Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-07-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. juli 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Vit hava so mangan víst á, hvussu løgin pol­i­tikkur er og hvussu undarliga pol­it­ ik­arar arbeiða. Málið um Suðuroyartunnilin er bara enn eitt dømi um, hvussu mál kunnu brongl­ast, tá politikkur kemur uppí. Nú skulu vit ikki gera okkum klók upp á bestu linjuføringar og best hós­k­ andi longdir av tunlum. Men tað gevur høvi til umhugsan, tá Landsverk talar so harð­liga at politisku ætlanini um at gera tunn­lin stytstu leið millum Suðuroy og Sand­oy – uttan at vísa fyrilit fyri, hvussu veg­a­kervið annars í Sandoynni skal skip­ast. Lansverk hevur ført fram, at best er at tunn­ils­munnin verður nærindis tunn­ ils­munn­an­um frá Sand­oy­ar­tunl­i­num, so­leið­is at infrakervið í Sandoy verður strongt meira enn hægst neyðugt, og so­ leið­is, at sleppast kann undan øllum teim­um avleiddu verkætlanunum, sum stand­ast av tí vegakervi, sum tá skal ger­ ast í Sandoynni. Landsverk grundgevur eisini fyri, at tað er av trygdarávum, at tunnilin kem­ ur upp í Skúgvoy, so talan verður um tveir styttri tunlar heldur enn um ein lang­an. Landsverk vísir eisini á fyr­i­mun­ ir­nar við, at Skúgvoy soleiðis verður knýtt upp í vegakervið í Føroyum. Nú er sjálvandi einki avgjørt enn. Men arbeiðslagið hjá Løgtinginum í slík­ um málum er einki at reypa av. Ofta vel­ ur Løgtingið tilvitað at bóndafangað seg sjálvt við annaðhvørt at játta ov lítið av peng­um til eina verkætlan, ella við at broyta rað­fest­ing­ar­nar. Dømi um tað er Við­ar­eið­is­tunnilin. Hann var tilvitað gjørd­ur áðrenn tunlarnir norður um Fjall – tí ting­fólk vóru sannførd um, at tunn­il­in norð um Fjall fór at koma, hóast Við­ar­eið­is­tunniiln varð gjørdur fyrst. Var tað ikki gjørt, so kom Við­ar­eið­is­ tunn­il­in helst í køina hjá tunn­ils­toym­i­ num hjá Henriki Old. Glasir er annað dømi, har Løgtingið til­vit­að játtar ov lítið av pengum til eina ov stóra verkætlan – vitandi um, at Løg­ ting­ið fer at koma við meirjáttan, tí at Løg­ting­ið hevur bóndafangað seg sjálvt í eini óndari ringrás. Tað kann ikki passa, at almennar verk­ætl­anir skulu enda í kaos, meðan tin­g­fólk kunnu spegla sær í teimum priv­atu verkætlanum, har tey duga og vilja vísa fyrilit. Tá Løgtingið bóndafangar seg sjálvt 12. JULI 2019 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Frá 1. mai í 2020 kunnu allir bussarnir hjá Strand­ferðsluni taka koyristólar. Tað boðar Strandferðslan frá í dag, nú flestu av sáttmálunum um busskoyring kring landið eru komnir upp á pláss. Allir bussarnir skulu sostatt útstýrast við lyftu, og tá veitingartíðin er upp til seks mánaðir, so verður alt eftir ætlan komið upp á pláss áðrenn 1. mei í 2020. Harumframt verða bussarnir eisini útstýrdir við GPS, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru. Lyftir í allar bussarnar BYGDADLEIÐIR Les eisini blaðið á telefonini Neptun kongur kemur umborð Siðsøga síða 24-25 Munandi heitari síðani 2003 Tíðindi 16-17 Jógvan K. Mørkøre Eiði Høvdu løgtingsmenn reypað og frøðingar frøtt seg, um fólkatalið fór 25.000 upp og kvoturnar 25% niður? At tað føroyska tilverutilfongið broytist kem­ur neyv­an nøkrum óvart á. Um fólka­ tal­ið gjørdi lop upp hevði helst verði tik­ið sum ein fyr­i­mun­ur í fram­gongd lands­ins og kannska størri fyri­munur, um lop­ið var 50.000. Heilaspuna-fólkavøkstur kann sig­ ast – men tó, fólk í millónatali eru heimleys í heims­parti okkara og leita eftir onk­un­ staðni at vera og búgva. Nú landið leggur stóra orku í at gera Før­oy­ar kendar úti í heimi kundi hent, at land­ið verður tilmerkislagt av parti av hes­ um fólka-millónunum, og um bert fyri ein­ um ev­arska lítlum parti av hesum fólki Før­oy­ar, í huga teirra, vera tað lovaða land­ ið við blíð­um pol­it­ik­ar­um, við tøk­um bú­ stað­ar peningi og ikki so fjart frá t.d. DK ella SV – er tá eitt fólkatalalop berur heila­ spuni? Havstreymar, við sínum kulda og hita, hava sína gongd, sjálvt um fólk sita á fundi og eykafundi. Løgtingsmanna fjølmiðla- reyp og Frøðinga-frøði Í blaðnum... Við sínum 880 metrum, krúna Føroya lands Slættaratindur, ella Suðurhelvt – er allur sum hann er privat ogn, staðfest við tinglýstum skeytum, har gráabók setur- sjálvt - ognaranum meira og minni avmarkingar til ferðslu. Almennur koyrivegur er tó gjøgnum ognina, eisini er varðagøta frá bygdini og ígjøgnum ognina. Sonur mín og eg eiga tilsamans 1/16 part av hesi ognini. Jógvan K. Mørkøre, Eiði Slættaratindur