Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Soleiðis fyrireikar tú teg til G! Tað er ikki bara bara at vera heimanifrá í veitslu í eitt heilt vikuskifti, og okkurt skal fyri­reikast áðrenn fráferðina. Tóra Pálsdóttir Isholm er vandur festivalgestur, og vit hava hitt hana til eitt prát, um hvussu tú best fyrireikar teg, áðrenn tú fert avstað. - Tú fyrireikar teg fyrst og fremst við at skaffa drekki­vørur og samla vinabólkin, so tú hevur onkran at vera við. So skalt tú finna klæðir, ið hóska teg til føroyska veðrið. Før­oyska veðrið kann jú vera vátt og keðiligt, so tú mást hava regnjakka og heita troyggju við. So mást tú finna einar skógv­ar. Helst einar, sum tú ikki ert góð við, tí tað kann vera rættiliga runut, mælir Tóra til. Talan verður á hvørjum ári eisini um ein serligan G! móta, heldur Tóra. Umframt gummi­stúvlarnar, kovboybuksurnar og heitu troyggjuna, so er tað posutar troyggjur og stórar T-shirtir, ið seta dám á festivalmótan heldur Tóra og leggur aftrat, at G! festivalurin er eitt upplagt høvi at fara út um mótamarkið hjá sær ,og annars at fara í tey slitnu klæð­ini, sum mann ikki er so góður við meira. Nógvir festivalgestir munnu millum ár og dag hava følt sviðan av Murphy’s lóg, og tí er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Gaffa-tape skal tí vera fast inventar í G! kassanum, hvørt ár farið verður avstað! Á festivaløkinum sjálvum er nokk av mati, meðan mat­urin er so sum so á tjaldingar­økinum. Tey, ið tíma oman í mat­vognin niðri á vegnum, gera tað, men frægast er at hava okkurt smávegis við í viðførinum. - Inni á festivaløkinum kanst tú keypa mat, men á tjaldøkinum er tað bara svans, sigur Tóra, ið metir kips vera sjálvsagdan proviant. Tað seinasta, sum skal í viðførið, áðrenn farið verður avstað, er ein hátalari til tær løturnar, sum ikki verða brúkt­ar á sandinum ella á spæli­pláss­ inum, men har kortini er tørvur er á tónleiki. BIL TAXI APP TAXI.FO G! FESITVALINUM TRYGT OG VÆL TIL OG FRÁ