Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR GRUNDIN BYRJAR Á TELTØKINUM Sum nakað nýtt byrjar G! festi­ val í ár við konsert á sjálv­um tjaldingarøkinum. Konsertin, sum verður miku­kvøldið, tá tjaldingarøkið letur upp, eitur Undir G!rund­ in, og fer at varpa ljós á heilt ókend føroysk nøvn, sum í høv­uðsheitum fáast við rapp tón­leik á tónleikasíðuni SoundCloud. Tað er G! Street Team, sum við hollari hjálp frá Okkara Mid­night Boys, sum hevur fingið tiltakið á skrá. - Har hendi ov lítið á tjald­ ing­arøkinum, serliga miku­ kvøld. G! Festivalurin er í grundini ikki byrjaður tá, men tjaldøkið er opið, so tí er hetta komið í lag, sigur Magnus Heina­son Eysturoy, errin Okk­ ara Midnight Boys limur og so­ statt eisini fyriskipari til Undir G!rundina. Tað er ársins tjaldlega frá undanfarna ári, ið fær heiðurin at skipa fyri Undir G!rundini. Við nógvum valdi fylgir nógv ábyrgd, men Midnight Boys eru til reiðar. Tað verður eisini teirra yvirdimen­sion­er­ aða festivalanlegg, G! Punktið, ið skal varpa Undir G!rund­s­ tónleikin út til áhoyrararnar miku­kvøldið. - Hetta verður feitt! Alt er ikki komið á anleggið enn, vit hava eisini tveir ljóskastarar og roykmaskinu, men tað sein­ asta verður fest á, tá vit koma til Gøtu, siga teir frá Midnight Boys. Ein plattapallur er eisini gjørd­ur til endamálið, sum aftaná konsertina verður um­ skap­aður til ein bonk, ið vón­ andi fer at virka sum eitt savn­ ingspunkt á tjaldøkinum. ÁRSINS TJALDLEGA TVEY ÁR ÁR Á RAÐ Seinastu tvey árini hevur sama tjaldlega vunnið heið­ur­ in sum ársins tjaldlega á G! Festi­val. Talan er um 17 havna­ dreingir, ið kalla seg fyri Mid­ night Boys. Vit hava verið á vitjan á Heygs­vegi, har ungu garparnir gjørdu seg klárar til at fara á G!. Teir í Midnight Boys eru ikki í iva um, hví teir hava vunnið heiðurin sum ársins tjald­lega heili tvær ferðir. Teir siga, at teir hava roynt at liva upp til tey krøv, ið dóms­ nevnd­in hevði sett. - Har eru fýra ting, sum tú skalt hava stýr uppá. Tað er atlit til umhvørvið, felags­skap­ ur, tema og veitsla, sigur Magn­us Heinason Eysturoy, sum er ein av oddamonnunum í Midnight Boys, og sum eisini leggur garasju til fyrireik­ing­ ar­nar. - Tað er í øllum førum um­ ráðandi, at kunna heilda veitsl­ una koyrandi og syrgja fyri, at stemningurin er í topp. Og vit royna at halda tað reint og ruddiligt, og so sjálvandi at taka allan fløskupantin við, leggur hann aftrat. Reglurnar fyri at vinna ársins tjaldlegu eru broyttar at sindur, og millum broyting­ar­ nar er, at sama tjaldlega kann ikki vinna tvey ár á rað. Hetta er millum annað tí, at saman við umboðum úr Street Team er dómsnevndin eisini mannað við tveimum umboðum úr tjald­leguni, ið vann undan­ farna árið. Hóast Midnight Boys ikki kunnu vinna aftur í ár, so hava teir valt at gera nógv burturúr kortini. Temaið er broytt eitt sindur, og í ár verða allir 17 at síggja í skríggjandi reyðum klædningum. Samstundis er navnið eisini broytt til Okkara Midnight Boys, tí at Okkara hevur valt at stuðla ungu monn­unum í roynd teirra at gera eitt betri tjaldingarpláss fyri øll. Tað er ikki hissini vitjandi, ið Midnight Boys høvdu í fjør. Teir meta, at útvið 120 fólk vóru á gátt í senn, tá tað stóð harðast á. Og tað sigur seg sjálvt, at tað setir krøv til vertirnar, at hava so nógvar gestir í senn. - Tað er nógv fyrireiking sum skal til. Vit brúka eina heila viku áðrenn G! til at gera klárt, so tað er rættiliga nógv, sum vit skulu fáa upp á pláss, sigur ein av ungu harrunum í Midnight Boys. Og tað er væl skiljandi, at tað tekur so leingi at fyrireika - í øllum førum eftir anlegg­ inum at døma. Í garasj­uni á Heygsvegi stendur eitt ovur­ stórt skrummil av einum an­ leggi, sum teir sjálvir hava sett saman. Hetta er ikki nakað, sum er bygt í einari handar­ vending. - Vit hava bygt upp á tað ár eftir ár, og tað er komið meira og meira á. Hetta er so heldur ikki alt, men restin má koma á í Gøtu, annars fáa vit ikki anleggið út úr garasjuni, siga teir í Okkara Midnight Boys.