mikudagur 8. desember 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 235 - 8. desember 2004
3
Toftanes í
Glas & List
Í dag klokkan 17.00,
letur Sámal Toftanes
upp spennandi lista-
framsýning í Glas &
List í Havn. Til ferni-
seringina fer lands-
stýrismaðurin við
mentamálum saman
við øðrum at syngja
LISTAFRAMSÝNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Í dag letur Sámal Toftanes
upp listaframsýning í Glas
& List í Havn.
Sámal er 59 ára gamal og
býr í Leirvík. Hann hevur
longu í fleiri ár roynt seg
við málikustinum, og var
tað í 1990, at hann rættiliga
fór undir málningalistina.
Á framsýningini hesa ferð
verða 20-25 akrylmálningar
at síggja. Myndirnar eru
naturalistiskar landslags- og
fólkalívsmyndir.
Á
ferniseringini
fer
landsstýrismaðurin
við
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, saman við øðrum,
at syngja nakrar sangir.Tað
er tó ikki í almennari tæn-
astu, at landstýrismaðurin
fer at syngja, men orsaka
av, at hann og listamaðurin
eru góðir kenningar.
Hini, sum fara at syngja,
eru, Paula Jespersen og
Bárður á Lakjuni.
Framsýningin verður op-
in allan desembur mánaða.
Á framsýningini
hjá Sámali
Toftanes, í Glas &
List í Havn, verða
25 málningar í
akryli at síggja