Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIT ELSKA AT MØTA NÝGGJUM FÓLKUM Nú hava teir eftirhondini nógv ár á baki sum trúgvir gestir á G! festival, og tjaldingarøkið kann valla kallast tjald­ing­ar­ økið uttan teir frá Skopun­hag­ en. Vit hava havt vitjan frá Arn­ ari Lognberg og Svenn Mart­ ins­son, ið saman við Hera Signari Nolsøe virka sum prim­us motor handan Skopun­ hagen. Skopunhagen byrjaði við trim­um luttakarum; Svenn, syst­ir hansara og einari vin­ konu, ið sótu fremst í køini til tjaldingarøkið. Navnið kom eitt sindur tilvildarliga; onkur hevði frammanundan sent ein­ari gentu úr Skopun eina mynd úr sólskinum í Keyp­ manna­havn við áskriftini “Beauti­ful Copenhagen”. Hon helt tó fyri, at tey kundu eiga Beauti­ful Copenhagen fyri seg sjálvi, tí tey høvdu Beautiful Skop­unhagen ístaðin. Navnið varð hangandi, og hetta skuldi vísa seg at vera byrjanin til nakað stórt, tí næsta ár verður 10. ferð, at Skopunhagen verð­ ur at síggja á tjaldingarøkinum. Og teir báðir Svenn og Arnar eru heilt vísir í, at har er ein orsøk til, at Camp Skop­un­ hag­en er vorðin víðagitin. - Vit taka ímóti øllum! Vit elska at møta nýggjum fólkum og at práta, so øll eru vælkomin framvið á Skopunhagen, sigur Arnar. - Ja, Skopunhagen er opið, legg­ur Svenn aftrat. - Aðrir campar høvdu eitt lítið skelti, og so pakkaðu tey seg inn. Eingin slapp inn til teirra kliku. Tað hevur verið skiftandi, hvussu nógvir luttakarar hava verið við á sjálvum Skopun­ hag­en, men talið plagar at liggja millum átta og 18. Tú kundi freistast til at hildið, at við einum tílíkum navni vóru bert skopuningar á Skop­un­ hag­en. Men so er ikki. Fleiri heim­ani av Sandi teljast mill­ um føstu luttakararnar, og tað sigst, at Heri Signar Nolsøe er úr Klaksvík. Og teir tríggir hava nokk at gera í tíðini upp undir G!. Nógv verður gjørt burtur úr á Facebook síðuni hjá Skopun­ hag­en, ið eisini hevur 1700 fylgj­arar. - Vit hava til dømis skipað fyri kappingum, har tú kundi vinna atgongumerki til tjald­ ing á G!. Tað koyrir í full drøn upp til G! festivalin, og onk­un­ tíð hava vit streamað bein­ leiðis frá Flunkyball á festival­ in­um. Tað er so ólukksáliga gott! Og so aftaná at G! er lið­ ugt, so gera vit einki við síðuna, fyrr enn vit so spakuliga fara í gongd aftur árið eftir, sigur Svenn. Tey flestu, ið bara kenna tað allarminsta til Skopunhagen, kenna eisini til Flunkyball, ið verður spælt á gøtuni framm­ an fyri tjaldingarøkinum, áðr­ enn tað letur upp. Tað var beiggi Arnar, ið hevði roynt spælið í Danmark - hagar tað var komið úr Týsklandi - og hann skjeyt upp at royna tað í Før­oyum. - Tað var success beinan­ vegin. Øll elskaðu tað, og tað hevur bara verið ein partur av tí síðani, siga teir báðir. Spælið gjørdist meira og meira vælumtókt, og fleiri og fleiri fólk komu við at spæla. Til endans gjørdist tað so stórt, at Skopunhagen fekk í lag sponsoravtalu við Okkara, sum hava verið trúgvir stuðlar síð­ani. Síðan Skopunhagen av fyrst­ani varð til, hava teir verið fremst í køini at sleppa inn á tjaldingarøki hvørt ár. Og tað er heilt vist at fyrimunur at vera fremst. - Øll hyggja frameftir, so um vit eru fremst, so síggja øll okk­um! sigur Svenn. Arnar leggur eisini aftrat, at seinastu ár­ini hava teir fingið til upp­ gávu frá G! festivalinum at skipa fyri undirhaldi í køini til tjald­økið, so umframt Flunky­ ball hava teir skipað fyri pub­ quiz úr kø-oddanum, og eitt árið fingu teir Danny & the Veetos at spæla eisini. Um tað er nakað, ið kann sig­ast at vera arvurin eftir Skopunhagen, so er tað tað, at teir hava hildið lív í hug­tak­in­ um tjaldlega, ella camp, ið tað van­liga verður kallað. Eftir at regl­urnar fyri tjaldøkið gjørd­ ust strangari, og presendingar ikki vórðu loyvdar meira, doyðu tjaldlegurnar út. Uttan tann hjá Skopunhagen. Hon varð verandi ár eftir ár, og nú sein­astu tvey árini eru tjald­ leg­urnar farnar at stinga seg upp aftur. Næsta ár hevur Skopun­ hag­en sum sagt 10 ár á baki, og tað hevur verið havt á lofti, at møgu­liga skal hetta vera seinasta árið. - Eg eri 34 ár nú, so eg verði 35. Halt kjaft, so er slutt, sigur Svenn. - Vit royna at fáa fólk at taka yvir, men hesi ungu, tey... jaja, leggur Arnar aftrat, so spenn­andi verður at síggja, um stafettstavurin verður send­ur víðari. Skopunhagen: