Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 G! ER EISINI FYRI BØRN – Pláss skal vera -fyri øllum á G!, og tí hava fyriskipararnir seinastu mongu árini lagt seg eftir at hava okkurt til barnafamiljurnar eisini, sjálvandi við ókeypis atgongd til børn undir 12 ár. Aftur í ár verður tí eisini stórt barna­ tiltak leygardagin við hip hop, sangi og sjónleiki. Eisini verður vælumtókti sápu­bløðruverkstaðurin. Sápu­bløðru­ verkstaðurin var sera væl umtøktur í fjør, og børnini hugnaðu sær óført við at gera kempistórar sápubløðrur. Og sjálvandi verður eisini møguleiki at fáa andlits­máling frá fittum og vælupp­ lagd­um andlitsmálarum. Bárður Dal Christiansen hevur áður verið á G! við allari familjuni, og tey lata bara heilt væl at. - Tað er so lætt at fara við børnunum á G!, tí tú kanst so nógv. Tað er ikki sum at vera aðrastaðni. Tað er ikki so stórt, so tú kanst slappa av, og tú gongur ikki og ert bangin fyri at missa børnini burtur allatíð, sigur Bárður. Tað ber eisini til hjá barnafamiljum at gista í Syðrugøtu, tí at umframt tjalding­arøki til barnafamiljur er eisini eitt serligt kampingvognapláss í Syðru­ gøtu til familjur. - Har er altíð fult í børnum á kamp­ ingplássinum í Syðrugøtu, og har er nokk at gera hjá teimum eisini. Har er gongd í grillini, so øll hugna sær, sigur Bárður. - So er sandurin eisini har, og tað er tað besta hjá børnunum. Tey elska at spæla har, so um veðrið ikki er heilt av hundan og til, so kanst tú brúka ein heilan dag har niðri, heldur hann áfram. At fara á festival at tjaldast við børn­ um ljóðar kanska ikki sum heimsins lættasta uppgáva, tá hugsað verður um at fara á ves, at børnini kunnu fáa karm, at blæur skulu skiftast og alt tað, ið til foreldraskap hoyrir. Men tey, ið fáa sær atgongd til familjutjalding fáa samstundis eisini atgongd til vesi, ið er í húsunum við tjaldøkið.