna - har komu 250.000 fólk. Hann hevur latið pallin á Glastonbury upp í 2006 og latið olympisku leik­ir­ nar í London í 2012 upp. Fram­ förslan á olympisku leikunum fór fram á einum risastórum uppblásiligum högguslokki. Í 2019 framförir Fatboy Slim sjey stadion konsertir í Ong­ landi, har tann síðsta verður á Wembley, og haðani liggur leiðin til veitslu á Götu sandi leygarkvöldið 13. juli. G! ALL STARS Í ár verður fyrsta konsertin á sandinum nakað heilt ser­ stakt - ein konsert har nakr­ ir av okkara kær­astu tón­ leik­arum fara at savn­ast um og  heiðra tón­leik­in hjá hvørj­um øðr­um. Konsertin er byrjanin til 18. G! festi­val­ in, og er eitt slag av eini “ all star” kon­sert, har Eivør, Greta, Marius, Guðrið og Høgni við bólki fara at fram­ føra kend løg hjá hvørjum øðr­um, so­leiðis sum tú ong­ antíð hev­ur hoyrt tey fyrr. Njótið samanrenningina av hesum fantastisku rødd­ un­um og tónleikarum, tá ið vit koma saman í kærleika til tónleikin hóskvøldið á G! Street team vil skapa eina betri mentan fyri tjaldingarøkið At har er eitt lið av fyri­reik­ar­ um handan G! er kanska eing­ in loyna, men aftan fyri manesj­una er eisini ein lítil bólk­ur av eldsálum, ið skulu skapa stemning og hugna utt­ an fyri tað, ið hendir á festi­val­ øk­inum sjálvum. G! Street Team hevur sein­ astu árini virkað fyri einum betri tjaldplássi fyri øll, og vit hava fingið eitt prát við Lauru Edit Gunnváardóttir, ið er ein av fyriskiparunum í ár. - G! Steet Team hevur ikki akkurát eitt útgreinað enda­ mál, men vit hava til uppgávu at skapa tiltøk og annað, sum líkasum skal henda uttan fyri festivalin. Og tað er serliga fyri tjaldingarøkið og tey, sum eru á festival til annað enn bert at fara til konsertirnar. - Vit royna at skapa eina ment­an yviri á tjaldingar­øk­in­ um, sum leggur upp til meira enn tað at bara vera longst úti. Okkurt hevur riggað, okkurt hev­ur ikki riggað, men vit royna allatíð at vita, hvat hósk­ ar seg best og at finna nýggj hug­skot, sigur Laura. Laura metir tó, at sum heild hevur eydnast væl, tí at nú henda ting á tjaldøkinum, sum ikki bara eru ball, drykkiskapur og ein kapping, um hvør kann vera longst úti - okkurt sum er stuttligari. Millum tað, ið Street Team hevur fyrireikað í ár, er buss- bingo, sum er akkurát tað, sum tað ljóðar til at vera. - Tað er ein, sum eitur Torkil Tórgarð, sum kemur at vera bingomaster. Har kemur ein buss­ur fríggjadagin og leygar­ dagin. Tað er bara at koma við í buss­in, og so koyra vit ein bil­ túr í ein hálvan tíma ella so, með­an vit spæla bingo, og at enda koyrir bussurin yvir á festival­økið til næstu kon­sert­ ina, ið skal byrja. Bussurin verður sjálvandi pynt­aður og pimpaður til enda­málið. Eins og við øllum øðrum á G!, so er nógv fyrireiking, sum skal til hjá Street Team. Laura greiðir frá, at tey møtast um­ leið tríggjar mánaðir áðrenn festi­valin og hava ein brain­ storm. Síðan verða tey ómøgu­ liga hugskotini sáldað frá, og farið verður víðari við fyri­reik­ ingini av tí, ið letur seg gera. - Og tað er hart arbeiði!, sigur Laura, og leggur aftrat, at í løtuni eru tey í gongd við at byggja ein ovurstóran bonk, ið eis­ini skal virka sum pallur til Undir­G!rundina á tjald­økin­ um. Mynd: Olaf Olsen Photography Mynd: Olaf Olsen Photography Mynd: Alessio Mesiano. G! Festival, Faroe Islands