Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juli 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juli 2019 · Nr. 78 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal - Gibraltar Í hvørjum króki tú gongur á Gibraltar í vikuni hoyrir tú føroyskar røddir. Á leik­vøll­ unum hoyrast tær harðast, men um alla hálvoynna ganga før­oyskir fjepparar, ítrottar­ um­boð, miðlafólk ella íðkarar, ið hava steðg. Tað kennist sum á ólavsøku tá ið tú gongur eftir gøtu­num og steðgar á í heilum at heilsa upp á føroyingar. Sosialurin er farin til Gibralt­ar við einum ungum hópi. Ein av teimum fýra tíðinda­fólkunum hava roynt hetta áður, men Heri Simonsen hevur so gaman í eisini verið á fleiri oyggjaleikum enn tal er á. Vit onnur trý hava gingið í einum kanska óvæntaðum gleðis­rúsi, ið verður kveiktur av sterkari felagskenslu og ítrottar­anda, ið valdar um alla tjóðina, Gibraltar í hesum døgum. Henda kenslan av saman­haldi valdar bæði millum tær 22 tjóðirnar, ið kappast, og eisini millum føroysku ítrottar­ greinarnar, ið vanliga noyðast at tingast um so – úr ítrottar­ ligum sjónarmiði – sera óáhuga­ verdu og ókveikjandi evni sum fígging og býti av pengum. Men hesa vikuna í Gibraltar er tað bert ítrotturin, ið er í há­sæti. Føroyskir fjepparar eru ídnir at ferðast millum ítrottar­greinar at stuðla før­ oysku íðkarunum, og aftur­ fyri hevur tað skolað inn við heiðursmerkjum. Sjey úr gulli, tvey úr silvuri og sjey úr bronsu eru komin um herðarnar á føroyingum áðrenn Sosialurin verður prent­að­ur, og spurningurin er bert hvussu nógv hesi tøl eru økt áðrenn lesarin fær blaðið í hond­ina. Heiðursmerkjahýrur á fyrs­ tu judo-oyggjaleikum í 10 ár. Á mánadegnum, dagi 2 á oyggjaleikunum var fyrsti stóri judo­dag­urin. Judo­før­ oy­ar hevði bíðað leingi eftir at sleppa á oyggjaleikir, nú greinin er við aftur fyri fyrstu ferð í 10 ár. Um tað var bíði­ tíðin, ið gjørdi judokurnar hjá Føroyum ótolnar, vita vit ikki, men alt fyri eitt kom fyrsta gullheiðursmerki tá ið Bárð­ur Hentze Lenvig basti mót­støðu­manni úr Saarema í finaluni fyri menn undir 66 kilo. Saaremamaðurin hevði framman­undan vunnið á Dánjali á Krákusteini, ið fekk bron­su. Tað var nær við enn einum gulli løtu seinni, tá ið Jógvan Páll Kristiansen stóð í finaluni hjá monnum undir 73 kilo. Eftir at dómararnir átalaðu hald­ingini hjá føroyinginum í triðja føri, var hann dømdur at tapa, og mátti fáa silvuri um hálsin hóast føroyingurin mótmælti so hart hann var ment­ur. Gunnar Magnussen fekk bronsu í sama bólki. Eisini kvinnurnar báðar, Maiken Eivinnsdóttir Brings­ berg og Silja Johannesen fingu bronsumerki í bólkunum undir ávikavist 52 og 63 kilo, og fyrsti judodagurin veitt sostatt seks heiðursmerki til Føroya. Endurtók bragd 24 ár seinni Næsti dagurin í judo gekk eisini upp á stás. Stutt áðrenn Sosialurin fór til prentingar vann superveteranurin við svarta beltinum, Búgvi Poul­sen, gull í bólkinum undir 81 kilo. Hetta fimta oyggja­leika­ gullið hjá føroysku judo­ legend­uni kemur 26 ár eftir fyrsta gullið á Isle of Wight, og 24 ár eftir at hann vann gull á Gibraltar, setti hann aftur alla mótstøðu til viks á iberisku eggini, og setti ferð á gull­hýrin hjá mongu føroysku fjeppar­ un­um, ið settu allan dám á høllina. Fjeppararnir verða fagnaðir saman við íðkarunum Fantastisku judofjeppararnir vóru ikki einsamallir um at syrgja fyri føroyskum her­róp­ um. Nógvir føroyskir áskoðarar eru komnir at stuðla ávísum ítrottar­greinum, men allir sum ein eru føroysku fjeppararnir raskir at renna Gibraltar upp og niður fyri at díkja á so nógv­ ar føroyskar áskoðarar sum gjørligt. Tá ið Súsanna Skylv vann fyrsta føroyska gullið sunnu­ dagin, var hon glæsiliga mót­ tikin av áskoðarunum, ið eggjaðu henni til á seinastu metrun­um, og eisini lótu henni Merkið, so føroyska triathlon- jarn­kvinnan kundi renna um mállinjuna við føroyska flaggi­ num um veittrandi omanfyri seg. Og fjeppararnir renna ikki bert eftir gullið. Eftir hava fagn­ að Súsonnu Skylv, fóru fjeppar­ ar í kurvabóltshøllina at rópa á Føroyar, ið ongantíð hevði v u n n i ð ein lands­ dyst í hesi grein. Tað var um reppið at tað gav úrslit, men dysturin kopp­aði skeiva vegin í evstu løtu. Stutt eftir at Kurva­bólts­ føroyar iðraði seg um at hava mist møguleikan fyri fyrsta sigrinum kom enn eitt gull­ merki í hús. Hetta var helst tað heiðursmerki, ið var fagnað hóv­ligagast, tí at reglurnar fyri áskoðarar í skjóting eru sera strangar. Í friðinum eydnaðist tað Tóri Fløtt og Mariusi F. Joen­sen at vinna gull í lið­ kapp­ingini í Skeet-skjóting, og teir kundu so fegnast tá ið teir komu inn aftur í miðbýin har medaljuhandanin fer fram hjá fleiri greinum. Badminton var eisini ein veitsla Tvey tíðindafólk hjá Sosial­ inum eisini í bad­min­ton­høllini allan mánadagin, meðan hini bæði vóru til judo. Hesar báðar deildirnar kapp­ aðust um at greiða hvørjum øðr­um frá um hvussu g ó ð u r r ó m ­u r i n var á hvør sínum staði. B a d m i n t o n ­ á s k o ð a r ­a r ­n i r stóðu á einari balkon omanfyri leik­ vøllin og koyrdu so hart á íðkararnir niðanfyri, at onkur helt fyri at hoyrivernd var neyðug. Talan var um liðkappingina í badminton, har Føroyar vun­ nu bronsu. Hetta var nakað bæði íðkarar og leikarar fegnað­ust um, tí avrikið hjá bæði leikarum og fjepparum, ið eisini taldi teir liðfelagar, ið ikki vóru á vøllinum í løtuni, hevði sanniliga uppiborið heiðurs­merki. Hesum tóku aðrir miðlar eisini undir við, og eitt nú gjørdi BBC Channel Islands eina frásøgn um og frá føroyska fjepparaskarðanum. OYGGJALEIKIR Aftur á oyggjaleikum hesaferð gera íðkarar, umboð, miðlafólk og serliga fjepparar úr Føroyum sítt til at oyggjaleikirnir eru ein framúr ítrottarfagnaður - bæði á leikvøllum og uttanfyri. Føroyar hava fingið 18 heiðursmerki – sjey úr gulli – undan prenti av hesum blaðið Oyggjaleikir: FØROYINGARNIR SETA DÁMIN Á GIBRALTAR